Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66 14 Sosialurin Kjak 50 tímar á dagstovni, ókey? Tað er eitt fyrimyndarliga gott tilboð at fáa í boði, at børn­ini kunnu vera ansaði í barnagarði frá kl. 06.15 til kl. 17.00. Ella er tað? Herfyri viðgjørdi Sands Kommuna, ítøkiliga ætlan um at lata barnagarðin upp klokkan 6.15 á morgni, fyri at taka ímóti børnum, hvørs for­eldur skulu norð um fjørð­ in í arbeiðs- og skúla­ørind­um. At Sands Komm­una roynir at toyggja seg fyri sínum borgarum, er væl skill­igt, men eg haldi at leik­lut­urin hjá kommununi, ið hes­um føri er sjúkuviðgerð, held­ ur enn skipan av nøkt­andi ansingartilboði. Sjúku­við­gerð sum valla bert ger seg gald­ andi í Sandoynni, ja kanska einaminst her um leiðir. Dagføring av dagstovnalógini Var sjálvur formaður í trivn­ aðar­nevnd løgtingsins, tá fyrsta dagastovnalóg okk­ ara varð evnað til. Ein av tátt­unum sum varð um­ rødd­ur, men ikki ásettur, var spurn­ingurin um rættindi barnana til foreldur síni. T.v.s. at uppihaldið á stovni ikki kundi vera meira enn eitt ávíst tímatal um vikuna. Serliga vóru íslendsk viður­ skifti, har foreldrini arbeiddu tiltikið nógv, umrødd. Breið semja var um at 40 tíma ar­ beiðsvika hevði sínar manna­ rættindaorsøkir, og lítið er at ivast í, at 9 mánaðir gamli Óli eigur í minsta lagi somu rætt­indi til foreldur síni. Tað sum ikki tóktist neyð­ugt tá, er eftir mínum tykki neyð­ ugt nú. Vit eiga við lóg at áseta eitt hámark fyri barna­ garðstíð hjá børnum okk­ara. Er samfelagið fyri børn? Eg ætli mær ikki at sáa iva um generella foreldra­før­ leik­an hjá okkum før­oy­ ing­um, tí allarflestu før­oy­ ing­ar eru ógvuliga góð­ir og umsorganarfullir móti børn­um sínum, men tíðar­ rákið setir okkum foreldur og tímatalvuna undir trýst. Veit ikki um tað eru vit for­ eldur, samfelagið ella penga­ valdið sum eru orsøkin, men mínar eygleiðingar sum borg­ari og pápi siga mær, at (alt ov) nógv børn, eru (alt ov) lítið, veruliga saman við for­ eldrum sínum. Tykist sum vit royna at skapa familj­uni eina tilveru, har for­eldrini skulu kunna vera heiman­ ífrá íalt einar 80-100 tímar um vikuna, uttan at tað skal ávirka okkara familju­við­ur­ skifti og foreldra­før­leika! Menn til húsa Er sjálvandi ein provokerandi útsøgn, men er sett upp so­leiðis tí ynski ikki er at kvinn­urnar skulu av ar­ beiðs­markn­að­in­um aftur. Hin­vegin kundu vit skipa arbeiðs­markn­aðin liði­lig­ ari so foreldur íalt kanska ar­beiddu einar 60-65 tímar um vikuna. Veit væl at trup­ ult er at generalisera. Haldi heldur ikki at vit skulu geva samfelagnum, arbeiðs­markn­ aðinum alla ábyrgdina av trýstinum. Ein stóran part av ábyrgdini eiga vit sjálvi, við øllum okkara krøvum og ynskj­um, men einki er í hesi verð sum sigur mær at tað ikki eru vit foreldur sum hava høvuðsábyrgdina av, hvussu vit velja at skipa okkara familjulív. At velja børnini í størri mun, er eisini eitt væl. Eitt væla væl. Nei takk til 40++ tímar á dagstovni! Ikki eitt øvuðgt orð um námsfrøðingar, sum uttan iva gera sítt besta at nøkta tørvin á tænastuni, men lítið er sum sannførur meg um at eitt tilboð um at fara út um dyrnar kl. 05.45 við smábørnum, er til barnsins besta. Vit eiga í størri mun at gera barnsins væl av okkum, til okkara væl av teimum! Hevur Sjálvstýrisflokkurin broytt vinnupolitiska kós? Kári P. Højgaard løgtingsmaður og framsøgumaður Sjálvstýrisfloksins í vinnumálum Eitt av mínum hjartamál­ um hevur verið fiski­vinnu­ poli­tikkurin. Tað er mær ein neyðsýn, at fáa skapt bestu umstøður og bøtt um møgu­ leikarnar hjá teimum, sum enn stríðast í hesi vinnu. Til løgtingsvalið 2004 var vinnupolitiski boðskapurin hjá Sjálvstýrisflokkinum: Høv­uðs­vinnan má hava best hugs­andi kor. Tilfeingi í havinum, ið er ogn landsins, má røkjast við varsemi og skynsemi. Meiri skal fáast burtur úr tí tilfeingi, vit hava, m.a. hátøkniúrdráttir úr fiski. Vit vilja skapa góðar karmar fyri tann vinnurekandi út­ róðrarflotan. Í valskránni 2008 var boð­ skapurin: Fiskivinnan skal tryggj­ast sum framtíðar meg­invinna, samstundis sum nýggjar vinnur verða ment­ar. Fiskivinnulóg skal end­ur­skoðast og gerast greið­ari. Landið skal fáa sín part av vinnuligum handli við fiskiloyvum (skal skiljast soleiðis, at landið skal fáa part sín part av víðarisølu). Útróð­urin skal hava góð kor, lættari skal verða at fáa smærri fiskiloyvi. Lóggávan skal tryggja, at vit gagnnýta alt fiskiríkidømið. Nú eru nýggir tónar at hoyra frá formanninum. Rakst­rarstuðul til land­ bún­aðin, serskipanir fyri fiski­vinnu, sum virka sum studn­ing­ur, spjaddir og til­ vild­arligir frádráttir- burtur við tí. Roynd hevur verið gjørd at avtaka stuðulin til mjólk. Tað vildi viðført, at mjólka­ prísirnir hækkaðu, og politik­ arar hava higartil ikki tað verið hildið ráðiligt at tyngja um korini hjá smábarna­ familjum. Afturúrsigldi sjómanna­ frádrátturin, í mun til granna­ landið Noreg, má verða ein av studningunum, ætlanin er at avtaka. Vit hava hópflýggjan úr vinnuni sum er, hava lagt fleiri tungar byrðar á vinn­ una t. d. Trygdargrunnin, dýrka gjald fyri trygdarskeið, læknakanning, herd krøv frá Skipaeftirlitinum o.s.v. Tilfeingisgjald á alla fiski­vinnu setti Tjóð­veldi á skinnaran. Við lang­tíðar­ fiski­vinnuavtaluni, eru Sam­ bandsflokkurin og Javn­aðar­ flokkurin komnir við í kórið. Tað er syrgiligt sum løg­ tingslimur at verða vitni til, hvussu fiskivinnupolitiska mótráki í Løgtinginum harð­ nar. Fegnist um, at Sjálv­stýr­ isflokkurin ikki er partur av langtíðarsemjuni. Eg taki ikki undir við til­ feingisgjaldi á alla fiskivinnu og skipan av fiskidagabúð. Tað verður heldur ikki við mínum vilja, at sjó­manna­ frádrátturin verður skerdur. Eg tók undir við, at í ár skuldi eitt gjald verða lagt á tað nøgdina av makreli, sum vit ásettu okkum meir, enn vit við samráðingum kundu rokna við at fingið tillutað. Eitt er vist, við uppboðsølu av kvotu ella døgum kann roknast við, at størsti parturin av fiskatilfeinginum fer á útlendskar hendur, gjøgnum føroyskar strámenn. Hví setur landstýris­mað­ urin ikki eina djúptøkna kann­ing í verk av veruligu eigara­viðurskiftunum í før­ oysku fiskivinnuni? Um tað er í lagi, at útlendingar eiga meir enn ein triðing í einum fiskifari, broyt so lógina til­ svarandi. Um ikki, syrg so fyri, at ásetingarnar um eig­ araviðurskiftini í lógini um vinnuligan fiskiskap verða hildnar. Sjálvstýrisflokkurin hev­ur í stevnuskrá síni, at hann er sosial-liberalur, tað er eisini galdandi vinnu­ polit­iskt. Vit tóku undir við eykajáttan til skipasmíð og tað er ein sólskinsøga, um nakrir alibátar kunnu gerast veruleiki, við at tvær báta­ smiðjur fáa prosentvísa av­ gjaldið á tilfarið aftur­borið. Eg havi umboðað Sjálvstýr­ is­flokkin í Løgtinginum síðan februar 2001. Sum umboð flok­sins í Vinnunevndini og framsøgumaður í vinnu­ mál­um hetta valskeiðið, fari eg ikki framhaldandi at góð­taka útsagnir og frá­ boð­anir á vinnupolitiska øk­in­um, ið ganga móti míni sannføring ella tí leið, flokk­ urin fyrr hevur hildið. Øll hesi ár, havi eg kent stuðul og viðurkenning frá sjálv­stýris­ fólki, fyri arbeiði á tingi. Tí fegnaðist eg um yvir­lýsingina 2. oktober seinasta ár: Landsfundur Sjálv­stýr­ is­floksins takkar frá­far­andi formanni Kára P. Høj­gard fyri ágrýtna og sann­førda tænastu í mong ár. Sjálv­ stýrisflokkurin hevur hon­um nógv at takka fyri, ikki minst at hann ongantíð gavst at standa róðurtørn í trupl­um tíðum, men helt sjálv­stýris­ kósina í øllum politiskum veðri. Flokkurin veit, at hans­ara royndir og kunnleiki koma flokkinum til góðar í mong góð ár afturat. Páll á Reynatúgvu Vit í Sosialistisk Ung ynskja felagsskapinum LGBT Før­ oyar góðan byrð. Vit taka fult undir við endamálinum hjá LGBT Føroyar: At skapa eitt rúmligari samfelag fyri samkynd, tvíkynd og transseksuell! Í Sosialistisk Ung siga vit NEI! til at gera mun millum samkynd og hinkynd í rættarskipanini. Tí vilja vit arbeiða fyri, at øll fáa somu borgarligu rættindi, eitt nú í sambandi við hjúnarlag og arv. Tað hevur stóran týdn­ ing fyri at tað skal vera livi­ ligt í Føroyum, at vit vísa tolsemi og áhuga fyri vinum, nábúgvum, starvs­feløgum og øðrum, vit liva saman við. LGBT Føroyar er ein fe­ lagsskapur, sum við posi­ tivum sinni fer til verka fyri at upplýsa um menniskju, ið hvønn dag verða bólkað vegna sín seksualitet, tí at fólk vita ikki betur. Hóast endamál felagsins er at skapa opinleika um fólk við ymiskum seksu­ali­ teti, verður hetta vónandi ein glíðibreyt til frama fyri allan ymiskleika millum okkum, sum liva her í Før­oyum. SU: Nøkur fet nærri einum rúmligum samfelag Sosialistisk Ung