Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66 20 Sosialurin Orð: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang 2. partur Tað er týðiligt at merkja og síggja, at hesar kvinnurnar í pakkhúsinum í teirri gomlu Havnini eru vanar at arbeiða saman fyri sakini. Hetta hava tær gjørt í ávísa tíð – summar leingi, og aðrar styttri. Tað sjáldsama er, at eingin teirra hevur sæð ella møtt "sakini" sum tær arbeiða fyri hetta serstaka kvøldið. Tær hava í stóran mun noyðst seg við myndum, films­brotum og munnligum frá­sagnum frá teimum børn­ unum og familjunum, sum fáa gagn av teirra arbeiði. Í kvøld skal ein stór taska við heitum og góðum klæðum pakkast til Moldova, nú eitt umboð fyri Sosialin skal hagar. Fyri tær hevur tað einki at siga, hvar hesar familjurnar búgva, um tað so er í Ukraina ella í Moldova. Tað sum týð­ ir mest í hesum andaliga ar­ beiðinum er, at tær kunnu linna neyðina hjá øðrum, ið undir øðrvísi – les: munandi verri – umstøðum enn teirra. Hóast tær hava úr at gera við at sortera og pakka klæðini í tær serstøku og sterku banan-eskjurnar, er hugur teirra nógvar túsund­ tals kilometrar higani út pakkhúsinum. Hetta hóskvøldið í mai mánaði eru tað nakrar familj­ ur í lítlu bygdini Cornesti í Moldova, sum tær hugsa mest um. Her kann sjálvt ein lítil lutur verða orsøk til stóra gleði. Hjartað við Tað er nakað serligt við hes­ um hóskvøldinum í mai mán­ aði. Nakað uttan um tað van­ liga. Vanliga verður arbeitt her mánadag og týsdag, men í kvøld er ætlanin at finna fram til hóskandi klæði at senda til Moldova nakrar dagar seinni. Her í goymsluni í Even­ sens Pakkhúsi eru klæðir í hópatali, fyri ikki at siga í tonsatali. Alt klæðir, ið fólk og fyritøkur við hjarta fyri børnum í øðrum londum, hava latið til at geva víðari. Her er sómi og skil á øllum. Klæðini, skógvarnir, prýðislutirnir, leikurnar ella hvat tað skal vera, verður tikið inn og síðani skilt sund­ur í aldursbólkar, kyn og slag. Eingin skal hava eygleitt hetta arbeiðið serliga leingi, fyrrenn ein sær at hetta ar­ beiðið eru tær vanar við. Í kvøld eru bert kvinnur her, men menn taka eisini sítt tørn aðrar dagar í vikuni. Ein partur av skiljingini við klæðunum er aldursbýtið. Í stóra rúminum standa fleiri borð, har merki er sett á alt eftir hvønn aldur talan er um – undir skúlaaldur, í skúla­ aldri og eldri. Øll klæðini verða viðfarin við virðing, kærleika og eyðmýkd: Hetta eru alt gávur frá fólki, og tí skulu tær handfarast soleiðis sum ein gáva, ið er givin av sonnum hjarta, eigur og skal. Banan-eskja Mannagongdin her í pakk­ hús­inum er einføld, men kort­ini væl skipað. Hvørt einstakt plagg verð­ ur tikið úr eskjuni ella pos­ anum, eftirhugt og síðani lagt saman av nýggjum og lagt í ein bunka. Tá bunkin er um at vera fullur, fer ein teirra eftir banan-kassanum her pløggini verða løgd í. Næsta stig á leiðini er seta røttu etikettina á, - eina etikett á russiskum máli sum sigur hvat innihaldið er, og hvønn aldursbólk og hvat kyn innihaldið í hesum kass­ anum er ætlað. Nógv av hjálparfólkunum duga sjálvandi enskt, men ikki øll. Tær eru tó so hepnar at hava kvinnur millum sín sum duga russiskt, og hava tí lagað til ein hóp av etikettum til øll høvi og alt innihaldið. Lokið verður lagt á, og ein innantanna bøn verður send upp til Guds, um at eisini henda eskjan kann verða til signingar fyri mangt barnið, ið kanska einki eigur at fara í. Næsta stig á leiðini er at lyfta eskjuna yvir til allar hin­ar eskjurnar ið skulu somu leið. Hetta er ikki so ein­falt, av teirri einfaldu or­ søk at mongdin av eskjum er so stór. Lítil eskja vi HJÁLPARFELAGSSKAPUR Hevði Evensens Pakkhús kunnað sagt sína søgu seinastu 110 árini, kundu mangar bøkur uttan iva verðið skrivaðar. Ein partur av hesi søguni fer fram beint nú, ið nakrar ídnar kvinnur eru í ferð við at pakka klæði til Ukraina. Felags fyri tær allar er, at tær í fyrsta umfari hava eitt stórt hjarta fyri neyðini í hesum landinum, og at tær fegnar stuðla arbeiðinum hjá Skandinavisku Barnamissiónini. Barna­ missiónin Skandinaviska Barna­ missi­ónin varð stovnað av Sigvard Wallenberg, har ein í fyrstu syftu hugsaði um at arbeiða á Filipsoyggjunum. Ar­ beiðið er síðani víðkað til eisini at umfata Ukraina, Zambia og Moldova. Í Føroyum finst eisini ein deild av Skandi­navisku Barna­ missi­ónini, hvørs leið­ ari er Ella Niclasen, tlf. 213407. Hildið verður í Evensens Pakkhúsi. Í Moldova stuðlar Barnamissiónin pastor Vitalie, sum hev­ur ábyrgd av lítl­ari sam­ komu, og at geva fleiri børnum bæði mat, innivist og um-sorgan. Greinarøð um Moldova Ætlanin er at skriva fleiri greinar um Mol­ dova í næstum. Talan verður um eina greinarøð í fleiri pørtum: 6. juni: Um 14 ára gamla Maarin sum hev­ ur ábyrgd av 4 systkj­um sínum Í dag: Um kvinnur og menn sum pakka klæðir til Ukraina og Moldova Um Eyðgerð og henn­ ara drúgva arbeiði hjá Barnamissiónini Um pastor Vitalie í Moldova sum brennir fyri landsmonnum sín­ um Um Karolinu og henn­ara arbeiði í Barna­ missiónini Um familjuna hjá Lyud­mylu sum ikki eig­ ur til dagsins uppihald Og at enda um, hvussu arbeiðið í Før­oy­ um verður skip­að undir leiðslu av Ellu Niclasen og hjálpar­fólkum henn­ ara. LEIÐARI Ella Niclasen (høgrumegin) er leiðari av føroysku deildini hjá Skandinav­isku Barnamissiónini. Henni við lið stendur Eyðgerð Dahl, hvørs arbeiði í Barnamissiónini verður meiri at frætta um seinni TROYGGJUR Nógvar føroyskur kvinnur binda til Barnamissiónina. Ein teirra er Karolina Nattestad, sum hevur hevur pakkað troyggjur í eina tasku til børnini í Moldova