Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66 Sosialurin Tobbi út á svalan Bill Justinussen Nú hevur tjóðveldi seinastu 3 mánaðirnar sitið til há­ borðs hjá tí, sum eftir er av sam­gonguni. Fyri at varð­ veita valdið nakrar mán­aðir afturat, visti løg­mað­ur sær ikki onnur ráð enn at bjóða tjóðveldi til borðs. Hetta er størsta sjálv­tøku­borð, sum enn er sæð í før­oysk­um poli­ tikki. Allir lívrættir tjóðveldis hava hesar mánaðirnar stað­ið á borðinum. So nógv hava tey skrætt í seg, at tey hava etið heming á seg. Búk­ ilskan er farin at gera um seg. Ongin hevði rokn­að við, at sambands- og javn­aðar­ flokkurin fóru at seta alla valskrá tjóðveldis í gildi við lóg - og enntá eftir so stuttari tíð. Alt frá sterti til sterkt Hesa tíðina hevur tjóðveldi verið einaráðandi í føroyskum politikki. Uppskriftin er ein­ føld. Ger løgmaður ikki, sum tjóðveldi krevur, fær hann misálit. Og løgmaður er líka­ sælur. Tað segði hann av ting­sins røðarapalli so seint sum í farnu viku. Endurgivið úr minninum segði hann soleiðis undir orða­skiftinum um at avtaka útróð­rar­flot­ an: Fólkaflokkurin hevur stýrt fiskivinnupolitikkinum seinastu mongu árini. Nú stýrir tjóðveldi. Eg kann vera líkaglaður, bara eg fái stemm­urnar. Hetta man vera mest ábyrgd­arleysa útsøgn, sum komin er frá nøkrum ríkis­ leiðara. Og slíkum hugburði ger tjóðveldi sær dælt av. Men nú man tjóðveldi hava ovetið seg. Eitt er at hava radikal sjónarmið fyri at hála rákið sín veg. Annað er at fáa undirtøku fyri øllum. Alt frá brennivíni til avgjald á makrel og friðing av út­ róðrarleiðunum. Nú verður teori brádliga praksis, og okkurt bendir á, at tjóðveldi er farið at ræðast sítt egna barn. Tobbi svalar sær á Tí má Tobbi svala sær á. Í hes­um umfari við einum lesara­brævi við heitinum billgate, sum snýr seg um eina lítla játtan á 0,17 mió. kr. til Miðlaráðið. Tá man hevur sitið í andstøðu í 7 ár og oyst gor og gall oman yvir sitandi samgongu, kann vera trupult so brádliga at skifta ham. Tí nú eru tjóðveldi og sambandið brádliga í parti. So fjálgt er tað onkursvegna at nina á knænum hjá Kaj Leo, at veruleikin kámast. Tobbi heldur onkursvegna, at hini hava skift ham, hóast tað er hann, sum hevur skift ham. Tað er ikki hvørt orð, tú skalt svara til, og ikki hvørt gildi, tú skalt fara til Eg havi alment greitt frá, hvat hendi, tá játtanin til Miðla­ráðið varð strikað av fíggjarlógini fyri 2011. Tað nýtast ikki fleiri orð og ill­ git­ingar um hetta málið. Upp­gávan hjá Miðlaráðnum er samfelagsgagnlig og neyð­ ug, og tað er politikkur Mið­ floksins at verja børn og ung móti ótálmaðum ágangi á sinnini. Tí er tað høpisleyst av Tobba at kasta mær fyri at hava virkað fyri at avtaka Miðlaráðið. Stutta søgan er, at kontan varð strikað, uttan at ein samd fíggjarnevnd hevði samtykt tað. Eitt mis­ tak hendi, og tí verður nú virkað fyri, at uppgávan frameftir kann verða røkt av Dátueftirlitinum. Borðhaldið heldur fram At Tobbi reisist frá sjálv­ tøkuborði samgong­unnar fyri eina stutta stund at svala sær á og oysa sínar frustra­tiónir yvir okkum í andstøðu er púra náttúrligt. Borð­haldið er neyvan liðugt og fram­vegis tykist, sum høv­uðs­tæn­ararnir Kaj Leo og Axel bera nýggjar lív­ rætt­ir hjá tjóðveldinum inn á borðið. Tjóðveldi dugir nú væl tann leik støðugt at hava nýggj samráðingarmál óloyst, so tað ikki fer at bera teimum til at taka undir við misáliti á løgmann. Tá kunnu tey alla tíðina siga, at eitt misálit bara verður lagt fram fyri at steðga tjóð­ veldis­politikkinum. Snilt! Eg ræðist fyri, hvat hendir eftir Ólavsøku. Súmbol­- poli­tikkur er ikki sjálv­stýris­ politikkur Sjúrður Skaale Uni Arge hevur eina grein í Sosialinum leygardagin, sum er illa fongd við mis­ skilj­ingum. Eg skal ikki gera við­merk­ ingar til allar, men tá hann sigur meg hava mælt til, at “føroyingar nú skulu ganga undir heimastýrislógina á fólkaatkvøðu”, so má eg gera eina viðmerking. Eg havi, saman við ein­um stórum meiriluta í stjórn­ arskipanarnevndini, mælt til, at okkara stjórnarskipan – millum mangt annað – skal áseta, at: 1) vit virða teir sáttmálar, sum eru galdandi, 2) vit hava fullan rætt at siga upp hesar sátt­mál­ ar, 3) eingin lóg skal setast í gildi fyri Føroyar uttan okkara samtykki, 4) alt vald í Føroyum er hjá Føroya fólki, 5) vit hava fullan rætt at skipa Føroya sum sjálv­ støðugt ríki sambært egn­ari mannagongd, 6) vit hava rætt at fara upp í millumtjóða felags- skap­ir sambært egnari mannagongd, 7) føroyskt er tjóðarmál og alment mál í Føroyum. Ótrúlig niðurstøða Hetta fær Uni Arge til, at vit í meirilutanum vilja hava, at “føroyingar nú skulu ganga undir heimastýrislógina á fólkaatkvøðu”. Og so skírir hann okkum tann “gamla sambandsvongin”. Hetta má sigast at vera ein heilt ótrúlig niður- støða. Tað er rætt, at vit ikki vildu ganga við til ásetingar um, at allar lógir, sum ikki eru gjørdar í Føroyum og allar lógir, sum eru eldri enn stjórnarskipanin, skulu missa sítt rættargildi. Orsøkirnar til tað vóru tvær: Fyri tað fyrsta hevði tað verið ómøguligt at fingið nakað sum bara nærkaðist einum meiriluta fyri tí. Fyri tað næsta hevði ein slík stjórnarskipan, UM hon bleiv samtykt, ikki verið annað enn ein fullkomiliga órealistisk og innantóm proklamatión. Kanska Uni, um hann hugsar seg um, dugir at síggja, at tað eru tey, ið vilja halda seg til tær innantómu proklamatiónirnar, sum í verki umboða “gamla sam­ bandsvongin”. Einasta úrslitið av slík­ um súmbolpolitikki er ið hvussu er, at einki hendir! Svar til Una Arge Vit vilja hava nólsoyingar trygt til arbeiðis hvønn morgun Heðin Mortensen borgarstjóri - Fyri fýra árum síðan vóru vit á fundi í Nólsoy, har umboð fyri landsstýrið greiddu frá, at ein miljón var avsett til prosjektering av nýggjum nólsoyarskipi. Tá var upplýst, at útbjóðingartilfarið skuldi verða klárt til jóla í 2007. Hevði tann tíðarætlanin hild­ið, so høvdu nólsoyingar havt nýtt skip á sumri ella heysti í 2009. - Men síðan tá hava nóls­ oyingar runnið gjøgnum trapp­ur, stigar og leytarar á ymsum skipum, sum bara fullfør fólk hava dittað sær at ferðast við. Børn, eldri , fólk við barnavogni og fólk í rullustóli hava havt stórar trupulleikar – vit hava enntá upplivað, at fólk eru hivað umborð við krana! Heilt galið hevur eisini verið við farmi.   - Tórshavnar kommuna hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at tryggja hesa farleið. Vit hava t.d. gjørt nýggja ferju­legu og fasilitetir. Men vertin leggja SL og vinnu­málaráðharrin í, tí lappa­loysnin Ternan verð­ur tikin frá nólsoyingum, hvørja­ ferð okkurt er galið aðra­ staðni. - Vit skulu hava 70 nóls­ oyingar til arbeiðis í Havnini hvønn morgun og útaftur um kvøldið. Børn, gomul og sjúk skulu eisini flytast trygt hvønn dag. Tí er tað eitt krav frá okkum, at tryggur flutningur verður tryggjaður teimum. - Landið hevur enntá sam­ bært løgtingslóg ábyrgd av hesum sambandi, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er trygt samband til Nólsoyar eisini partur av samtykta út­ oyggjapolitikkinum. - Her nyttar onki hjá politikk­arum ella flokkum at koma við gyltum lyftum, tí tá løgtingið ikki klárar at uppfylla eitt so lítið lyfti sum hetta, so er púra galið. Vit tosa ikki um ein undirsjóvartunnil í miljardaflokki ella nakra dýra loysn, vit krevja bara, at SL og landsstýrismaðurin í vinnumálum halda tær lógir, sum løgtingið hevur samtykt. - Tórshavnar kommuna hevur gjørt sín part. Nú krevja vit trygd fyri, at landsins lógir verða hildnar. Tað merkir, at støðugur og tryggur flutningur skal vera um Nólsoyarfjørð – hvønn dag!