mikudagur 8. juni 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66
24
Sosialurin
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Vinnu- & bilradio á
Í sendingini verður vitjað hjá fyritøkuni Global Dry Ice, sum hevur spesialiserað
seg í at reinsa við turrum ísi, sum eitt nú verður nýttur til at reinsa fyri blámusopp.
Samrøður eru við Finn Mortensen og Hans Petur Poulsen frá Clobal Dry Ice. Eisini er
samrøða við Torfinn Ingeborgrud frá Stavanger, sum í nakrar dagar koyrdi við einum
norskum Think elbili í Føroyum.
Hósdagin kl. 16.10
Finn Mortensen og Hans Petur Poulsen
Tit hava góðar umstøður til
elbilar, sigur Torfinn Inge
borgrud frá Stavanger, sum í
nakrar dagar koyrdi við ein
um norskum Think elbili í
Føroyum.
Torfinn Ingeborgrud sig
ur at umstøðurnar til elbilar
eru góðar í Føroyum. Hann
og konan vitjaðu her við
einum Think, sum er ein
norskt bygdur elbilur. Tey
koyrdu her í nakrar dagar og
vitjaðu fleiri staðni í landi
num. Battaríni fingu tey
lødd upp hjá privatfólki og
við løðistøðir, sum eru settar
upp við bátabrúgvar ymsa
staðni í landinum, eitt nú í
Vágsbotni.
Torfinn Ingeborgrud sig
ur, at í Norra parkera elbil
ar frítt, gjalda ikki bumm
pengar og koyra ókeypis í
undirsjóvartunlum. Fyri at
gera vart við at talan er um
ein elbil hava teir forbókstav
irnir EL á nummarplátuni.
Think er ein norskur el
bilur, sum í dag verður fram
leiddur í Finnlandi. Umframt
í Norra og Finnlandi verður
Think seldur fleiri londum í
Evropa.
Góðar
umstøður
til elbilar
Torfinn Ingeborgrud og Kari Sutterud við Think elbilinum. Leggi til merkis forbókstavirnir á nummarplátuni eru EL
Her verður bilurin løddur á eini løðistøð í Vágsbotni