mánadagur 6. juni 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Kappingin var so mikið tøtt, at
tað er møguleiki fyri harðari
kapping um FM heitið.
Jallurin hjá Róðrarfelagnum
Knørri vann. Serliga var tað í
endaspurtinum, at tær umborð
á bláa bátinum vístu, at tað
vóru fleiri kontur í teimum, enn
tað vóru umborð á hinum bát
unum.
Kappingin var alla tíðina stór
við Junkaran, sum eina fitta løtu
var á odda, og við Lóm.
Starturin hjá Beintu var
ikki góður, men miðvágsgentur
vunnu seg so mikið væl upp í
aftur kappingina, at tær í næsta
róðri kunnu blanda seg upp í
kappingina um heiðursmerkini,
um tað fer at hepnast betri við
startinum.
Í fjør vóru tað Erla Kongs
dóttir, sum vann FM, Drekin
og Firvaldur, ið kappaðust um
fremstu plássini. Eingin av
hesum bátunum luttók á Norð
oyastevnu.
Jallurin fremstur
í sera tættari
kapping
5-MANNAFØR KVINNUR Í enda
spurtinum eydnaðist tað Jallinum
at vinna sera tøttu kappingina
við Junkaran og Blikin
Tróndur Arge
Páll Fangi, Sundabáturin, Tvøra
báturin, Smyril. Sølmundur, Gongu
rólvur og Strálan. Hetta eru nøvnini
á teimum, sum síðani túsund ára
skiftið hava vunnið FM í kappingini
millum 6-mannafør við monnum.
Um metast skal út frá róðrinum
á Norðoyastevnu, so bendir alt á, at
ein spildurnýggjur meistari verður
funnin í 2011.
Seks manningar bjóðaðu seg
fram, og á 1500 metra teininum
vóru hesar manningarnar í tveim
um kappingum. Smyril vann so
rudduliga kappingina um bronsu
plássið ímóti Tvørabátinum, Skúgvi
og Gongurólvi.
Kappingin um fremsta plássið
stóð bara ímillum Riddaran úr
Miðvági og Lóm av Argjum. Hesir
báðir struku avstað, og tá ið teir fóru
um málið, vóru teir 4-5 bátslongdir
frammanfyri Smyril.
Leingi var púra javnt millum
Riddaran og Lóm, sum í fagrastu lík
indum fóru stavn um stavn framvið
Kósabrúnni. Men í endaspurtinum
vístu miðvingar seg at vera teir
drúgvaru. Teir settu føtur í bekk, og
tað kom sovorðin ferð á Riddaran,
sum argjamenn ikki megnaðu at
gera nakað við, og á málinum var
munurin meiri enn ein bátslongd.
Longu eftir fyrsta róðurin bendir
alt á, at spildurnýggjur meistari
verður funnin í ár.
Hvørki Riddarin ella Lómur
hava verið meistarar áður, og nógv
skal venda niður, sum eftir róðurin
í Klaksvík vendir upp, um annar av
hesum báðum ikki fer at standa við
FM steypinum á Ólavsøku.
Men nú fáa vit at síggja!
Nýggjur
meistari dagar
í havsbrúnni
6-MANNAFØR MENN Hvørgin av teimum báðum, sum hesa
ferð vóru í tættari kapping um sigurin, hava áður vunnið FM
nordlysid.fo