mánadagur 6. juni 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
26
Sosialurin
Kjak
Opið bræv
til nevndina
fyri Listasavn
Føroya og
Mentamála
ráðið
Vit, undirritaðu harmast stórliga um bókina "SEKEL
FÆRØSK KUNST I HUNDREDE ÅR. ONE HUNDRED
YEARS OF FAROESE ART", sum vit halda vera ov sub
jektiva og ósemjuliga til, at hon kann virka sum tann
almenna føroyska listasøgan, ið hon skal eitast at vera.
Listaviðgerðin í bókini hevur slagsíðu til fyrimuns fyri
nøkur ávís listafólk, men til bága fyri onnur, ið verða
lýst úr einum negativum sjónarhorni. Útsagnirnar
um Grafiska Verkstað Føroya á síðu 326, har leiðarin á
verkstaðnum verður nevndur við navni sum partamaður
við tey (ónevndu) listafólkini, ið ikki vildu samstarva við
fyrrverandi Listasavnsstjóran, kunnu als ikki góðtakast,
ei heldur kunnu vit góðtaka, at listastríðið verður lýst á
so partískan og avmarkaðan hátt, sum tað gjørt í bókini
við smáum seks reglum. Bókin er á donskum og enskum
og kann við einsíðaðu viðgerð síni av føroyskari list verða
Steinprenti og føroysku listini til óbøtandi skaða.
Vit vilja fegin hava eina frágreiðing frá nevndini fyri
Listasavn Føroya um hvussu tað ber til, at henda bókin
er komin út, eyðsýniliga uttan nakra skilagóða ritstjórn. Í
øðrum lagi vilja vit vegna Steinprent og tey illa viðfarnu
listafólkini hava eina umbering og eitt lyfti um, at bókin
ikki verður týdd til føroyskt og givin út við tekstinum í
verandi líki.
Við hávirðing
Jan Andersson
Fríða Matras Brekku
Zacharias Heinesen
Bárður Jákupsson
Tróndur Patursson
Torbjørn Olsen
Tóroddur Poulsen
Rannvá Kunoy
Marius Olsen
Hansina Iversen
Olivur við Neyst
Bárður Oskarsson
Brandur Patursson
Birgir Kruse
Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen
Kinna Poulsen
Inger Smærup Sørensen
Elin Josefina Smith
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir
Andrias Andreassen
Tummas Jákup Thomsen
Gunnar Hoydal
Bjørn Kunoy
Herluf Lützen
Búgvi Poulsen
Carl Jóhan Jensen
Hanni Bjartalíð
Hjördis Haack
Hans Pauli Olsen
Súsan í Jákupsstovu
Oddfríður Marni Rasmussen
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Sunleif Rasmussen
Javnaðarflokkurin fegnast
um nógvu góðu stórmálini
Javnaðarflokkurin fegnast
um tey góðu úrslit, sum eru
komin burtur úr tí serstøku
politisku støðuni, sum hev
ur valdað nú eina tíð, har
Javnaðarflokkurin og Sam
bandsflokkurin hava sitið
í eini minnilutasamgongu,
tí
Fólkaflokkurin
kastaði
ábyrgdina frá sær og rýmdi
úr landsstýrinum.
Samtyktirnar í løgtingin
um hesa vikuna hava víst,
at hetta hevur verið til stórt
gagn, tí í einum skipaðum
samstarvið
við
Tjóðveldi
hevur tað borið til at framt
fleiri megnarmál, sum Javn
aðarflokkurin er sera glaður
fyri.
Arbeiðsskapandi
játtanarkarmar:
Játtanarkarmarnir
fyri
2012-16 eru samtyktir, í høv
uðsheitum eftir tí leisti,
sum landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum og formaður
Javnaðarfloksins
hevur
skotið upp, og sum er gjørt
uppaftur betri við semjuni
millum
Javnaðarflokkin,
Sambandsflokkin og Tjóð
veldi, so tað er vaksið um
íløgurnar við fleiri arbeiðs
skapandi verkløgum og við
tilsvarandi minking av ar
beiðsloysinum út um landið.
Samstundis er ein leistur
lagdur fyri, hvussu vit á ein
tryggan og skilagóðan hátt
tillaga raksturin av sam
felagnum og styrkja inntøku
grundarlagið, so vit fáa vent
undirskotinum
á
fíggjar
lógini til eitt yvirskot í 2016.
Góðar høvuðs
raðfestingar:
Høvuðsraðfestingarnar í játt
anarkarmunum í 2012 eru fyri
barnafamiljurnar, sum fáa
ein hækkaðan barnafrádrátt,
fyri útbúgvingarøkið, har øll
skikkað verða tryggjað pláss á
miðnámsskúlunum umframt
fleiri
lestrarpláss
innan
maritimu
útbúgvingarnar
og
á
Fróskaparsetrinum.
Tilbúgvingartrygdin verður
styrkt við munandi upprað
festing av tyrlutilbúgvingini.
Íløgurnar til skúla-, almanna-
og heilsuverkið verða verða
øktar munandi. Samstundis
fekk fólkaskúlin eina eyka-
játtan, sum tryggjar, at skúlin
fær virkað og ment seg og
neyðugt rúm til at fremja
bygnaðarligar broytingar.
Landssjúkrahúsið,
Psykiatriskur Depil og
Klaksvíkar Sjúkrahús:
Hetta er av sonnum ein sól
skinssøga,
at
stórfingna
verklagslógin um útbygging
av
Landssjúkrahúsinum
við nýggjum Psykiatriskum
Depli er samtykt, eins og
neyðugi peningurin fram
til 2016 er avsettur við játt
anarkarminum.
Somuleiðis er íløgujáttanin
til nútíðargerð av Klaksvíkar
Sjúkrahúsi økt munandi.
Skúladepil í Marknagili
og Matvøruskúli
í Klaksvík:
Byggingin
av
nýggjum
skúladepli í Marknagili kann
nú rættiliga fara ígongd,
við samtyktini av broyttu
verklagslógini og av fígg
ingini við samtyktu játt
anarkarminum. Somuleiðis
er peningur settur av til út
bygging av Tekniska skúla í
Klaksvík til nýggju matvøru
útbúgvingina.
Sosialpolitiskar
verklagslógir:
Tríggjar
sosialpolitiskar
verklagslógir er samtyktar,
sum tilsamans útvega stuðul
og bústaðir til 60 børn og
vaksin við serligum tørvi:
- bygging av stovni í Eyst
uroynni til børn við fjøl
breki,
- bygging av sambýli í Tórs
havn til fólk við sálar-
sjúku, og
-
bygging av vardum bú
staðum í Norðoyggjum
og Eysturoy.
Nýtt havrann
sóknarskip:
Verklagslógin um bygging
av nýggjum havrannsóknar
skipið er samtykt og pen
ingurin settur av á játtanar
karmunum, so vit endaliga
kunnu fáa nútímansgjørt
hetta alneyðuga amboðið,
sum Føroyar sum Fiski
vinnutjóð ikki kunnu vera
fyriuttan. Samstundis vil
hetta vera ein tann størsta
ítøkiliga granskingaríløgan
í áravís.
Styrkja samferslu
kervið í útjaðarinum:
Í játtanarkarminum er pen
ingur settur av m.a. til Hval
biartunnilin, nýggja ferju
til Skúvoyarleiðina og eina
loysn við Viðareiðisvegnum.
Mentunarpolitisk
framlop:
Í samtykta játtanarkarminum
verður gjørt eitt rættiligt
mentunarpolitiskt framlop,
við nýggjum raðfestingum
m.a.: - at seta størri ferð
á verkætlanina um Tjóð
pallin, - at fyrireika nýtt
Tjóðsavn við at samskipa
øll søvnini í eini nýggjari
felags byggiverkætlan, - at
útbyggja Kringvarpshúsini,
so samansjóðað sjónvarp
og útvarp kunnu virka í
sama húsið, - og at fremja
verkætlanina
um
hvala
støðina við Áir – umframt
verkætlanina um mentunar
húsið Salt .
Skjøtil settur á
nýggjan fiski
vinnupolitikk:
Javnaðarflokkurin hevur í
semju við Sambandsflokkin,
Tjóðveldi og Framsókn lagt
lunnar undir nýggjan fiski
vinnupolitikk,
sum
m.a.
sæst aftur í avgerðini um
makrelfiskiveiðina fyri 2012
og friðingartiltøkum viðv.
ungfiski. Málið er økja um
virðisskapanina í føroysku
fiskivinnuni, og at skipa alla
veiði í føroyskum sjóøki, so at
hon í seinasta lagi í 2015 skal
verða fiskað samsvarandi
búskaparliga og lívfrøðiliga
burðardyggum krøvum.
Arbeiðsmarknaðar
politiskt framstig:
Tað er eisini at fegnast um,
at umsíðir eydnaðist tað
Javnaðarflokkinum í sam
starvi við Miðflokkin og
Tjóðveldi at fáa samtykt
uppskotið um, at eisini tíma
lønt skulu kunna fáa lønar
endurgjald við barnsins
fyrsta sjúkradag.
Samanumtikið
Rætt er, at politiska støðan
hevur verið heldur ógreið,
síðani vit fingu minniluta
samgonguna.
Javnaðar
flokkurin fegnast tó um, at
vit stóðu fast um fíggjar
karmarnar og onnur mál,
sum í síðsta enda fekk
Fólkaflokkin at rýma úr
samgonguni. Hetta hevur
givið
okkum
serstakliga
góðar møguleikar fyri at
fáa fleiri javnaðarpolitisk
hjartamál og onnur góð mál
við, samtykt í Løgtinginum,
Føroya fólki at gagni – mál,
sum vóru blokerað undir
ABC-samgonguni.
Tað
er
røðin av góðum málum
omanfyri eitt prógv um.
Hartil er avtalað gjørd
millum
Javnaðarflokkin,
Sambandsflokkin og Tjóð
veldi, at landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum, Aksel V.
Johannesen,
á
Ólavsøku
skal leggja uppskot fyri
tingið, sum aftur skal gera
Húsalánsgrunnin til eitt virk
ið alment bústaðarpolitiskt
amboð,
og
harumframt
skal gjaldið til Heilsutrygd
leggjast inn í skattin, fram
um alt til fyrimunar fyri allar
teir veiku inntøkubólkarnar í
samfelagnum.
Javnaðarflokkurin
Ting- og landsstýrismanningin