Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Heimasíðan hjá Neistanum skriv­ar, at íslendingurin og Jan Ottesen verða høvuðsvenjarar hjá KÍF næsta kappingarár. – Eg fekk tilboðið at koma til Kollafjarðar, og tá ið mær dámar væl at arbeiða við hondbóltinum, sum er spennandi og stuttligt, tók eg av. Í Kollafirði eru nógvir evnaríkir og góðir spælarar, so hetta fer óivað at vera spennandi uppgáva og harvið avbjóðing, sigur Jacob Jónsson við neistin.fo. Jacob Jónsson var leingi millum fremstu hondbólts­ snill­ingarnar í føroysku lands­ kapp­ingini. Seinastu árini hevur hann fingið seg royndan sum venj­ara. Uni Holm Johannesen Tað er somuleiðis greitt, at Neistin, VÍF, Team Klaksvík, H71 og Kyndil hava aðrar venj­ arar, tá farið verið undir næsta kappingarár. Hjalmar Klein Olsen hev­ ur fyrr vant VÍF. Hann vann fleiri meistaraheitir við vest­ menningum sum spælari. Jón­leif Sólsker hevur áður havt evstu ábyrgdina av mansliðnum hjá Kyndli, VÍF og StÍF. Hann var drúgvur sum spælari og vann mong meistaraheitir, serliga við Kyndli. Henrik Gerster var høvuðs­ venjari síðsta kappingarár. KÍF: Tony H. Weyhe, Niklas Reginson, Rúni Joensen, Hans Eli Sigurbjørnsson VÍF: Bjarti Hansen, Joen Pauli Høgnesen, Áki G. Olsen Neistin: Ári E. Dam, málverji, Bartal T. Kamban, málverji, Finnur Hansson og Heini Hanusarson Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen og Høgni Klein Olsen H71: Dánjal Tórgarð, Rógvi Sørensen StÍF: Sveinur Justinussen Holte, DK: Tróndur J. Kragesteen Jacob Jónsson fær ábyrgdina av KÍF Hondbóltur Jacob Jónsson, sum var hjálparvenjari hjá Neistanum síðsta kappingarár, skal nú syrgja fyri, at kollfirðingar vinna seg upp á ovastu rók í føroyskum hondbólti Heri Simonsen Heima í Slovenia verður Marko Hladnik, sum lesur málfrøði á uni­versitetinum í Utrecht í Niður­ londum, roknaður fyri at verða tann fremsti serfrøðingurin, tá tað kemur til vitan um Føroyar, og før­ oysk viðurskifti í síni heild. Marko Hladnik hevur saman við turkisku unnustu sínari verið og vitjað í Føroyum. Og vóru tey uppá pláss á Svangaskarði, og sóu dystin millum Føroyar og Slovenia fríggjakvøldið. Sjálvur viðsti Marko Hladnik einki um Føroyar, fyrr enn Føroyar og Slovenia endaðu í sama undankappingarbólki til HM í 2002. Hann staðfestir, at Føroyar fingu veruliga eina viðurkenning í Slovenia, aftaná minniliga 2-2 javn­ leikin á Svangaskarði á seinsumri í 2000. Áðrenn returdystin á heysti í 2001, skrivaði Marko Hladnik eina stóra grein um Føroyar í einum av teimum størstu bløðunum í Slovenia. Og Marko Hladnik er ikki í iva: – Høvdu tit ikki tikið lut í altjóða fótbólti, so høvdu kanska bara eitt ella tvey prosent av slovenum vita, at tit vóru til. Tá hevði bara verið talan um »skandinavistar« – norðurlendskar entusiastar. Takk­að verið tykkara luttøku í undankappingum í fótbólti, so veit, ið hvussu er annar hvør sloveni, at Føroyar eru til. So um úrslitini kanska ikki koma á vøllinum, so síggjast onnur úrslit aðrastaðni. Marko Hladnik vitjar í Rásarúminum í Vágsbotni í morgin klokkan 11.15. heris@sosialurin.fo Kyndil hevur sett nýggjar venjarar Hondbóltur Tað verða Hjalmar Klein Olsen og Jónleif Sólsker, sum standa á odda fyri besta mansliðnum hjá Kyndil næsta kappingár Uttan fótbólt vóru Føroyar ókendar í Slovenia Fótbóltur Hetta staðfestir slovenski Føroya-serfrøðingurin, Marko Hladnik Landsliðshópurin Hondbóltur Hesir umboðaðu Føroyar í landsdystunum móti Luksemburg um vikuskiftið Føroya-serfrøðingurin, Marko Hladnik