Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66 Sosialurin Vilmund Jacobsen Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jó­han Dahl, sigur, at ein kunn­ gerð um fiskiskapin av felags­kvotuni av makreli verð­ur lýst fyrsta dagin, og síðan verður klárt hjá skip­um, sum fáa loyvi at fiska av felagskvotuni, at fara á makrelveiði. Hann sigur, at tey 38.200 tonsini, sum verða felagskvota, pluss tey 3.250 tonsini, sum lógu eftir frá í fjør – ella til­sam­ ans 41.450 tons – verða lýst í eini og somu kunn­ gerð. - Fiskiskapurin verður í tveimum. Fyrri partur av kvotuni kann fiskast frá 20. juni til 20. juli – og síðan kann seinni part­ ur­in fiskast frá 20. juli og út­e­ftir. Landsstýrismaðurin sig­ur, at 25 oyru skulu rind­ast fyri kilo av hesi nøgd, og gjaldast skal í sein­as­ta lagi nakrar dagar eftir landing. - Øll skip undir før­ oysk­um flaggi hava loy­ vi at søkja um at slep­pa at fiska av hesi kvotu, og umsóknirnar um at sleppa at fiska eru nógvar úr flestu øllum pørtum av fiski­flotanum, sigur hann. Jóhan Dahl vísir á, at pelag­is­ki flotin hevur fing­ið síni 35.000 tons, sum skipini ikki skulu gjalda fyri – meðan tey skulu gjalda 25 oyru av hvørj­um kilo fyri tey sein­ nu 22.000 tonsini, sum tey sleppa at fiska. - Havstovan hevur fyri­bils fingið 3.000 tons at ráða yvir til royndir, og eisini av hesi nøgd skulu gjaldast 25 oyru av hvørjum kilo, sigur lands­ stýris­maðurin í fiski­ vinnu­málum, Jóhan Dahl. vilmund@sosialurin.fo Jóhan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at tað verður klárt hjá skipum at fiska av fyrra partinum av felagskvotuni hin 20. juni sum ætlað Klárt at loysa hin 20. juni - Tað verður klárt at fiska av fyrra helminginum av felagskvotuni hin 20. juni, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Gongdar leiðir Áðrenn vit sleppa Bjarna Peter­sen, veit hann at siga, at í fjør fekk eitt íslendsk rækju­skip eina makrelkvotu á 2000 tons, sum teir frystu um­borð og seldu fyri góðan prís. - Í ár hevur íslendska fiski­ vinnu­umsitingin tillutað sama skipi eina kvotu, sum er 50% størri enn kvotan var í fjør, tí skipið prógvaði, at tað ber til at fáa stór virðir úr hesum tilfeingi, um rætt verð­ur atborið. Skiparin heldur tað virku­ liga vera grátuligt, at hetta stóra makreltilfeingi, sum í ár fall føroyingum í lut, í so stóran mun verður sø­pl­að burtur í skilaleysum olympi­ ad­isk­um fiskiskapi, har tað ræð­ur um at fiska sum mest – upp á stytstu tíð fyri at fáa so stóran lut í tilfeinginum sum gjørligt. - Tað er eyðvitað, at aðrir og skilabetri møguleikar høvdu verið at troytt og gagn­nýtt hetta virðismikla til­fei­ngi, sigur Bjarni Pet­er­sen. vilmund@sosialurin.fo Í fjør fekk eitt íslendsk rækjuskip eina makrelkvotu á 2000 tons, sum teir frystu umborð og seldu fyri góðan prís. Í ár hevur umsitingin tillutað sama skipi eina kvotu, sum er 50% størri, tí skipið í fjør prógvaði, at tað ber til at fáa stór virðir úr hesum tilfeingi, um rætt verður atborið, sigur Bjarni Petersen - Okkara myndugleikar hava valt at lurta eftir væl skúlaðum fólki – við slett ongum skili fyri fiskivinnu. Hetta kemur helst at kosta føroyska samfelagnum 100-tals miljónir krónur í virðum, sum soleiðis verða søplað burtur, sigur skiparin, Bjarni Petersen