mikudagur 8. juni 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66
22
Sosialurin
Hetta er seinni partur av frásøgnini
frá ferðini til Íslands við Norrønu
16.-19. mai. Tað kann sigast, at hóp
urin á hesum ferðum er heilt ser
ligur. Hetta eru fyri ein stóran
part fólk, sum kenna seg at hava
tilknýti til Íslands. Antin hava tey
sjálvi havt vinnu í Íslandi ella hava
teirra pápar og abbar verið til lands
ella við skipum. Tí er hetta fólk,
sum umboða eina heila søgu, sum
kanska er við at fara í søguna.
Hetta merkir eisini, at støð
í Íslandi, sum ikki síggja út av
nógvum, og sum onnur fara framvið
uttan ans, nú hava stóran áhuga, tí
her hava føroyingar búleikast.
Eitt dømi um hetta er Vattarnes.
Her virkaðu serliga leirvíkingar í
nógv ár. Heima fortaldu teir um
Vattarnes, og hetta lítla annars
ókenda pláss gjørdist ein partur av
samleikanum hjá leirvíkingum.
Ein teirra, Osmundur Justinus
sen, var við á ferðini. Hann hevði
ikki verið á Vattarnesi fyrr. Men tá
ið hann sá nesið, visti hann bein
anvegin, at hetta var tað. So væl
hevur verið innpotað av teimum
gomlu í Leirvík.
Í fjør varð eisini vitjað á Vattar
nesi. Tá var tann 89 ára gamli
Jón Karl Úlfarson við í ferðini.
Hann var sjálvur av Vattarnesi og
kendi abbarnar hjá fleiri av leir
víkingunum, sum tá vóru við. Hesa
ferð var hann sjúkur.
Men vit hittu aftur bóndan á
Vattarnesi, Baldur, sum eins og í
fjør flaggaði við Merkinum fyri
føroyingunum.
Ein av luttakarunum var Jón
Eliasen, ættaður úr Leirvík. Pápi
hansara Theodor var kendur á
Vattarnesi, men serliga var hetta
galdandi fyri pápa Theodor, Jóan
Petur, sum var á Vattarnesi í væl
meira enn 30 ár.
Jón fekk eitt serligt minni heim
við sær. Í fjøruni lá spælið, sum
útróðrarmenninir nýttu. Her fann
hann ein krók, sum varð nýttur at
draga bátarnar við. Hann var settur í
barholið á bátinum, og so varð drigið.
Jón fekk loyvi til at taka hendan
krókin heim við sum eitt minni, og
hann verður framyvir uttan iva at
síggja á bátasavninum í Leirvík.
Bóndin fekk fleiri bókagávur
frá føroyingum, millum annað
eitt eintak av 1. bind av Leirvíkar
søgu. So Leirvík verður heldur ikki
gloymt á Vattarnesi.
Flogfar uppá
prei
Í 1933 høvdu leirvíkingar á Vattar
nesi eitt serligt upplivilsi. Teir vóru
ein dagin á útróðri inni á Fáskrúðs
fjørðinum, tí tað viðraði ikki at
fara til havs. Tá síggja teir á Grana
eitt flogfar, og tað lendir tætt við
teir. Hetta mundi helst hava verið
fyrstu ferð teir sóu eitt flogfar. Leir
víkingarnir koma í samband við
skiparan á flogfarinum og skilja,
at tí manglar brennievni. Teir gera
flogskiparanum tann beina at fara
til lands við honum, so hann kann
útvega sær brennievni. Teir føra
hann umborð aftur, og tá teir taka
avskeð sigur flogskiparin, hvør
hann er: Charles Lindbergh, tann
fyrsti sum fleyg yvir Atlantshavið!
Tá var hann saman við konuni
komin úr USA umvegis Grønland.
Leiðin gekk síðani til Føroyar, har
hann vitjaði á Tvøroyri. Haðani
fleyg hann til Keypmannahavnar.
Árið fyri í 1932 hevði hann verið
úti fyri einum sorgarleiki. Tá var
sonur hansara kidnappaður og
funnin dripin, aftaná at loysigjald
var goldið.
Vinurin Jóan Petur
Ein serlig ímynd av sambandinum
millum Vattarnes og Leirvík er Jóan
Petur Eliassen. Á bátasavninum
í Leirvík sæst minningarorð, sum
eru skrivað um hann og konuna.
Tað kann vera ógvuliga hóskandi at
endurgeva hesi minngarorð, tí tey
vísa eisini ta virðing, sum fólkið á
Vattarnesi hevði fyri føroyingum:
Fyri nøkrum døgum síðani fekk
eg bræv úr Føroyum við tíðindum
um, at vinfólk míni har, Jóan Petur
Eliassen og Sofía, kona hansara,
vóru deyð. Tey vóru javngomul,
bæði fødd í apríl mánaði 1880, hon
4. og hann 10. Tey giftust í 1904 og
búðu í lítlari útróðrarbygd, Leirvík,
øll hjúnaár síni. Hann andaðist
15. desember í fjør (1956) og hon 5.
januar í ár (1957).
Tey høvdu lokið langt og eydnu
ríkt dagsverk og notið virðing og
góðtokka frá bygdarfólki sínum.
Jarðarferð teirra var hátíðarlig, og
stór fjøld av leirvíkingum og øðrum
vinfólki av bygd fylgdi teimum til
gravar.
Jóan Petur var mikil íslandsvinur
og var betur kendur við íslendingar
enn flestu føroyingar. Hann var
sjómaður alla ævi sína og fiskaði
undir Íslandi 36 summur, fyrst
sum maður við slupp, tá bert 15
ára gamal, men flestu árini sum
formaður á maskinbáti, sum hann
sjálvur átti.
Hann hevði tá tilhald í verbúð
um summarróðurin, oftast á Vattar
nesi við Reyðarfjørð. Hesi árini
fekk hann nógvar vinir og góðar
kenningar her á landi. Tí er orsøk at
minnast hann í íslendskum blaði.
Vit báðir Jóan Petur komu
at kennast á vári 1930, tá ið eg
gjørdist bóndi á Vattarnesi. Tað
summarið vóru har átta føroyskir
útróðrarbátar, og Jóan Petur var
formaður á einum teirra. Útsjónd
hansara og yvirbragd vaktu áhuga
við fyrstu sjón. Høvdingaligur og
djarvligur var hann á at líta og
handartakið fast. Rørslur hansara
vóru beinraknar, og hann steig fast
til, herðabreiður og kallmansligur.
Ansin var hann altíð, og allir høvdu
álit á honum. Hann var sjálvskriv
aður ráðgevi og formaður fyri øllum
føroyingum á Nesinum. So veður
skygdur var hann, at fór hann ikki
til útróðrar ein morgun, so loysti
eingin frá landi tann dagin.
Var við til at samráðast
um fiskirættindi
Jóan Petur var álitismaður í øllum
viðurskiftum. Hvørt orð hansara og
lyfti stóð sum í berginum. Einaferð
segði hann við meg, tá ið hann kom
at gjalda leiguna fyri verbúðina: “Eg
havi aldri verið ríkur, men eg haldi,
at eg skyldi ongum nakað.”
Tá ið seinna heimsstríð brast
á góvust føroyingar yvirhøvur
við fiskiskapi her við landið, og
teir hvurvu heilt av Vattarnesi. Eg
saknaði teir nógv, tí eg var væl í øgn
við teir allar.
Næstu ferð eg hitti Jóan Petur
var í Reykjavík. Tá var hann møtt
ur har sum umboð fyri Føroya
Fiskimannafelag saman við øðrum
landsmonnum til at samráðast við
ríkisstjórnina um veiðirættindi
føroyinga her undir landi. Hetta
sýnir, at Jóan Petur neyt stórt álit í
heimlandi sínum eins og aðrastaðni.
Samráðingarmenn hildu til á Hotel
Borg í Reykjavík, og har kom eg til
teirra nakrar ferðir. Og alla staðni
bar Jóan Petur seg væl, hvørt hann
var í høll høvdinga ella millum út
róðrarmenn í lítillátnum verbúðum
eysturi á Vattarnesi.
Misti sonin til Ægir
Ofta høvdu føroyingar, sum eg kom
at kenna á Vattarnesi, boðið mær
at koma at vitja í Føroyum. Tann
ferðin kom leingi í drag til eg var
fluttur til Reykjavíkar. Tá helt eg,
at summarfrí mín var best hildin,
um eg dvaldist í Føroyum hjá góðu
kunningum mínum har.
Eg fór við Drotningini til Havnar
á sumri 1949 og var í Føroyum í 14
dagar. Eg fór so til Leirvíkar, har
teir flestu kunningar mínir og vinur
mín Jóan Petur búðu. Tað var hann,
eg fyrst av øllum vildi vitja.
Tíverri var ikki væl statt heima
hjá honum. Harmilig vanlukka var
hend tá um várið, tá ið sonur Jóan
Peturs, Justines, fór fyri borð á
útróðri við pápa sínum. Hann var
deyður, tá ið hann var fingin aftur.
Hann var einans 29 ára gamal,
og hann var sárt saknaður av
skyldfólki og vinum fyri dugnaskap
hansara og dygdir. Mær tykir, at
hann hevði staðið foreldrum sínum
næst av børnum teirra.
Men tó at sorgarskuggi hekk yvir
heimbýli Jóan Peturs, var móttøkan
Tá ið Charles Lindberg preiaði
lorvíkingar á Fáskrúðsfjørðinum
Føroyskir útróðrarmenn í Íslandi hava verið úti fyri eitt sindur av hvørjum. Eitt tað mest
forvitnisliga var, tá ið teir vóru preiaðir av heimsgitna flogskiparanum Charles Lindberg
Miðvikan
Jóan Petur
Vattarnes