Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tað fyrsta, sum landsliðsvenjarin dregur fram, er avrikið hjá ungu spælarunum. – Teir fingu møguleikan og tóku av. Teir stóðu einki aftan fyri garv­ aðu landsliðsspælararnar. Ungu spælararnir er framvegis nakað lættir og skulu hava størri vøddar fyri at standa seg í nærdystunum. Tað kemur upp á pláss, sigur Dia Midjord. Føroyar taptu tvær ferðir fyri Luksemburg um vikuskiftið. Leygar­ dagin spældu liðini í Kollafirði, og sunnudagin í Vestmanna. Føroyar taptu við einum máli í fyrra dyst­ inum, og við fýra málum í gjár. Høvuðsmunurin í báðum dystunum var, at føroyingarnir eru ikki saman­ spældir. Føroyska liðið gjørdi fleiri óneyðug mistøk, umframt at álops­ spælið var lítið skipað. Tað merktist eisini, at føroyska landskappingin fór í summarfrí fyri gott og væl tveimum mánaðum síðani. Mót­ støðumenninir vóru betri fyri krops­liga. Landsliðs- venjarin er bjartskygdur Hondbóltslandsliðið Dia Midjord, landsliðsvenjari, er farin undir eitt ættarliðsskifti á føroyska hondbóltslandsliðnum. Hann er sannførdur um, at Føroyar hava eitt fantastiskt landslið um tvey ár, sum hann tekur til Áki G. Olsen, VÍF, er millum teir fimm føroysku landsliðsleikararnar, sum eru drúgvir í altjóða høpi’ Mynd: Álvur Haraldsen Gestirnir úr Luksemburg vóru í betri venjing enn føroysku spælararnir Hondbóltur: