mikudagur 8. juni 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66
8
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Skiparin á Arctic Viking,
Bjarni Petersen, er onga
løtu í iva um, at útlutanin
av makreltilfeinginum er
størsta skandala í føroyskari
fiskivinnusøgu – ein skan
dala, sum fer av bakkastokki
nú 20. juni, tá hin fyrri part
urin av olympiadiska fiski
skapinum eftir makreli fer
at byrja.
- Sum út sær í løtuni,
verður skommin fullkomin,
tá 40.000 tons av ogn Føroya
fólks við kunngerð verða
søplað
burtur
til
minst
møguligan
prís,
ringastu
dygd – og til minst møguligt
arbeiði á landi í Føroyum.
Bjarni
Petersen
sigur,
at soleiðis, sum hann sær
makrelmálið í løtuni, koma
í minsta lagi 18 skip at liggja
klár at loysa hin 20. juni,
tá fiskiskapurin eftir fyrra
helmingi av felagskvotuni
byrjar.
- Onnur 18 skip eru eisini
meiri ella minni klár, men
kunnu ikki loysa, tí teimum
vantar reiðskap.
Tvey samdøgur
Bjarni Petersen ímyndar sær,
at øll hesi fyrstu 18 skipini
kasta beinanvegin so skjótt,
sum klokkan er farin av mid
nátt hin 20. juni.
- Øll hála nøkulunda í
senn, og tá eini tvey samdøg
ur eru farin, eru tey fyrstu
20.000 tonsini av makreli
uppfiskað.
Skiparin spyr, hvar skipini
tá skulu landa hesi umleið
20.000 tonsini?
- Teir, sum møguliga liggja
á feltinum, klára ikki at taka
ímóti, og Faroe Pelagic í
Kollafirði klárar í mesta lagi
at taka ímóti 1500 tonsum
um døgnið.
Hann vísir á, at nú eru
tveir møguleikar eftir – antin
at koyra makrelin í ”køstin” í
Fuglafirði ella í onkran ann
an ”køst” í Íslandi.
- Eg stúri fyri, at ein stórur
partur av hesum fyrstu
20.000 tonsunum verða land
að fyri 2-3 krónur fyri kilo í
staðin fyri umleið 9 krónur
fyri kilo.
Bjarni Petersen sigur, at
spádómar hava annars verið
um, at prísurin fyri frystan
makrel í august kanska fer
heilt upp í einar 16 krónur
fyri kilo!
- Eg haldi, at hetta nærk
ast tí, sum eigur at merkja
misálit á sitandi stjórn fyri
søplan av landsins ognum,
sigur hann.
Seinni partur
Skiparin á Arctic Viking stúr
ir fyri, at seinni parturin av
olympiadiska
makrelfiski
skapinum verður ikki stórt
øðrvísi, enn hesin fyrsti part
urin verður.
- Tá kemur ein umbygdur
kinverskur
”supertankari”,
sum arbeiðir eini 1500 tons
um døgnið – og eini trý onn
ur útlendsk móðurskip – at
liggja klár at taka ímóti
makreli. Úrslitið fyri okkum
føroyingar verður stórt sæð
hitt sama. Føroysk skip koma
at avreiða makrelin til hesi
risaskip fyri umleið 3 krónur
fyri kilo – og vinningurin fer
at liggja hjá útlendingum,
spáar Bjarni Petersen.
Hann heldur, at tá liðugt
er, og øll hesi 40.000 tonsini,
sum verður felagskvota, eru
fiskað, kunnu vit spyrja,
hvørjir vinnararnir vóru.
- Svarið verður, at øll tap
tu – og at ogn Føroya fólks
gjørdist nummar sjokk, sum
hann tekur til.
Og skiparin leggur aftrat:
- Er tað ikki ræðuligt at
hugsa sær, at okkara kosnu
menn og kvinnur – við
hampiligum skili – skulu
kunna gera slíkt. Og so hend
ir slíkt enntá í Føroyum, har
fólk skuldu havt hampiligt
skil fyri fiskiskapi.
Bjarni Petersen vísir á, at
nógvar ávaringar hava verið
frá skilafólki um ikki at bera
so í bandi.
-
Nei,
okkara
kosnu
myndugleikar hava heldur
valt at lurtað eftir væl skúl
aðum fólki – við slett ongum
skili fyri fiskivinnu, og hetta
kemur helst at kosta før
oyska samfelagnum 100-tals
miljónir krónur í virðum,
sum soleiðis verða søplað
burtur, sigur skiparin.
Makrelkvotan
uppfiskað eftir
fáum døgum
- Eg haldi, at fólk als ikki hava gjørt sær greitt, hvussu langt úti tað er, at landsins virðir, sum makrelurin er,
soleiðis verður søplaður burtur. At ein so stórur klumpur verður lutaður út sum felagskvota, kemur at merkja,
at fyrsti partur av ”olympiaduni” helst verður liðugur eftir tveimum samdøgrum. Eg haldi, at hetta nærkast
tí, sum eigur at merkja misálit á sitandi stjórn fyri søplan av landsins ognum, sigur føroyskur rækjuskipari
Eg stúri fyri, at ein stórur partur
av hesum fyrstu 20.000 tonsunum
verða landað fyri 2-3 krónur fyri kilo í
staðin fyri umleið 9 krónur fyri kilo
BJARNI PETERSEN