Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Í fjør var Argjabáturin meistari. Hann endaði við sama stigatali sum Kvívíkingur, og hann var meistari, tí hann vann á Ólav­ søku. Í fjør vunnu argjamenn fyhri fyrstu ferð í fimtu kappingini, sum var á Fjarðastevnu. Í ár løgdu argjamenn bragdligari fyri. Teir vunnu á Norðoyastevnu, og sig­urin kendist sannførandi. Tá ið teir fóru um málið, var Argja­ báturin meiri enn eina bátslongd frammanfyri Ørv. Saman við Ørvi fekk Argja­ báturin besta startin, og fyrstu løtuna høvdu teir hug at fylgjast. Tá ið teir vóru farnir inn um 1000 metra málið, kom reyði báturin orduliga undan, og framvið Kósa­ brúnni øktist munurin til eina bátslongd, og tann munin hildu argjamenn tørn um, inntil teir fóru um málið. Miðvingur hevði vánaligan start, og hóast miðvingar strídd­ ust nógv fyri at koma upp í aftur, so eydnaðist teimum akkurát ikki at vinna kappingina við Kví­ víking um at sleppa av aftasta pláss­inum. Størsta kappingin var um næst­fremsta plássið. Nevið Reyða úr Klaksvík var sera treiskur, og eina løtu lá hann stavn um stavn við Ørv. Men teir á Ørvi vóru drúgvari. Á málinum var munurin ein skutur, og tað kundi bent frá tættari kapping – í hvussu so er um næstfremsta plássið. Um tað fer at bera til at hótta Argjabátin fer tíðin at vísa. Kapp­ ingarneytarnir kunnu minna seg á, at í fjør var tað ikki fyrr­enn í fimta róðrinum, at Argja­báturin, sum seinni vann FM, vann fyri fyrstu ferð! trondur@sosialurin.fo ur gjørdi ðina Boysin Vestmenningur Tá ið teir fóru um málið, var Klaks­ víkingur eina stóra hondsbreidd undan Vestmenningi, sum hevði verið fremstur so at siga allan róðrar­teinin. Kanska Klaks­ víkingur var frammanfyri fyrstu 30 metrarnar, men so løgdu vest­ menn­ingar seg framum, og tað tóktist sum um, at seigu og sigurs­ vandu vestmenningarnir stýrdu róðr­inum. Á 1000 metra málinum var Vest­ menningur tað mesta av einari bátslongd frammanfyri. Klaks­ víkingur tók eitt sindur inn aftur, men vestmenningar svaraðu aftur, og tað vóru minni enn hundrað metrar á mál, tá ið toftimaðurin fram­vegis kom undan. Ikki fyrr enn tað vóru hálvt hundrað metrar á mál, tók skuturin at minka, og tað var ikki fyrr enn á seinastu 25 metrunum, at munurin varð lítil og eingin. Kanska var tað ikki fyrr enn í 2-3 teimum seinastu tøkunum, at Klaksvíkingur fór fram­um, men tá var tað, at tøk­ini taldu mest, og 41 ára langa oyði­ markartíðin var av! – Nú fara vit at eftirmeta róð­ urin, og tað er einki at ivast í, at okkurt skal rættast. Tað kendist sum um, at vit í miðróðrinum fóru longri niður í tempo, enn vit høvdu ætlað, staðfestu teir í neystinum. Men hetta var spennandi, og tað er hugaligt, at tað er lagt upp til so tætta kapping. Í gjár gingu sigursharrarnir í skrúð­gongu, áðrenn teir fóru stutt­ an túr á vánni, og so fóru teir í saunu. Í dag verður av álvara farið undir fyrireikingarnar til næsta róður, sum verður annan leygar­ dag. Vestmenningar vóru aftur hesa ferð tætt við. Á Norðoyastevnu hava teir ikki vunnið síðani í 2000. Síðani hava teir fleiri ferðir verið næst­fremstir. Royndirnar vísa, at Vestmenningur ofta plagar at styrkna, sum tað líður út á árið. Tað boðar frá vánum fyri fantastiskari kapp­ing. Hesa ferð var var Hoyvíkingur ov stuttur. Hann var kanska fimm bátslongdir aftanfyri hinar báðar. Næstu ferð verður kappast á 2000 og ikki 1500 metrum. Harvið eru tað fleiri spurningar, sum bíða eftir svari. Men fyri klaksvíkingar tóktist tað kennast sum stórur lætti, at tað leygardagin varð gjørt upp við 41 ára longu oyðimarkargongdina hjá Klaksvíkingi á Norðoyastevnu! trondur@sosialurin.fo Meistararnir løgdu bragdliga fyri 8-MANNAFØR Argjabáturin stóð seg betri á Norðoyastevnu í ár, enn hann gjørdi, tá ið hann í fjør vann FM nordlysid.fo nordlysid.fo Tróndur Arge Tað er komið fyri, at bátar hjá Havnar Róðrarfelag hava vunnið allar róðrarnar á Norðoyastevnu. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Bæði tí bátar hjá felagnum ikki luttøku í øllum róðrunum, og tí manningarnar ikki eru so væl fyri, sum tær ofta hava verið. Fyri góðari viku síðani varð nýggjur Gongurólvur, sum Sámal Hansen hevur smíðað, flot­aður, og kvinnurnar syrgdu á Norðoya­ stevnu fyri, at nýggi báturin longu hevur vunnið gull eina ferð. Jarnbardur og Herningur høvdu einki at bjóða uppá í kapp­ingini um fremsta plássið. Tann kappingin stóð bara millum Gongurólv og Hvessing, sum í vikuni upp undir Norðoyastevnu vandi í Klaksvík. Hvessingur fekk tann betra startin, men tað var skjótt, at Gongurólvur legði seg upp á síðuna av grøna bátinum, og fram­við Kósabrúnni kendist tað sum um, at tøkini hjá teimum um­borð á Gongurólvi munaðu væl betri. Hvessingur tóktist hava hug at gera eina roynd at svara aftur, men so spentu tær umborð á Gongurólvi orduliga í aftur, og tá var einki at ivast í. Á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd, og harvið syrgdu kvinnurnar umborð á nýggja bátinum fyri, at Havnar Róðrar­felag hevði eitt steyp við sær aftur suður í høvuðsstaðin. Gongurólvur vardi HR 6-MANNAFØR KVINNUR Spildurnýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag tryggjaði sigursvanda felagnum einasta sigurin í Klaksvík