mikudagur 8. juni 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66
Sosialurin
hjartalig, og steðgur mín har var
eins og eg var í foreldrahúsi. Hin
fríða og elskuliga húsfrú vildi gera
alt til, at mær hugnaði sum best,
tó at hetta var fyrstu ferð, at vit
hittust. Har kom eyðvitað vinarlagið
við mann hennara mær til góðar, og
var hetta millum annað váttan um
kærleikafult hjúnaband, har sum
hvørt vildi gera hinum til vildar.
Jóan Petur var morgunmaður.
Fyrsta morgunin vóru vit tíðliga
á fótum. Vakurt var um at líta.
Veðrið var gott og morgunsólin
gylti heiðar oygjanna, sjógvurin var
dýrdarslættur og spegilsblankur
á firðinum, og har vóru nakrir
smábátar á ferð. Tað fyrsta, sum
vinur mín vísti mær, var kirkju
garðurin í bygdini. Har steðgaði
hann við nýtt leiði prýtt við blóm
um, og har var gravsteinur við gylt
ari áskrift. Her hvíldi tann nýliga
deyði sonur hansara. Vit stóðu har
tigandi eina stutta stund, og eg sá
tárini renna niður eftir veðurbitnu
kjálkunum á hini gomli sjóhetju. Tað
er hjartanemandi at síggja gamalt
fólk fella tár. Tá er torført at finna
hóskandi ugganarorð, tá er tøgnin
og friðurin best. Á heimvegnum
lýsnaði vini mínum yvirbragdið,
og vit gingu oman at sjónum. Jóan
Petur hevði ikki lyndi sum Egil
Skallagrímsson at hugsa fyrst og
fremst um hevnd fyri sonarmiss.
Hann elskaði Ægir (sjógvin), tó at
hann hevði tikið hansara dýrasta
ogn. Hann boygdi seg eyðmjúkt
fyri fyriskipanum almáttarins, sum
legði ongum tyngri byrði á herðar,
enn hann fekk borið. Hann var
inniliga trúgvandi eins og konan,
og tað var teimum styrki og uggi.
Hevði áhuga fyri framburði
Stóran áhuga hevði Jóan Petur á
framsóknum í bygdini. Hann vísti
mær nýggja stoypta bátabrúgv og
vatnleiðing. Nøkur prýðilig steinhús
vóru í gerð og nøkur liðug. Fitt var
av nýveltum bø í líðini oman fyri
bygdina. Vakrir maturtagarðar vóru
her og har. Tað var ikki fyri ókunn
ugum at dylja, at har virkaði dúgligt
og hugað fólk.
Dagarnar, sum eg dvaldi í Leir
vík, fór Jóan Petur við mær at vitja
nógvar góðar kunningar mínar.
Allastaðni var móttøkan tann besta.
Varð vini mínum Jóan Peturi ikki
aftari fagnað enn “Vattarnesbónd
anum,” soleiðis kallaðu føroyingar
meg vanliga. Hann tóktist nýggjur
og kærkomin gestur, tí hann
mundi ikki koma tíðum á gátt hjá
bygdarfólki, heimkærur sum hann
var. Men av hesum móttøkum sást,
hvussu væl hann var umtóktur.
Hjúnini bæði Jóan Petur og kona
hansara fingu átta børn. (Hilmar,
Theodor, Elias y, Elias e, Klæmint,
Justines, Lena og Ingrid.)
Tey fingu í arv heimstaðar
trúskap foreldranna. Systkini øll
eru evnalig og dugnalig. Tveir av
brøðrunum (Klæmint og Elias)
hava bygt turkihús á staðnum og
eiga stóran motorbát.
Við huga beyð eg farvæl hinum
góðu hjúnum, ið eg hevði notið
blíðskap hjá. Eg kysti húsfrúnna við
skilnaðin eftir gomlum íslendskum
siði. Jóan Petur fylgdi mær at bilin
um, sum eg fór til Havnar. Har
heilsaðust vit fyri seinastu ferð.
Nú hava hesi heiðurshjún lagt
frá landi á ferð um havið mikla til
hitt fyrijáttaða landið.
Tór. Gr. Víkingur
Hetta má sigast at vera ein sera
vøkur lýsing av Jóan Peturi, sum
er ein av mongu føroyingum, sum
hevur umboðað okkum væl í út
londum.
Annars er nokk so fitt nevnt
í bókini Til Lands hjá Sámal
Johansen um Jóan Petur.
Tað hava eisini verið aðrar vitj
anir í Leirvík av Vattarnesi. So
tíðliga sum í 1930 vóru tveir bøndur
av Vattarnesi og vitjaðu føroyskar
vinir. Annar av teimum búði hjá
Jóan Petur. Fleiri aðrar vitjanir
hava verið í nýggjari tíð. Samband
hevur verið ímillum ættirnar fram
til fyri nøkrum fáum árum síðan.
Fiskiklógv var hann. Eina ferð
hevði Jóan Petur sett línu tætt við
Vattarnestanga og hevði fingið
longu á hvørjum húki. Slíkt visti
eingin um.
Annars var tað soleiðis, at ís
lendingar fegnir vildu keypa bát
arnar hjá føroyingunum, tá ið teir
fóru heim. Teir høvdu so nýggjar
bátar við sær aftur til Íslands árið
eftir. Jóan Petur helt seg hava havt
57 bátar við sær til Íslands. Teir
flestu vóru smíðaðir í Leirvík.
Ofta var sera trongligt. Jóan
Petur plagdi at siga frá, at eitt ár
vóru teir 13 í felag, sum vanliga var
kallað Stóra Kompaní. Tá svóvu 11 í
einari song og tveir í einari.
Jóan Petur var sera vónsvikin
av, at føroyingar ikki fingu frægari
sømdir við umrøddu samráðingar
eftir kríggið. Hann hevði væntað
sær meira av teimum, sum hann
helt vera sínar vinir. Men á Vattar
nesi hevði hann framvegis vinir.
Ein kvinna, sum var ættað av
Vattarnesi, bjóðaði honum at gista
hjá henni, meðan bíðað var eftir at
sleppa heim.
Hetta er so frásøgnin frá íslands
ferðini hesa ferð. Á komandi ferðini
verður hugsað um at fara til Skálar
á Langanesi, har nógvir føroyingar
hava róð út. Tey fyrstu hava longu
boðað frá, at tey koma við! Tað
verður meira frætt um hetta sum
frá líður.
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur
Síðst í mai vóru 50 ár liðin,
síðan Amnesty International
varð sett á stovn. Í hesum
sambandi verður greitt frá,
hvussu føroyskar eldsálir í
felagsskapinum kundu hjálpa
samvitskufangnum so langt
burtur sum í Suðurafrika.
Um tvær vikur verður 21. og
fyribils seinasta partur í røðini
um Kristian Djurhuus.
Jón og Baldur á Vattarnesi
Franski kirkjugarðurin á Fáskrúðsfjørðinum
Modell av sluppini Maria úr Vági á Sjóvinnusavninum á Eskifirði
Í kirkjuni á Seyðisfirði. Ferðalagið mintist teir sjey menninar av Riddaranum, sum druknaðu við Langanes í 1927.