Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Tað er væl skiljandi, um vágs­ dreingir hingu við nevinum eftir róð­urin á Norðoyastevnu fyri ein­ um ári síðani. Ta ferðina vóru teir næstfremstir – 1/25 part av einum sekundi aftanfyri Blik. Leygardagin stórfegnaðust vágs­ dreingir umborð á spildurnýggju Royndini Fríðu. Tað høvdu teir alla orsøk til. Teir vunnu, og teir vóru 1/25 av einum sekundi frammanfyri Jallin og eitt sekund frammanfyri Blik! Royndin Fríða sprakk avstað, og hon var við til at seta dám á alla tíðina. Jallurin og seinni eisini Blikur bjóðaðu av, og serliga tøtt sá kappingin út til at vera millum Royndina Fríðu og Jallin. Á Norðoyastevnu er tað luta­ kastið, sum ger av, í hvørjari røð bátarnir liggja. Royndin Fríða var millum teir vestastu, og Jallurin var millum teir eystastu. Tað var ein bági í kappingini. Tá ið teir fara at kappast næstu ferð, fara Jallurin og Blikur at liggja undir hvør sínari lið á Royndini Fríðu. Tá fer betri at bera til at staðfesta á øllum róðrarteininum, hvussu tøtt kappingin verður, men hon verður neyvan nógv tættari, enn hon var hesa ferð. Í fjør vann Royndin Fríða tríggjar ferðir, men sigrarnir vóru ikki nóg nógvir at vinna FM við. Blikur vann á Òlavsøku, og harvið var hann FM vinnari við 46 stigum, meðan Royndin Fríða, sum á Ólavsøku var næstfremst, vann silvur við 45 stigum. Í góðveðrinum á Norðoyastevnu fóru hesir báðir undir nýggja FM kapping, sum Jallurin eisini er av­bjóðari, og Sílið og Drekin og Frúgvin og Pílurin vóru ikki longri burtur, enn at teir eisini kunnu blanda seg uppí. Tað sær heilt spennandi út! Og tað var ein framúr føgur sjón at síggja allar trettan bátarnar koma skúmandi fram ímóti málinum. Tróndur Arge Fyri trimum árum síðani vann Hvassi av Oyri tveir róðrar, og hann var so mikið frammarlaga, at hann endaði næstfremst í FM kappingini – trý stig aftanfyri Drekan. Leygardagin eydnaðist tað gentunum í Sundalagnum at vinna á Norðoyastevnu, og so fæst at síggja, hvussu tað verður við FM. Størsta kappingin var frá Beintu úr Miðvági, sum í fjør vann FM. Hvassi var alla tíðina eitt sindur frammanfyri, og á mál­inum var munurin ein báts­ longd. Erla Kongsdóttir var eina bátslongd aftanfyri Beintu, og eftir avrikinum á Norðoyastevnu at døma verður tað ivaleyst millum hesar tríggjar, at kapp­ ingin um FM fer at standa. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Tað vóru teir báðir bátarnir úr Suðuroy, sum kappaðust um fremsta plássið í dreingja­róðr­ inum. Firvaldur av Tvøroyri var fyrstur á mál, og eina lítla báts­ longd aftan á var tað Royndin Fríða úr Vági. Á næstu plássunum var tað sera tætt millum Spógvan, Fipuna Føgru og Tambar. Í genturóðrinum stóð kapp­ ingin millum Ørnina úr Sanda­ vági, Blik av Argjum og Royndina Fríðu úr Vági, og tað vóru tær úr Sandavági, sum vóru fyrstar á mál. trondur@sosialurin.fo Vágsdreingir takkaðu fyri seinast 5-MANNAFØR DREINGIR Spildurnýggja Royndin Fríða megnaði hesa ferð tað, sum akkurát kiksaði fyri einum ári síðani Firvaldur og Ørnin best í barnaróðrinum BARNARÓÐUR Firvaldur av Tvøroyri vann dreingjaróðurin, og Ørnin úr Sandavági vann genturóðurin Hvassi beit frá sær 5-MANNAFØR GENTUR Tá ið av tornaði var ein bátslongd frá teimum av Oyri og aftur til tær úr Miðvági nordlysid.fo Barnaróður dreingir 1 Firvaldur . . . . . . . . . . . . 7 2 Royndin Fríða . . . . . . . . . . 6 3 Spógvin . . . . . . . . . . . . . 5 4 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . 4 Barnaróður gentur 1 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . 7 2 Blikur. . . . . . . . . . . . . . 6 3 Royndin Fríða . . . . . . . . . . 5 4 Hulda . . . . . . . . . . . . . . 4 5 mannafør dreingir 1 Royndin Fríða . . . . . . . . . . 7 2 Jallurin . . . . . . . . . . . . . 6 3 Blikur. . . . . . . . . . . . . . 5 4 Drekin . . . . . . . . . . . . . . 4 6 mannafør kvinnur 1 Gongurólvur . . . . . . . . . . 7 2 Hvessingur. . . . . . . . . . . 6 3 Jarnbardur . . . . . . . . . . . .5 4 Herningur . . . . . . . . . . . . 4 5 mannafør gentur 1 Hvassi . . . . . . . . . . . . . . 7 2 Beinta . . . . . . . . . . . . . . 6 3 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . 5 4 Spógvin . . . . . . . . . . . . . 4 5 mannafør kvinnur 1 Jallurin . . . . . . . . . . . . . 7 2 Junkarin . . . . . . . . . . . . . 6 3 Blikur. . . . . . . . . . . . . . 5 4 Beinta . . . . . . . . . . . . . . 4 6 mannafør menn 1 Riddarin . . . . . . . . . . . . . 7 2 Lómur . . . . . . . . . . . . . . 6 3 Smyril . . . . . . . . . . . . . . 5 4 Tvørabáturin. . . . . . . . . . 4 8 mannafør 1 Argjabáturin. . . . . . . . . . 7 2 Ørvur. . . . . . . . . . . . . . 6 3 Nevið Reyða . . . . . . . . . . 5 4 Kvívíkingur. . . . . . . . . . . 4 10 mannafør 1 Klaksvíkingur . . . . . . . . . . 7 2 Vestmenningur . . . . . . . . . 6 3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . 5 Støðan í FM 2011