Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66 10 Sosialurin Lagt til rættis: Árni Joensen So bersøgin er ES-nevndin í einum notati, sum hon hevur skrivað um búskaparstøðuna í Danmark. Nevndin ásannar, at 2020-politikkurin hjá stjórn­ini kann hava jaliga ávirkan á gongdina, men nevndin sigur, at hetta er ikki nóg mikið, og at tað er neyð­ ugt við fleiri búskaparligum ný­skipanum. ES-nevndin heldur, at hallið hjá tí almenna er ov stórt, og at politikararnir noyðast at tátta meiri, enn teir hava gjørt. Men hon heftir seg eisini við skuldina hjá tí einstaka dananum. Nevndin sigur, at danir hava stórar skuldartrupulleikar, og at hetta kemst lutvíst av skattasteðginum hjá stjórn­ini og lutvíst av teim­ um avdráttarfríu lánunum. Nevndin sigur, at hendan sam­anrenningin gjørdi, at húsaprísirnir fóru upp ígjøgnum við tí úrsliti, at fólk standa í stórari skuld. ES-nevndin sigur, at tað hevði verið rætt við fleiri búskaparligum nýskipanum nú, tí trupulleikarnir av skuldini kunnu gerast upp­ aftur størri, um rentan hækk­ar. Ger hon tað, verður tað truplari hjá fólki at røkja lánini, og tað kann enda við, at fólk mugu flyta, og at húsini fara á tvang. skrivar ES-nevndin millum annað. Hjá íslendingum var tað ivaleyst serliga hugaligt, at stór feløg sum Exxon Mobil, Conoco Phillips, Statoil og Total høvdu sent umboð til fundin. Blaðið Vísir ger nógv burturúr, at Exxon Mobil var á fundinum. Blaðið vísir á, at fyri stuttum gjørdi Exxon Mobil av at taka lut í einari leitiboring í føroyskum øki saman við Statoil og Atlantic Petroleum seinni í ár, og blaðið heldur tað vera áhugavert fyri íslendingar, at øll trý feløgini vóru á fundinum í Stavanger. Tá íslendingar fyrstu ferð góvu oljufeløgum møguleikan at leita eftir olju á Drekaleiðini, vóru tað bara norsku feløgini Sagex Petroleum og Aker Exploration, sum vístu áhuga, men bæði tóku síni tilboð aftur. Ein talsmaður fyri orkustovnin sigur við Vísir, at hann dugir ikki at siga, um nakað ella kanska fleiri av teimum feløgunum, sum vóru á fundinum í Stavanger, fara at gera vart við seg, tá leitiloyvini verða boðin út. Feløgini, sum í hvussu er vístu áhuga fyri fundinum, vóru sambært Vísi Atlantic Oil, Conoco Phillips, Exxon Mobil, Faroe Petrolium, Sagex Petrolium, Statoil, Total og Tullow Oil. Íslendingar hava gjørt av at bjóða fleiri leitiøki út tann 1. august, og fáa feløgini freist til tann 1. februar næsta ár at koma við sínum tilboðum. Stórur áhugi fyri íslendskari útbjóðing Átta oljufeløg, teirra millum nøkur av teimum størstu, møttu, tá íslendski orkustovnurin helt kunnandi fund í Stavanger mánadagin um ta næstu útbjóðingina á Drekaleiðini Danir skylda ov nógv Danir skylda meiri enn fólk í næstan øllum hinum ES-londunum, og av tí at nógv av skuldini er avdráttarfrí lán við skiftandi rentu, kann skuldin hótta alt tað danska fíggjarkervið Bláa lónið ger gott Á hvørjum ári vitja fleiri túsund fólk íslendska jarðhitavatnið Bláa lón­ ið, og tey, sum hava verið í vatninum, munnu hava sannað, at løtan kendist væl. Bláa lómið er kent víða um heimin, og í ein­ari nýggjum yvirliti hjá sjónvarpinum CNN er Bláa lónið á áttanda plássi millum tey bestu heilsubótarstøðini í heim­inum. CNN sigur í metingini, at ein vitjan í Bláa lóninum gagnar bæði likami og sál. Ovast á listanum er Terme de Saturnia, sum er kent heilsubótarstað og golfpláss í Italia. Ósketni er ofta kriminalitetur Í framtíðini kunnu norskir fiskimenn, sum bróta veiðireglurnar, ikki rokna við at sleppa so lætt við at umbera seg við ósketni, mistaki ella slíkum. Í einari frágreiðing, sum Lisbeth Berg-Han­ sen, fiskimála­ráðharri, hevur bílagt, stendur, at í fleiri førum er ikki talan um ósketni ella mistøk, men harafturímóti um tað, sum líkist skipaðum kriminaliteti. Hetta hev­ ur ráðharrin tikið til eftirtektar, og tí skulu brot á reglurnar eisini rev­ast samsvarandi hes­ um, skrivar Aften­post­ en. Sambært frágreið­ ingini arbeiða fiski­ menninir ofta saman, tá teir fara uttan um regl­urnar, og tí eru fleiri fiskimenn ofta sekir í sama broti. Vilja hava laksakvotu Grønlendingar vilja sleppa at fiska villan laks. Teir vísa á, at tey seinastu árini er støð­ ugt meiri laksur komin inn ímóti landi, og tað taka teir sum eitt tek­ in um, at stovnurin er komin so væl fyri seg, at grundarlag er fyri vinnuligum fiski-skapi. Grønlendsku fiski­menn­ inir vísa á, at teir og før­ oy­ingar góvust at fiska laks fyri at verja stovnin, meðan onnur lond hildu fram við fiskiskapinum. Ane Hansen, lands­ stýrismaður í fiski­vinnu­ málum, ásannar, at meiri laksur er í grønlendskum sjógvi nú, og hon sig­ ur, at landsstýrið fer at umhugsa eina møgu­liga kvotu til heima­markn­ aðin. Norðuratlantiski laksa­felags­skapurin NASCO hevur havt fund í Grøn­landi teir seinastu dag­arnar. Alt ov nógvir húsaeigarar í Danmark hava avdráttarfrí lán Mynd: Árni Joensen