mánadagur 6. juni 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Fáir eru eftir
Tað eru bara fimm búnir spælarar
í
landsliðshópinum.
Heini
Hanusarson, Finnur Hansson, Áki
G. Olsen, Sveinur Justinussen og
Áki Dal-Christiansen eru einastu
leikararnir, sum eru drúgvir í lands
liðshøpi. Hinir eru ungir spælarar,
sum hava fáar landsdystir á baki.
Uppgávan hjá landsliðsvenjar
anum er at spæla nýggju spælar
arnar á liðið. Teir smæddust ikki
burtur í landsdystunum um viku
skiftið. Tað er ein av orsøkunum til,
at Dia Midjord hevur góðar vónir
um, at ættarliðsskiftið fer at eydn
ast væl.
– Eg eri sannførdur um, at Før
oyar hava eitt fantastiskt hond
bóltslandslið um tvey ár. Tá hava
spælararnir fleiri royndir, og teir
verða í betri venjing. Eg vænti, at
føroyska manslandsliðið verður í
stórari menning næstu mánaðirnar,
sigur Dia Midjord.
Úrslitið hevur týdning
Fyrstu ferð, at Dia Midjord og Kári
Nielsen høvdu evstu ábyrgdina
av
føroyska
manslandsliðnum
var í oktober 2007, tá Føroyar
tóku lut í Challenge Trophy. Tá
taptu
føroyingarnir
við
seks
málum fyri Luksemburg, 25-31.
Landsliðsarbeiðið er sett í meira
fastar karmar síðstu árini. Úrs
litini hesaferð geva eisini ábend
ingar um, at føroyska landsliðið
er í framgongd, heldur landsliðs
venjarin.
– Úrslitið hevur sjálvsagt týdn
ing, tá tú spælir landsdyst. Vit
fegnast heldur ikki um úrslitini
hesaferð. Eg kundi hugsað mær,
at dystirnir vóru spældir fyri ein
um mánað síðani. Nakrir av før
oyingum vóru ikki í nóg góðari
venjingar, og tað ávirkar dystirnar.
Tað var tað einasta, sum var galið
um vikuskiftið, sigur Dia Midjord.
Kappingin í Luksemburg endaði
fyri fýra vikum síðani.
uni@sosialurin.fo
FØROYAR – LUKSEMBURG 21-22 (14-8)
Høllin í Kollafirði
Dómarar: Christian Ramberg og Håkon Klever, Noreg
Føroyar: Bjarti Hansen, VÍF, 4, Heini Hanusarson, Neistin, 4, Dánjal Tórgarð, H71, 4, Rógvi Sørensen, H71, 2,
Joen Pauli Høgnesen, 2, Hans Áki Dal-Christiansen, Kyndil, 2, Sveinur Justinussen, 1, Rúni Fossdal, VÍF, 1, Finnur
Hansson, Neistin, 1.
Luksemburg: Dany Szholten 9, Max Kohl 6, Alen Zekan 3, Christian Boeh 2, Frank Link 1 og Ben Zeimetz 1
Dómarar úr Norra: Christan Ramberg og Hávard Kleven
FØROYAR – LUKSEMBURG 24-28 (12-13)
Høllin í Vestmanna
Dómarar: Christian Ramberg og Håkon Klever, Noreg
Føroyar: Rógvi Sørensen, H71, 3, Heini Hanusarson, Neistin, 3, Finnur Hansson, Neistin, 3, Dánjal Tórgarð, H71, 3,
Høgni Klein Olsen, Kyndil, 3, Tróndur Kragesteen, Holte, 3, Joen Pauli Høgnesen, VÍF, 2, Hans Áki Dal-Christiansen,
Kyndil, 2, Rúni Fossdal, VÍF, 1, og Sveinur Justinussen, 1.
Luksemburg: Max Kohl 6, Michel Kulbicki 6, Dany Szholten 5, Alen Zekan 3, Ben Zeimetz 3, Erik Schroeter 3,
Frank Link 1 og Daniel Scheid 1
Rógvi Sørensen, H71, fekk seks mál í landsdystunum um vikuskiftið
Mynd: Álvur Haraldsen