mánadagur 6. juni 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
Sosialurin
Jákup Petersen
yvirlækni
Og landsstýris
maðurin John
Johannessen
legðist ikki
á boðini
Tað gekk nógv betri og
skjótari, enn eg nakrantíð
hevði væntað, tá Klaks
víkar Sjúkrahús heitti á
landsstýrismannin í heilsu
málum, John Johannessen,
um at finna okkum pening
til hølisbroytingar og reno
vering.
Í hesum døgum er ikki
lætt at finna pening. Klaks
víkar Sjúkrahús fekk at
vita, at nýggja heilsu- og
sjúkrahúsið
mátti
bíða
nøkur ár afturat orsaka av
fíggjarligu
viðurskiftun
um.
Leiðslan á sjúkrahúsin
um hevði nakrar fundir um
hetta og kom til ta niður
støðu,
at
umstøðurnar
í verandi byggningi eru
so út av lagi vánaligar, at
tørvur varð á broytingum
og renoveringum so skjótt
sum gjørligt.
Fundur varð síðani aftur
hildin við landsstúrismann,
John Johannessen, sum
heitti á okkum um at
gera eitt yvirlit og eina
kostnaðarmeting.
Hetta varð so gjørt, og
eina ella tvær vikur seinri
møtti eg John sum segði,
at alt var í lagi og, at vit
eisini fingu tann pening,
vit høvdu biðið um.
Eg var púra paff. Helt
eina løtu, at hetta kundi
ikki passa. »Tað skal líka
góðkennast«, smíltist John.
So
skjóta
málsviðgerð
minnist meg ikki at hava
upplivað.
Vit hava í mong ár havt
eitt sera gott samarbeiði við
Heilsumálaráðið – men her
var eg bilsin. Eg veit væl,
at tað skal meira enn ein
politikari til at fáa sovorið
ígjøgnum, men uttan ein
jaligan og skjóttarbeiðandi
landsstýrismann
kann
málsviðgerðin taka mánaðir
og ár.
Eina stóra tøkk til tín
John!
Hvørja heildarætlan hevur
SSL at halda seg til?
Jákup av Skarði
– og hevur SSL sett sær eina
ætlan frameftir?
Tað hevði verið framúr at
fingið at vita, um Strandfara
skip Landsins hevur nakran
livandi tjans at gera sítt
arbeiðið til fulnar, ella um
landsins mynduleikar bert
fóðra SSL og Føroya fólk við
"slutur fyri slatur"! Um SSL
harafturat hevur eina visón,
kundi tað lætt um vónirnar
hjá fólkunum, ið hava valt
at búleikast á oyggjunum, ið
ikki hava vegasamband.
Tíanverri er tað nú vorðið
gerandiskostur, at oyggjafólk
klandrast um slíkt, ið Løgtingið
við einum pennastrokið kundið
fingið av skafti! Harafturat
hevði hetta pennastrok fyrst
givið mongum familjum mat
í munnin, síðani tryggjað
Kalsoy, Skúvoy, Sandoy og
Nólsoy trygga farleið, fyri
harafturat at vinna Føroyum
"know-how" í skipasmíð!
19. januar 2011, varð eg
ógvuliga
optimistiskur
-
kanska ov optimistiskur - og
helt, at nú fór at bragdað.
Sosialurin og Johan Dahl
bóru góð tíðindi um nýggju
ferjuna til Nólsoyarleiðina og
hetta varð langt undan val
fyrireikingum, fíggjarlóg og
øðrum jonkasligum lovorðum.
Ja, eg veit, eg havi verið
optimistiskur frá tí, at vit fyri
mongum árum síðani høvdu
fundir við SSL, við Tórshavnar
Skipasmiðju (sum hon tá at)
og við Jacob Vestergaard.
Men mangir floksformenn
og politikkarar í ymsum val
skeiðum, hava borið fram
tørvin á tryggari farleið um
Nólsoyarfjørð.
Hvat er nú at gera? Er
onkur, ið ikki veit svar til tann
spurningin, so loyvi eg mær
at siga mína hugsan: "Føroya
fólk hevur longu goldið eina
millión
fyri
skitsuprojekt.
Nú er eftir at nýta einar tvær
milliónir til detail-projektering
og síðani tvey fylgjandi ár við
20 milliónum. Verður hetta
sett í gongd nú, so siglir nýggja
ferjan um fjørðin á vetri 2012!"
Hví skal hetta gerast?
Tí! Nú standa nólsoyingar
aftur og ivast um bilurin slepp
ur inn aftur, um handilsvøran
skal handast í land, um øll
sleppa við tá ið báturin siglir,
um rørslutarnað sleppa heim,
um jarðarferð kann skipast í
respektivum umstøðum, og
um farandi er um fjørðin.
Tí! Strandfaraskip Land
sins hevur hava tørv á einum
eykaskipi, soleiðis at Kalsoy,
Sandoy, Skúvoy og Nólsoy
kunnu verða vís í at gestir
og íbúgvar sleppa trygt til og
frá sum ferðaætlanin lýsir.
Hetta uttan at flest allar
farleiðir skulu umskipast, tá ið
tøkniligir trupulleikar eru við
yngsta skipinum í flotanum.
Tí! Sam er eisini gomul
ferja. Við at byggja nýggja
ferju til Nólsoyar, er væl
møguligt at bæði skrokkur og
motorar kunnu "kopierast" til
nýggja ferju í Norðuroyggjum.
Løgtingið hevur víst á tørvin
at føroyingar duga at smíða
føroyska bátin. Men hvar er
tørvurin á læra seg at smíða
ferjur? Hvar er tørvurin á at
sniðgeva? Hvar er tørvurin á
at skipa alt tað sum hevur við
elektronkikk, samskiftið og
navigatión? Hvar er tørvurin á
at síggja frameftir og visionera
um bátasmíð til onnur lond?
Um Løgtingið avgjørdi at
byggja nýggja ferju til Nóls
oyarleiðina, so hevði Ternan
verið eykaskip. Um Ternan
lá á Vestmanna, so var helst
bert talan um ein tíma frá tí
at Teistin fekk trupulleikar til
Ternan traðkaði til.
Tí eru einastu ráð: Byggið
nýggja ferju til farleiðina
um Nólsoyarfjørð, so eru
trupulleikar loystir og vón er
fyri framman - longu í des.
2012!
Sjálvboðin samanlegging í Streymoy?
Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
– Persónliga meti eg úrslitið
av fólkaatkvøðuni at vera
bæði gleðiligt og positivt. At
vit fáa eina stóra kommunala
eind
í
Streymoynni
er
bæði gott fyri Tórshavnar
kommunu og fyri Føroya
land, sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn.
– Frammanundan arbeiðir
stórur partur av fólkinum
í økinum í Havn, og tað
er bara ein fyrimunur við
eini stórari kommunalari
eind, har skattapeningurin
verður verandi í kommununi,
ístaðinfyri sum nú at fara úr
kommununi.
– Vestmanna og Kvívík
eru vælútbygd øki, og per
sónliga meti eg tað positivt,
at bygdirnar kunnu gerast
partur av Tórshavnar komm
unu, soleiðis at vit í felag
kunnu lyfta tær mongu upp
gávur, sum nú verða lagdar
út á kommunurnar.
– Eg óttist als ikki eina
fólkaatkvøðu í Havn, tí eg
kann ikki ímynda mær nakra
serliga mótstøðu ímóti, at
gott og væl tveytúsund fólk
aftrat koma uppí komm
ununa. Tað er onki at vera
bangin fyri. Afturfyri fáa vit
eitt stórt og vælútbygt øki
uppí kommununa.
– Persónliga síggi eg tað
sum ein stóran fyrimun, at
Kvívík og Vestmanna komm
unur verða innlimaðar í
Tórshavnar kommunu, tí
ikki bara verður lættari at
lyfta í felag, men vit koma at
standa sterkari í kappingini
móti útheiminum um bæði
vitan og vinnu. Og eg meti
eisini heimildina til sam
anleggingina at vera í lagi.
Tað,
kommunurnar
m.a. hava at halda seg til
í hesum sambandi, er so
kallaða
grøna
álitið
frá
1998, har staðfest verður,
at
”útsynningsstreymoyar
kommuna” sum ein nátúrlig
landafrøðilig eind fevnir um
Vestmanna, Kvívíkar, Kolla
fjarðar, Tórshavnar, Kirkju
bøar, Nólsoyar og Hests
kommunur.
Í aðrar mátar er løgtingslóg
nr. 12 frá 2007 um sjálvbodnar
kommunusamanleggingar
einasta galdandi lóg á økinum.
Har verður gjørt vart við, at
sjálvbodnar samanleggingar
eru heimilaðar í økinum,
og beinleiðis staðfest, at
Vestmanna
og
Kvívíkar
kommunur hava valfrælsi,
hvørji eind tær vilja vera
partur av.
Málið verður nú lagt fyri
Tórshavnar býráð. Heðin
Mortensen roknar við, at
borgarstjórarnir í teimum
báðum kommununum møta
at greiða frá teirra støðu,
áðrenn farið verður undir
eina politiska viðgerð av
málinum.