Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66 Sosialurin Kjak »Trúarfrælsi« í stjórnar­ skipanini Keddi meg ein dagin og skimmaði nýggju stjórn­ arskipanarlógina ígjøg­ num. Og tá eyguni høvdu flutt seg aftur og fram eina løtu, so segði heilin knappliga: “Hey! Hetta er sku ikki rætt”. Opinberingin kom, tá eg var komin til punkt 5, sum snýr seg um trúarfrælsi. 66.6% av innihaldinum er ein mótsøgn, meðan tey sein­astu 33.3% eru ok. §15. “Trúarfrælsi”  Undir trúarfrælsi eru trý punkt, harav tvey eru bein­ leiðis skeiv, tá talan er um trúarfrælsi: “1.Øll eiga rætt at trúgva og útinna sína trúgv á tann hátt, tey vilja.” Hetta er sum so í lagi, hóast har manglar eitt: “... so leingi fólk ikki gera skaða á onnur fólk og ognir hjá øðrum”, í endanum á setninginum. Punkt 2 og 3 eru hinvegin beinleiðis mótsetningar, tá tað snýr seg um trúarfrælsi. Punkt 2. ljóðar soleiðis: “(2) Løgtingið kann veita kristnitrúnni serligar sømdir tó uttan at gera seg inn á aðrar fatanir.” Her gevur mann kristin­ dóminum sersømdir fram um aðrar átrúnaðar og fatanir. Tvs. í eini paragraff, ið hevur til endamál at tryggja trúarfrælsi á jøvn­ um føti fyri allar part­ ar, velir mann at geva kristindóminum ein ser­ status framum aðrar átrún­aðar og fatanir. Og hvussu hongur tað saman, at ein ávísur átrúnaður fær serstatus, UTTAN at tað gongur útyvir aðrar átrúnaðir? Antin mugu allir átrúnaðir fáa serstatus ella ongin. Í eini lóg, sum skal vera sjálvt grundarlagið fyri føroyska samfelagnum, so hava vit krav upp á at fáa at vita, hví kristindómurin verður raðfestur hægri enn alt annað í eini paragraff, sum skal tryggja okkum, at alt er á jøvnum føti. Hetta er nakað tað sama sum at gera eina lóg, har øll skulu fáa somu løn, men so at leggja afturat, at fólk við gummiskóm, bláum kovboybuksum og einum kambi í reyvalummanum skulu fáa serligar sømdir. Punkt 3. ljóðar ikki minni mystiskt, tá talan er um trúarfrælsi: “(3) Fólkakirkjan eigur lut eftir gomlum siði og skipar seg sjálv.” Hvat merkir hetta punkt­ið? Hvønn lut og hvønn sið er talan um? Og hvat merkir tað, at hon skipar seg sjálv? Mín tulking av hesum punktinum er, at mann vil tryggja sær sínar persónligu preferansur og syrgja fyri við lóg, at mann ongantíð kann loysa kirkju frá stati... og enn einaferð staðfesta, at kristindómur verður favoriseraður framum alt annað. Tit í vara av lógar­upp­ skotinum skylda bæði mær og Føroya fólki eina frá­greiðing. Billgate Tórbjørn Jacobsen Bill Justinussen er ham­ skift­ur, síðan hann tveitti seg viljaleysan í føvningin á Jørgeni Niclasen og Fólka­ flokkinum. Aftur­róðurin hjá teimum er vorðin hans­ a­ra, og í málinum um Miðla­ ráðið hevur hann átikið sær leiklutin sum hentur apologetur hjá serliga Jógv­ ani á Lakjuni. Nú er hetta týdningarleysa mál í ferð við at gerast ein politisk krimi, og høvdu journalistiskir kapasitetir sum Carl Bernstein og Bob Woodward búleikast í Før­ oyum, so vóru vit longu væl ávegis inn í eina never ending story undir heitinum Billgate. Maðurin er helst komin í tvístøðu við sítt sermerkta veljaraklientel, eftir at hann so hjartaliga tók undir við málinum á tingi, og tað royn­ist sjáldan monnum, at ríða á tveimum rossum samstundis. Undir slíkum ambi­tiøsum herðindum hendir tað sum oftast, at brøk­urnar skrædna. Ein illa spæld sápuopra, alternativt ein sakleys um­ bering, hevði klætt mann- inum, men hann valdi leið­ ini, at skjóta miðleyst frá mjødnini ístaðin, í flokk, og nú eru øll undir ákæru fyri at hava sníkt seg fram at manuskriptinum hjá eini samdari fíggjarnevnd hetta lagnukvøldið í jólavikuni í fjør. Onkur hevur rættað í tí, eftir at semja var um álitið, og eftir at tað var undirritað, er almenna ákæran frá Bill. Tað er eitt brotsverk sum má greiðast, uppklárast, onkursvegna. Løgtingið má fínkembast á sama hátt sum Watergate-bygningurin. Lús­ hundurin, ella hundarnir, um teir eru fleiri, mega dragast til svars fyri teirra ógerðir, sum kunnu hava so álvarsligar avleiðingar fyri støðið á moralska og etiska kodexinum hjá tjóðini allari. Tá Bill í Sjónvarpinum í kvøld varð spurdur, hvør strikaði kontuna, svaraði hann duldarfullur: “Ja, tað kann man bara gita um, og tað er so ikki upp til mín at fara at siga hvør tað var, men tað var í hvussu er ikki ein samd fíggjarnevnd, sum stóð aftan fyri tað, og tað er ógvuliga harmiligt at tað hendir soleiðis.” Setningurin bendir á, at hann veit hvør viðkomandi er. Hann velur tó heldur at seta alla fíggjar­ nevndina og ikki minst løgtingsskrivstovuna undir ákæru. Tað eru einastu for­ um, sum kunnu hava verið uppi í leikinum, táið svika­ gerðin varð framd. Ikki er tað meira enn at fyrsta skriðan er lopin, nú verði eg varpaður upp í ljósið. Journalisturin spyr brádliga um Tórbjørn Jacob­ sen strikaði játtanina til Miðlaráðið. “Tað kanst tú spyrja hann sjálvan um, tað haldi eg hann sjálvur kann svara uppá (!)”, er flákrandi svarið frá Billinum. Hvør skal siga..........hann kann vera lúsakjálkin. Hetta líkist Stalin-prosessunum í tríati- árunum, spurningarnir vóru svarini, táið ein partisanur fyri og annar eftir varð avrættaður á pelotongini av órøttum, fyri at regime kundi halda fram í síni moralsku og etisku sjálvsnøgd og sjálvdefineraða valdsrúsi. Táið Eirikur síðan spyr miðflokkamannin, í fjøruni í Funningsfirði, um allir fíggjarnevndarlimir ikki eiga at vita, hvat stendur í álitinum frá nevndini, svarar Bill: “Jú, avgjørt, men tað er soleiðis, tá man arbeiðir í politikki, so hevur man vanliga álit á teimum sum man situr í nevnd saman við, og tað er púra óvanligt, at tøl fara av, av tí álitinum, sum man hevur samtykt í eini fíggjarnevnd, aftaná at man er liðugur at gera arbeiðið.” Hetta var tað. Sambært fíggjarnevndarliminum hjá Miðflokkinum eru tøl strikað í álitinum frá fíggjarnevndini, eftir at endalig samtykt var gjørd um úrslitið, og eftir at arbeiðið í nevndini var liðugt. T.v.s., at onkur hevur verið og rættað í einum undirskrivaðum áliti. Hetta er tað sum Billgate snýr seg um. Ongin fíggjarnevndarlimur kann hava rættað í álitinum, eftir at vit øll høvdu ritað tað undir, tað ber ikki til, tá er tað farið í eina aðra umsitingarliga sferu, og minn­ist meg rætt, var eg ikki liðugur við okkara egnu viðmerkingar í álitinum – Tjóðveldisins – fyrrenn kl. 19:40. Tingfundurin, har álitið varð lagt fram, byrjaði kl. 20:00, og harímillum – í hesum evarska stutta tíðar­ máli - varð álitið undir­ skriv­að. Hetta hendi hin 22. desember 2010. Fíggjarnevndin virkaði við uppskotinum í slakar tríggjar mánaðir, og eitt av málunum, sum var umrøtt, var Miðlaráðið. Skal ikki liggja omaná, at eg onki høpi síggi í, at hava hetta ráð sitandi, soleiðis sum samskiftismøguleikarnir eru samanskrúvaðir í dag. Ósensureraðar tíðarleysar loftsnældur standa til at leypa á okkum við alskins tilfari, - frægari og verri. Talaði tí fyri at taka tað av, og tað varð tikið av fleiri sólarringar fyri, at álitið varð undirskrivað. Broytingarnar í fíggjarlógaruppskotinum hjá Eidesgaard koyrdu upp og niður eftir bróstinum ótaldar ferðir, tað ráddi um at finna eina breiða semju. Hon varð funnin. Tí kann hendan broytingin ikki koma óvart á nakran, og nú Bill og onnur royndu at tváa sær hendurnar við einum broytingaruppskoti til eina eykajáttanarlóg í seinastu viku, fall málið, tingið vildi ikki vita av hesum óseriøsa arbeiðshátti, og Keisarin stóð aftur nakin. Bill má hava vitað um málið, hann skrivaði undir álitið við góðum treysti, har hann mælti tingmonnum til at strika Miðlaráðið, hann var ein av teimum ídnu, at víkja frá tíðarfreistunum við aðru og triðju viðgerð, fyri at fáa m.a. Miðlaráðið strikað skjótast gjørligt, og hann atkvøddi við pomp og prakt fyri at strika m.a. Miðlaráðið við aðru og triðju viðgerð hetta sama kvøldið - í jólavikuni í fjør. At hann fekk kaldar føtur nakrar dagar seinri, táið hann so hissini hitti onkran av sínum samsintu, kanska ein ivasaman veljara, sum var heldur meira enn lunkaður um hansara leiklut í sakini, er eitt heilt annað mál. Einaferð gekk ein danskur filmur í Glyvra Bio, sum róptist: “Bedstefar på glatis.” Tá lýst var fyri honum í Útvarpinum, høvdu oddvitarnir í losjuni misvísandi týtt heitið til: “Abbi í hálku.” Politiska hálkan undir Bill er í hvussu er óvanliga glerstoytt í málinum um horvna Miðlaráðið. Ákær­ urn­ar standa tó framvegis og bíða eftir einum føroyskum paralelli til Bernstein og Wood­ward. Teir kunnu byrja við niðurstøðuni, sum hósk­andi kundi havt heitið: “Maðurin, sum so brádliga fekk kaldar føtur.” Hergeir Staksberg