mánadagur 6. juni 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Svangaskarð, Toftir
Pulsurin slær títt og kalda veðrið
er eina løtu gloymt. Teir gott og
væl 900 áskoðararnir síggja út til
at fáa fullan valuta fyri váta túrin
inn á Svangaskarð. Fyrri halvleikur
er hálvrunnin og maðurin við fýra
talinum hjá Slovenia gongur tungu
leiðina av vøllinum. Slovenia hevur
aftur rent seg í eitt ódnarveður á
Svangaskarði.
Daniel Udsen spælir bóltin
fram til Jóan Sìmun Edmundsson,
sum letur bóltin fara og brádliga
er Christian L. Holst leysur móti
málinum. Hann verður eltur av
Marko Suler, sum endar við at fella
Silkeborg framherjan stutt uttan
fyri brotsteigin. Fríspark og reytt
kort!
Missa stevið
Frísparkið er á áleið somu støðu,
sum tá Øssur Hansen fyri skjótt
11 árum síðani javnaði í evstu løtu.
Sjálvur stóð Øssur Hansen inn
ballaður í einum B68-jakka og krok
aði aftanfyri pressuboksina. Har
frá sá hann okkara skjóta bóltin í
einum bleytum boða uppum málið.
Vit tóku ikki av møguleikanum
og løtu seinni er mál í hinum
endanum.
– Eg hevði heldur vilja fingið eitt
mál í støðuni, enn at teir fingu ein
mann útvístan. Málini telja meir og
tað sóu vit eisini í dystinum. Fyrsta
málið hjá teimum koppar dystinum
á og har frá duga teir væl at gera
tað trupult fyri okkum, segði Brian
Kerr eftir dystin.
Gott lag í hálvleikinum
Í hálvleikinum er lagið gott og vónin
um at fáa stig er framvegis góð. Vit
hava spælt eins væl, um ikki betri,
enn Slovenia. Vit eru ein maður í
yvirtali, men eru eitt mál afturúr.
Men seinni hálvleikur er bara ein
minutt gamal, tá vit gera sjálvmál
eftir horna. 2-0 til Slovenia og teir
takka fyri og leggja seg at verja.
Føroyska liðið hevur 172 rættar
avleveringar eftir málið, men ongin
førir til mál. Í fyrra hálvleiki hava
vit 78, men skapa fýra ella fimm
góðar málmøguleikar.
Dysturin endar sum eitt vónbrot,
men sjáldan hevur føroyska lands
liðið verið so væl við í einum dysti
og tapt. Men niðurstøðan er at tað
eru málini, sum telja.
trondur@sosialurin.fo
Vildi heldur
Brian Kerr:
A-landsliðið Vit vóru omaná í 24
minuttir, men so fekk Slovenia reytt
kort. Landsliðsvenjarin er ikki í iva um,
at hann hevði heldur vilja fingið málið,
enn at teir fingu reytt kort í støðuni. Vit
taptu upp á tvey býtt og bílig mál, sigur
Sigfríður Clementsen, viðmerkjari
Reyða kortið (24.)
Daniel
Udsen
Christian
L. Holst
Marko
Suler
(reytt kort)
Jóan Símun
Edmundsson
(letur fara)
Sigfríður Clementsen
um reyða kortið:
Spælið, ið førir til reyða kortið, er
gott. Vit sóu fleiri ferðir í dystinum,
at Jóan Símun og Christian Holst
funnu væl hvønn annan. Vit hava ikki
sæð líknandi samanspæl í føroyska
álopinum í fleiri ár. Men tað hevði
verið betri um vit fingu mál, heldur
enn at teir fingu ein mann útvístan.
Vátt
Grasvøllurin á Svangaskarði var serstakliga vátur
eftir áhaldandi regn mest sum allan dagin.
Vinstrumegis sæst liðskiparin, Fróði Benjaminsen,
í glíðandi takling á slovenska Bacinovic
Myndir: Álvur Haraldsen
Føroyar - Slovenia
0
Mál
2
6
Skot á mál
6
6
Skot við síðuna av 3
5
Horna
6
11
Gjørd fríspørk
11
2
Gul kort
0
0
Reyð kort
1
(www.uefa.com)