mikudagur 8. juni 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Nú er trupulleikin við útláti
frá olju í maskinrúmum
loystur.
Tað er ein føroyskt ment
oljuskiljaraloysn, ið tekur
sær
av
trupulleikanum.
Tað er væl kent umborð á
skipi, at maskinmenninir
ofta dragast við høvuðpínu
orsakað av dampinum frá
oljuni, sum altíð sivar niður í
kjølin, har tað ikki slepst eft
ir henni.
- Eitt slag av transport
bandið gongur niður í kjølin,
og so stendur tað og koyrir
spakuliga.
Á
transport
bandinum er eitt slag av
máttu, sum sýgur oljuna upp,
ið síðani verður kroyst úr
máttuni aftur, greiðir Conrad
Gaard
Joensen,
rakstrar
leiðari á Strandferðsluni frá.
Í dag verða skip mestsum
ikki smíðað við kjøli meira,
men eru flatbotnað, so har
uppstendur trupulleikin við
kjølvatni ikki.
Manningin
umborð
á
Strandfaraskipunum letur
stak væl at skipanini.
- Umhvørvið er eitt heilt
annað at koma í. Eingin
oljudeymur er í maskinrúmi
num, og tú kennir tegn ógv
betri, siga maskinmenninir
umborð á Ternuni.
Sum nevnt hava Sam og
Ternan roynt skipanina í
eina tíð, og hon hevur virkað
heilt eftir ætlan.
Umborð á Mærsk
Tað er maskinmeistarin, Kaj
Joensen úr Vági, og maskin
verkfrøðingurin, Napoleon
Danberg, ið arbeiða við olju
útskiljarunum.
Tað var Kaj Joensen, sum
fyri fimm árum síðani byrj
aði at menna skipanina.
- Tað hevur verið broytt
og justerað »hen ad vejen«,
men nú haldi eg, at skipanin
er fult ment, sigur Kaj Joen
sen.
Higartil verður skipanin
royndarkoyrd umborð á 11-12
skipum, harímillum einum
farmaskipi hjá Mærsk.
- Afturmeldingin hevur
verið ógvuliga positiv, men
eitt nú Mærsk hevur verið
tungt at dansa við. Tað vísir
seg, at størri reiðaríini eru,
tyngri eru tey at fáast við,
sigur Kaj Joensen.
Hinvegin sigur hann, at
nú Mærsk hevr roynt skipan
ina umborð á einum av sín
um skipum í eitt ár, hava teir
gjørt av at taka hana umborð
á eitt skip aftrat.
- Fáa vit fótin innum hjá
Mærsk, kann tað merkja ar
beiði í fleiri ár fram í tíðina,
sigur Kaj Joensen.
Týðandi test
Oljuútskiljarin hevur verið
til eina test umborð á Tjaldri
num.
- Vit testaðu alt frá
dieselolju til tungolju, og
virðini vóru væl undir há
markinum. Vit komu heilt
niður á 3 ppm (parts per
million), og tað er sum nevnt
væl undir markinum, sigur
Kaj Joensen.
Tað er Norsk Veritas, sum
hevur kravt hesa testina,
sum kann gerast avgerandi
fyri møguleikarnar við olju
útskiljaranum.
- Vit hava havt følarar úti í
Noregi, men tað er trupult at
koma inn á tann marknaðin.
Hinvegin hava vit ikki nakað
rættiligt sølulið enn, men
verður úrslitið av testini so
gott, sum vit vænta og vóna,
kann ferð koma á innan
stutta tíð, sigur Kaj Joensen.
Komandi
mánaðirnar
skulu teir seta oljuútskiljarar
umborð á 4-5 skip aftrat.
- Tað hevur ikki rættiliga
verið tíð at fingið eitt sølulið
upp at standa enn, men vit
hava fingið patentið góðkent
í eini 10 londum í Europa. So
seint sum í morgun hava vit
fingið boð um, at Holland,
Frakland og Ongland hava
góðkent patentið. Vit hava
eisini søkt um góðkenning í
USA, Kina og Japan, men har
hava vit ikki fingið svar enn,
sigur Kaj Joensen.
Hálvt ár
Sum nevnt hevur tað stóran
týdning, um Mærsk veruliga
tekur skipanina til sín. Men
at teir velja at seta hana í enn
eitt skip hjá reiðarínum kun
di bent á tað borðið.
- Mærsk saman við úrs
litinum av testini fara at
hava stóra ávirkan á møgu
leikarnar at selja skipanina.
Men verður testin nøktandi
fyri Norsk Veritas, kunnu
vit verða klárir at fara undir
veruligt søluarbeiði innan
hálvt ár, metir Kaj Joensen.
Hann nevnir eisini, at eitt
av meira spennandi skip
unum, sum roynir oljuút
skiljaraskipanina er Norð
borg.
- Eisini har hava vit fingið
positivar
afturmeldingar,
so vónandi fer fimm ára ar
beiði nú veruliga at bera
frukt, sigur Kaj Joensen, sum
eisini við hepnari hond hev
ur ment eitt annað til váta
elementið, nevniliga svimjar
an Pál Joensen, sum hann er
pápi at.
Føroyskur
oljuútskiljari
stór suksé
Millum onnur strandfaraskipini Sam og Ternan hava
í eina tíð roynt føroyska oljuskiljaran, sum heldur
kjølvatnið púra reint, við sera góðum úrsliti
Oljuútskiljarin er royndur umborð á fleiri skipum í longri tíð, millum
annað umborð á Ternuni, har hendan myndin er tikin
Mynd: Álvur Haraldsen
Oljuútskiljarin virkar sum eitt transportband, sum koyrir spakuliga alla tíðina
Tað er Kaj Joensen, sum eigur hugskotið
til nýggju oljuútskiljaraskipanina
Mynd: Jens Kristian Vang