Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66 Sosialurin Næstan sum eitt fjall standa longu hundraðtals eskjur klárar at senda víðari til Ukraina. Og nú kemur so ein eskja aftrat við sama enda­máli og við sama mót­ takara. 300.000 menniskju Tær ídnu kvinnurnar í pakk­ húsinum vita av royndum, at hvørt einasta plagg er kærkomið í fátæka landinum í Eystureuropa. Og tær vita eisini, at hvørt einasta plagg kemur fram til rætta við­ komandi. Alt hetta takkað verið samstarvsfelaga teirra í Ukrainu, Lyudmyla Loniuk. Føroysku kvinnurnar hava ongatíð hitt hana, enn minni tosað við hana, bert sæð myndir av henni í bløð­ un­um sum Skandinaviska Barna­missiónin gevur út. Her hava tær kunnað lisið og upp­livað, hvussu gávurnar koma fram og hvørja gleði ið børnini og foreldur teirra fáa. Í eini av hesum greinum vísir Lyudmyla á, at í 2009 fingu omanfyri 300.000 menniskju í Ukraina mat, klæðir og eina vón fyri fram- tíðina við tí arbeiðinum sum føroyska deildina av Barna­ missiónini eisini lut­tek­ur í. Nær næsta sending úr Før­oyum fer hagar, er ilt at meta um. Men sambært før­ oyska leiðaranum í Barna­ missiónini, Ellu Niclasen, plaga tey at senda eina bingju avstað um árið. Tað vísir seg at passa rætti­liga væl, at tað gongur umleið eitt ár, til tey hava savnað tær 600 eskjurnar ið skulu til fyri at fylla eina slíka bingju. Hesa løtuna kom so ein eskja aftrat í mongdina. So er hon minni at fylla til næstu sending. Nú er bara at fylla ta næstu eskjuna. Her er nóg mik­ið av lutum at koyra í. snorri@sosialurin.fo ð stórum virði Moldova Liggur millum Rumenia og Ukraina. Íbúgvaratal: 4,1 mió. Minst 1 mió arbeiðir í øðrum londum. Landið fekk sjálv­stýri í 1991. Er í dag fá­tækasta landið í Europa, við eini miðal­ inntøku uppá 1900 dollara um mánaðin (2005). Høvuðsstaður: Chisi­nau við 1 mió íbúgv­um. FAKTA Í 2009 fingu omanfyri 300.000 menniskju í Ukraina mat, klæðir og eina vón fyri framtíðina við tí arbeiðinum sum føroyska deildina av Barnamissiónini eisini luttekur í ÍDNI Tær tríggjar kvinnurnar – Essemia Vang, Marjóna Djurhuus og Karolina Nattestad – lata seg ikki órógva av umboðunum fyri tíðindatænastuna. Her ræður um at pakka klæðir til tey, ið eingi eiga