mikudagur 8. juni 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66
12
Sosialurin
Nøvn
Andreas Elmo Thomsen
f. 28.mai 1928 – d. 31. mai 2011
in memoriam
Nú fækkast í vinaskara,
nú fjølgast hitt fagra lið,
har vinirnir feigir fara
at finna hin æviga frið.
Stórá still og syrgin rennur
sína søguríku leið,
eina hon hvønn mannin kennir,
sum á hennar steinum steig.
Tíðarflóð um foss er farin,
áarstreymur hevur sætt
úr vøggubeð í kikjugarðin,
lív og deyða, ætt úr ætt.
---
Í dag hon syrgir farna sonin,
sum her livdi dast av tíð,
dygst við á var heimalonin,
hann nú gamal búði í.
Faðirleysur hann seg menti
væl til vitran mentamann,
sum so trúgvur starv sítt tjenti,
at tú ongan betri fann.
Skúlamaður av teim bestu
hann sum ættmenn góður bleiv,
um hann ei var, sum tey flestu,
hægstu rók hans skúli kleiv.
Einsamallur millum manna,
vinaleysur ei hann var,
kæti hans, vit máttu sanna,
brá av besta viti bar.
Hollur oss hann mangan vísti
makaleyst sítt bjarta vit,
altíð ljóst hans pera lýsti,
har hon okkar lív gav lit.
Merkismaður frá er farin,
sanna mugu mong við mær,
eftir vallar eina varðin,
hann so stillur setti sær.
---
Andreas Elmo tøkk for løtur,
vit øll fingu tær við lið,
til tú fórst av foldarfløtu:
“Kæri vinur, hvíl í frið!”
---
Stórá still og syrgin streymar
sína søguríku leið,
murrar manni kenslur eymar
nú ei meir á stein hann steig.
Stórá rennur oman garða,
oman dal í saltan sjó,
laðar manni minnisvarða,
dygst við á har smátta stóð.
Tíðarflóð úr fjall til strandar
myndar lív og lívsins lag,
oss í huga vinin gandar,
sum nú hvílir undir flag.
pmp
Mikudagin fyrsta juni doyði
tann vælkendi útisetin og
fyrrverandi stjórin, Svend
Thulesen, 82 ára gamal.
Svend, sum var av dansk
ari ætt, kom sum bara tíggju
ára gamal smádrongur og
elstur av trimum systkjum
til Vágs, har pápi hansara
var settur í prestastarv, stutt
fyri kríggið. Børnini lærdu
skjótt føroyskt, og Svend
tók preliminerprógv bara
fjúrtan ára gamal. Við tað,
at skúlin í Vági enn ikki var
heilt
viðurkendur,
mátti
sjálv eksamineringin vera
á Tvøroyri. Hann arbeiddi
eitt stutt skeið á Gørðunum
í Vági, men fór niður til Dan
markar beint eftir kríggið og
meldaði seg, sum so nógvir
aðrir føroyingar á Akadem
isk studenterkursus, haðani
hann tók studentsprógv í
1947. Hann las á Handilshá
skúlanum og gjørdist civil
økonomur í 1954; arbeiddi
síðani á Colgate/Palmolive-
fyritøkuni, inntil hann 1960
kom til Nordafar í Grønlandi
sum stjóri. Seks ár seinni
bleiv hann settur sum ovasti
leiðari av P/f J.F. Kjølbro í
Klakksvík, har hann kom at
arbeiða í ein heilan mans
aldur.
Hann giftist í 1951 við
Astu Gaard, sum eisini var
vágbingur og tey fingu dóttr
ina Randi, sum hevur arbeitt
í meira enn 25 ár á Tí før
oysku
Social-ráðgevingini
í Kjøpinhavn. Í 1999, tá ið
konan doyði, flytti Svend
niður aftur til Kjøpinhavnar,
har hann hevur búð síðani
og havt eina sera aktiva pen
sionistatilveru.
Vit komu at kennast í
studentatíðini síðst í 50´un
um. Sjálvt um Svend var
liðugur kandidatur, var
hann javnliga at síggja í
útisetafeløgunum, serliga í
Sankta Ólavs kirkjuliði og
í Tí kristiliga Ungmanna
felagnum, sum helt til í tá
verandi KFUM, tætt við
Nørreport. Men hann kom
eisini í Føroyingafelag og
onkuntíð í Studentafelagið.
Atli Dam og Svend Thule
sen búðu báðir í Hvidovre.
Tað var bara eitt steinkast
millum teirra. Svend búdi á
Kettegårds allé, sum er ein
síðugøta til Arnold Nielsens
boulevard, har Atli búði.
Teir høvdu døturnar í sama
barnahava og fingu ofta eitt
intensivt politiskt prát við
dyrnar, tá ið Svend heimtaði
Randi, og Atli heimtaði
Helenu. Við tað at Atli og eg
sóust javnliga, kom eg eisini
at hitta Svend nakrar ferðir
úti í Hvidovre, og sjálvandi
prátaðu menn um poli
tikk. Sjálvt um Svend ofta
rósti tí vælskipaðu social
demokratisku kommununi,
Hvidovre, hevði eg varhugan
av, at hann var borgarligur
sambandsmaður. Tí gjørdist
eg bæði fegin og ovfarin, tá ið
eg í 80´unum frætti, at hann
varð valdur í Klakksvíkar
býráð sum javnaðarmaður.
Tað er eingin ivi um, at tað
socialdemokratiska samfe
lagið hjá Viggo Kampmann
og Jens Otto Krag hevði havt
sína stóru ávirkan á Svend
Thulesen.
So skjótt sum Svend hevði
etablerað seg av nýggjum
sum útiseti og pensionistur
í Kjøpinhavn, kom hann aft
ur at vitja í Sankta Ólavs
kirkjuliði, og vit valdu hann
til grannskoðara hjá meinig
heitsráðnum. Hartil gjørdist
hann okkara fasti orðstýrari
á tí árliga aðalfundinum. Vit
høvdu eitt framúrskarandi
gott samstarv við Svend tey
ellivu árini, hann arbeiddi
fyri okkum í tí føroyska
meinigheitsráðnum við Sám
alskirkjuna.
Tað var altið hugaligt at
skifta orð við hann aftaná
guðstænastuna í kryptuni í
Sámalskirkjuni, har hann m.a.
fortaldi um sínar barnadagar
í Vági. Men hann fortaldi eis
ini um sítt fjøllbroytta otium
sum
pensionistur.
Hann
ferðaðist nógv og víða um,
bæði í Europa og í Suður
amerika. Hann vildi alsamt
orientera seg og hava nýggja
informatiónir, og tað gevur
lívskvøldinum tað størsta
innihaldið.
M.a. hevði hann fyri fáum
árum síðani verið ein túr í
Berlin, og ta ferðina vendi
hann støðugt aftur til. Hann
var so hugtikin av býnum við
ánna Spree, at hann næstan
hevði tað eins og danska
skaldið Klaus Rifbjerg, sum
sigur: »Den by bliver man
aldrig færdig med«. Vit
kundu tosa í tímavís um
Berlin. Og eg eri rættiliga
vísur í, at hevði lív og heilsa
verið, so hevði kuffertið hjá
Svend skjótt verið pakkað
aftur til Berlin. Hann kendi
eisini væl sangin hjá Marlene
Dietrich: Ich hab´noch einen
Koffer in Berlin. Vit kundu
havt ynskt fyri Svend, at
hann hevði náað og upplivað
einaferð enn at spáka á Kur
fürstendamm. Men tann bil
andi heilsan loyvdi honum
bara at ímynda sær tað upp
livilsi í hugaheiminum.
Við hesum reglum fari eg
at lýsa frið yvir minni um ein
hábærsligan, distingveraðan
og korrektan mann, sum
hevur sett stór spor bæði úti
og heima.
Virgar T. Dalsgaard
Ein umhildin útiseti
er slóknaður