Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65 Sosialurin 25 heimið bert eitt av mongum, har ein við lítlari hjálp kann gera stórt gagn. Ein partur av hesi vinartænastuni er at tryggja børnunum at tey fáa gott í beinið við røttum kosti. Skipað er soleiðis fyri, at ungfólk úr samkomuni koyra út higar eina ferð um vikuna fyri at práta við børnini, gera húsið reint, og skifta tað sum skiftast skal. Soleiðis hava tey gjørt í longri tíð, og soleiðis koma tey eisini at gera eina tíð enn, líka inntil mamman kemur aftur. Hvønn dag bíða børnini spent eftir, um nær hon kemur. Kanska er hon komin tá hesar reglur verða lisnar. Kanska kemur hon í morgin. Kanska kemur hon als ikki heimaftur. Maarin hevur av sonnum tikið ábyrgd fyri systkjum sínum. Hann er einsamallur í verðini á ein hátt. Men hann var heppin, tí onnur hava hjarta fyri honum og lagnu hansara. Hevði nú bara mamma komið heim! d av fýra systkjum Moldova Liggur millum Rumenia og Ukraina. Íbúgvaratal: 4,1 mió. Minst 1 mió arbeiðir í øðrum londum. Landið fekk sjálv­stýri í 1991. Er í dag fá­tækasta landið í Europa, við eini miðal­ inntøku uppá 1900 dollara um mánaðin (2005). Høvuðsstaður: Chisi­nau við 1 mió íbúgv­um. FAKTA FAÐIR- OG MÓÐUR­LOYSINGAR Tey fimm børnini í húsinum eru fegin um at fáa hjálp uttanífrá - vinstrumegin Sabina, Adriana, Paul, Shugar og tann 14 ára gamli "pápin" í húsinum, Maarin. Uttan hann - og uttan hjálp frá pastor Vitalie - hevði neyvan verið nøkur framtíð fyri hesi børnini