mikudagur 8. juni 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66
16
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Svangaskarður, Toftir
Tað ber væl til og tað prógvaðu før
oysku leikararnir eisini gjár. Vit
vóru enn eina ferð minst líka góðir
sum mótstøðan, um ikki betri,
og hesa ferð koppaðu avgerandi
støðurnar eisini til okkara fyrimun.
Vit fingu mál, tá vit høvdu mest
brúk fyri tí og í hinum endanum
stóð Jákup Mikkelsen væl.
Tað sær ikki so álvarsligt út, tá
dómarin brádliga peikar á brots
sparksblettin eftir horna. Onkur
er skjótur á fótum, meðan onnur
hugsa at tað helst er bríkslað fyri
frísparki til Estland. Men finski
dómarin er ikki iva, hann tekur
eisini ostaflísuna úr lummanum.
Brotsspark til Føroyar og Fróði
Benjaminsen er ikki í iva:
– Dómarin segði stutt undan
hornasparkinum,
at
vit
ikki
skuldu halda í hvørjum øðrum.
Hesin heldur mær allan vegin,
so brotsspark er tað, sigur Fróði
Benjaminsen, sum sjálvur skorar
upp á brotssparkið.
Vit megna at halda leiðsluna til
hálvleiks, men seinni hálvleikur er
bara ein minuttir gamal, tá røringur
í B68 húsinum. Fólk eru í holt við
at gera seg klár at fara út til seinna
hálvleiki, tá onkur rópar at nú er
brotsspark aftur. Fólk drøna út har
sum best ber til fyri at síggja um
tað veruliga er satt – brotsspark til
Føroyar á øðrum sinni!
– Eg hugsaði, at nú fór mál
maðurin sikkurt at tveit seg í hina
síðuna og faktist sá eg at hann fór
handan vegin, men náddi ikki at
umbestemma meg. Tí bleiv brots
sparkið eisini so vánaligt, men
eitt gott upplegg til Arnbjørn
Hansen, sigur ein smílandi Fróði
Benjaminsen eftir dystin.
Arnbjørn Hansen var fyrstu á
leysa bóltinum, eftir at málmaðurin
hevði bjargað brotssparkinum frá
Fróða Benjaminsen. «Um Fróði
Benjaminsen sigur, at hatta var eitt
upplegg til mín, so passar tað«, sigur
ein somuleiðis smílandi Arnbjørn
Hansen eftir dystin. Hetta er annað
málið hjá honum á landsliðnum,
hitt skoraði hann í sigrinum á
Litava.
Estar koma til nakar góðar
støður í seinna hálvleiki, men
bara eina ferð eru orduliga boð
eftir Jákupi Mikkelsen, sum stór
bjargar.
– Hatta er tí eg valdi Jákup
Mikkelsen, eru fyrsti orðini hjá
Brian Kerr, tá Miðlahúsið tosar
við hann eftir dystin. Avgerðin
at lata Jákup Mikkelsen spæla í
dystinum móti Slovenia hevur
verið upp til kjak, tí hann fekk
ikki skoti málspark orsaka av
skaða. – Jákup Mikkelsen ger eina
fantastiska bjarging í evstu løtu
og spælur ein frálíka dyst, leggur
landsliðsvenjarin afturat.
Seinast taptu vit móti Estlandi í
yvirtíðini, eftir at hava verið á odda
líka til vanliga leiktíðin er farin. Tí
tordi ongin at taka nakað fyri givið
fyrr enn dómarin bríkslaði fyri
seinastu ferð.
– Sjálvandi hugsaði tú um fyrra
dystin millum liðini og at tað skuldi
bara iki henda aftur, sigur Fróði
Benjaminsen, men leggur afturat,
a-landsliðið
Fantastiskt
Fótbóltur So gjørdu vit tað aftur!
Eitt megnar avrik, eitt sindur av hepni
og ikki minst ein dyggur stuðul frá
føroysku viðhaldsfólkunum vóru í
gjár við til, at Føroyar vunnu 2-0 á
Estlandi á Svangaskarði. Við málum
frá Fróða Benjaminsen og Arnbjørn
Hansen fingu vit hevnt tapið í Estlandi,
tá teir stólu sigurin frá okkum í evstu
løtu – takk fyri seinast Estland!
1-0
Fróði Benjaminsen sendir Føroyar á odda 1-0
Mynd: Álvur Haraldsen
2-0
Arnbjørn T. Hansen er skjótur at fylgja upp, og so er 2-0 til Føroyar
Mynd: Álvur Haraldsen