Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65 Sosialurin Ítróttarblaðið r havt málið 1-0 málið (28.) 10 Einar T. Hansen 23 Jóhan T. Davidsen Frísparkið er sum so óneyðugt at gera. Einar T. Hansen lesur innleggið skeivt av og fær tí ikki høvdið á bóltin og so endar tað við at Jóhan T. Davidsen kemur at leggja hann fyri føturnar á Tim Matavz. Málið kemur undir persónligar feilir. Seinna málið drepur dystin fyri okkara viðkomandi. Samstarvið millum Jákup Mikkelsen og verjuna kiksar og tað setur Rógva Baldvinsson í eina torføra støðu. Hann fær lítla tíð at umráða seg í og endar so við at gera sjálvmál. Aftur persónligar villur, ið kosta dýrt. 2-0 málið (46.) 10 Rógvi Baldvinsson (sjálvmál) Einar T. Hansen Jákup Mikkelsen Brian Kerr rakti steymin á høvdið við upplegginum, tí teir fyrstu 24 minuttirnar eru vit betri. Uppleggið broytist tá teir fáa ein mann út­ vístan og somuleiðis leggja seg á odda. Fyrsta broytingin á liðnum kemur tá Daniel Udsen verður skaddur. Eg var eitt sindur bilsin av, at Atli Danielsen ikki var við frá byrjan, men í akkurát hasi støðuni hevði eg kanska umhugsað at fingið onkrar aðrar eginleikar á liðið. Atli er ein frálíkur fótbóltsspælari, men styrkin hjá honum liggur í tí verjukenda spælinum. So kanska tað hevði givið meira, um hann hevði sett eitt nú Christian R. Mouritsen, Súna Olsen ella Boga Løkin inn. Viðvíkjandi Rógva Baldvinsson, so spældi hann ein góðan dyst. Hann spældi væl áðrenn sjálvmálið og kom eisini fyri seg eftir tað. Tað eru ikki allir, ið høvdu megnað tað. Um meiningin við Rógva Baldvinsson er, at hann í framtíðini skal spæla á landsliðnum, so er tað rætt av Brian Kerr at geva honum møguleikan. Tí fyrr ella seinni skal verða fyrstu ferð, men tíverri máttu vit gjalda ein dýran lærupenga á hesum sinni. Avgerðin at skifta Christian L. Holst út kom eitt sindur illa við, tí um vit skuldu fáa mál, so var tað sannlíkt at tað fór at koma frá honum ella Jóan Símuni Edmundsson. Um Brian Kerr tók hann út fyri at spara hann til komandi dystin, so merkir tað eitt ella annað stað, at hann ikki trúði upp á tað fríggakvøldið. Men samanumtikið eitt góðkent avrik. trondur@sosialurin.fo Taktiska avrikið hjá Brian Kerr R: Rættar avleveringar S: Skeivar avleveringar (Fyrri hálvleikur / Seinni hálvleikur) Jákup Mikkelsen R: 7 / 14 = 21 S: 0 / 0 = 0 1 Rógvi Baldvinsson R: 5 / 27 = 37 S: 2 / 5 = 7 5 Daniel Udsen R: 16 / 0 = 16 S: 3 / 0 = 3 6 Einar T. Hansen R: 6 / 28 = 34 S: 10 / 16 = 26 3 Pól J. Justinussen R: 9 / 11 = 20 S: 3 / 6 = 9 8 Jónas T. Næs R: 6 / 12 = 18 S: 6 / 5 = 11 2 Hjalgrím Elttør R: 5 / 13 = 18 S: 6 / 1 = 7 9 Jóhan T. Davidsen R: 4 / 19 = 23 S: 0 / 2 = 2 4 Christian L. Holst R: 4 / 3 = 7 S: 4 / 2 = 6 11 Fróði Benjaminsen R: 8 / 15 = 23 S: 0 / 2 = 2 7 Jóan S. Edmunsson R: 7 / 14 = 21 S: 0 / 0 = 0 10 Súni Olsen R: 0 / 2 = 2 S: 0 / 2 = 2 17 Atli Danielsen R: 0 / 24 = 24 S: 0 / 5 = 5 12 Chr. R. Mouritsen R: 0 / 3 = 3 S: 0 / 0 = 0 15 Tølini geva eina mynd av einum dysti, har vit í fyrra hálvleiki hava nógv færri avleveringar, men skapa væl meir. Vit skapa fýra ella fimm góðar møguleikar við bara 78 røttum avleveringum. Millum teir mest skapandi leikararnar á vøllinum, var Daniel Udsen við 16 røttum og bara trimum skeivum. Hóast Jóan Símun Edmundsson og Christian L. Holst ikki hava tær nógvu avleveringarnar, so riggaði samanspælið hjá teimum framúr. Christian L. Holst er í einum flokki fyri seg á landsliðnum, meðan Jóan Símun Edmundsson, sum hevur leikbann í morgin, blívur betri og betri fyri hvønn dyst. Í seinna hálvleiki kemur før­ oyska landsliðið upp á 172 rættar avleveringar, eftir tølinum hjá Sosialinum. Flestar hevur Einar T. Hansen á vinstra bakki. Hann hevði bara seks rættar avspælingar í fyrra hálvleiki, meðan hann hevur 28 rættar í seinna hálvleiki. Eisini Rógvi Baldvinsson, sum spældi næstur Einari í miðverjuni, hevði nógvar rættar avleveringar, 27. Tað gevur eina greiða mynd av at slovenar ikki løgdu verjuna undir sama trýstið, sum í fyrra hálvleiki, tá hasir báðir menninir hava samanlagt 11 rættar avleveringar. Í hini síðuni hevur Jónas T. Næs væl færri avleveringar og tað vísur, at uppspælið fyri tað mesta gekk gjøgnum vinstru síðu. Á miðvøllinum gekk væl hjá Fróða Benjaminsen at sleppa sær av við bóltin. Bara tvær av hansara sendingum endaðu hjá mótstøðuliðnum. Her skal havast í huga, at tá er talan ikki um tá hann eitt nú fær høvdið á bóltin eftir málspark ella tvídyst. Eisini Atli Danielsen hevði nógvar rættar avleveringar á miðvøllinum við 24 røttum og fimm skeivar. Millum tær 24 var ein fríspæling til Fróða Benjaminsen, sum tíverri ikki skoraði. Pól J. Justinussen spældi sín fyrsta dyst á vinstra miðvøllinum, meðan Hjalgrím Elttør var meiri eyðsýndur í seinna hálvleiki, við 13 røttum og bara einari skeivari. Tá telja innlegg ikki sum avleveringar. Útspørk frá málinum telja ikki sum avleveringar. Tølini tala: Útskifting: (45.+2) Útskifting: (75.) Útskifting: (81.) Rættar: 78 – 172 = 250 Skeivar: 35 – 53 = 88 Sigfríður Clementsen: Sigfríður Clementsen: