fríggjadagur 10. juni 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Nýggja listabókin sigur ikki
sonnu søguna um føroyska
list.
So hvassorða vóru 33
listafólk í brævi til Listasavn
Føroya og Mentamálaráðið
í síðstu viku. Tey halda, at
bókin “SEKEL – Færøsk
Kunst i Hundrede År”, sum
Mikael Wivel og Listasavn
Føroya gav út í apríl, er ov
subjektiv, at hon kann virka
sum tann almenna føroyska
listasøgan, sum hon skal eit
ast at vera.
Martin Næs er stýris
formaður
fyri
Listasavn
Føroya. Hann sigur, at bókin
er ikki einsamalla almenna
listasøgan. Tað er ein niður
støða, sum listafólkini eru
komin til.
– Tað er rithøvundurin og
listfrøðingurin Mikael Wivel,
sum hevur skrivað bókina.
Tað, sum ein høvundur hev
ur lagt navn til, stendur
fyri hansara egnu rokning.
Listasavn Føroya hevur givið
bókina út og fyrrverandi
stjórin hevur verið ritstjóri.
Hansara
leiklutur
hevur
verið at leggja bókina til
rættis, útvega myndir, fígg
ing og annað. Stýrið fyri
Listasavnið hevur hvørki í
hesari útgávuni ella øðrum
útgávum seinnu árini virkað
sum ritstjórn, og vit hava
ikki mett tað sum okkara
uppgávu at ritstýra bókum
ellla framsýningum. Hetta
hevur Listasavnið havt ein
stjóra at gera, sigur Martin
Næs, stýrisformaður.
Kinna Poulsen er ein
teirra, sum hava skrivað
undir mótmælisskrivið. Hon
setir spurnartekin við grund
gevingarnar, at høvundurin
stendur við evstu ábyrgdini.
– Tað kann sjálvandi
diskuterast, tí rokningina fyri
bókina rindaði Listasavnið
við stuðuli frá ymiskum
føroyskum
og
donskum
grunnum, skrivar hon á
Listablogginum, listinblog.
blogspot.com.
Listasavnið hevur stuðl
að útgávuni við 600.000
krónum.
Harmast listastríðið
Listafólkini finnast millum
annað hvassliga at umrøðuni
av listastríðnum, sum verður
lýst á ein partískan og av
markaðan hátt við seks regl
um, sambært teimum. Mikael
Wivel skrivar í bókini, at tað
er grafikarin Jan Andersson,
sum stjórnar føroyska lista
stríðnum.
Birgir
Kruse,
formaður í Steinbrá, er ein
teirra, sum harmast hesa
niðurstøðuna.
– Hví Mikael Wivel, løntur
av Føroya Listasavni, skal
leggja Jan Andersson undir
at leiða eitt sonevnt føroyskt
listastríð, kennist mær so av
allari leið, at eg má mótmæla
og geri tað á hesum staði.
Tey orð, ið verða kastaði Jan
og Steinprenti fyri eru ikki
bara skeiv og órættvís, men
eisini illviljað. Sum formaður
í Steinbrá vil eg vísa aftur
hesum pástandi og átala hesi
óverdugu orð, skrivar hann í
sínum bloggi.
Martin Næs, stýrisfor
maður, harmast eisini um
tær seks reglurnar á síðu 326
í bókini.
– Ein so trongdskygd lýs
ing er eftir mínum tykki
jánkaslig og lækkar um
virðið av ritverkinum sum
heild. Eg harmist og haldi
tað vera óheppið, at bókin
er vorðin íkast í stríðið, sum
í veruleikanum einki átti at
havt við Listasavnið at gjørt,
sigur Martin Næs.
Bókin skal ikki týðast
Listafólkini vilja fegin hava
eitt lyfti um, at bókin verður
ikki týdd til føroyskt og givin
út við tekstinum í verandi líki.
Martin Næs, stýrisformaður,
ger greitt, at nevndin hevur
framvegis ikki viðgjørt tann
spurningin. Hann takkar
listafólkunum fyri, at tey
gera vart við sína hugsan, og
tað verður sjálvsagt tikið við
í viðgerðini.
– Tað er rithøvundurin,
sum eigur rættindini til
tekstin í bókini, eina og
aleina. Tað er rætt, at Lista
savn Føroya ger av, hvat tað
vil brúka sínar pengar til,
og tað verður sjálvsagt lurta
eftir viðmerkingunum í eini
møguligari viðgerð av før
oyskari útgávu, sigur hann.
Kinna er ikki nøgd
Kinna Poulsen skrivar í Lista
blogginum, at tað er neyðugt,
at lesarin av bókini veit, at
teksturin hevur slagsíðu og
er søgureingjandi. Hon setur
fram sum krav, at tað skal
fráboðast alment.
Listafólkini, sum hava
skrivað undir mótmælisbræv
ið, meta, at listaviðgerðin
í bókini hevur slagsíðu til
fyrimuns fyri nøkur ávís
listafólk, men til bága fyri
onnur, sum fáa negativa
umrøðu. Kinna Poulsen vísir
á, at listamenn sum Tórbjørn
Olsen, Hans Pauli Olsen,
Zacharias Heinesen eru lýstir
sum hálvvánaligir listamenn,
sum hon tekur til. Tað er ikki
av listarligum áðum, men av
maktpolitiskum áðum.
– Teir skulu heilt einfalt
líða fyri, at teir ikki stuðlaðu
fyrrverandi
leiðaranum
í
Listasavninum undir lista
stríðnum,
skrivar
Kinna
Poulsen. Hon leggur afturat,
at tað ber nærmast ikki til
at fata stóra bókaverkið, við
heitinum “Sekel Færøsk kunst
i 100 år” og búmerkinum hjá
Listasavninum á permuni,
sum annað enn eina almenna
listasøgu.
Kinna Poulsen vil hava, at
Listasavnið tekur frástøðu
frá bókini.
– Nú vóna vit bara, at
nevndin tekur avleiðingarnar
av hesi ábyrgd og alment
tekur frástøðu til Sekel,
skrivar hon.
Martin Næs, stýrisfor
maður fyri Listasavn Før
oya, Nils Ohrt, stjóri á Lista
savninum, og listafólkini,
sum hava skrivað undir
mótmælisbrævið,
vóru
á
fundi mikukvøldið. Nevndin
í Listasavninum fer nú at
viðgera málið.
Listafólkini eru
í opnum stríði
– Tit skriva, at talan er um eina almenna føroyska listasøgu. Hetta er ein niðurstøða, sum tit, sum hava
skrivað undir opna brævið, koma til. Bókin einsamøll er ikki tann almenna føroyska listasøgan, svarar Martin
Næs, stýrisformaður fyri Listasavn Føroya, listafólkunum, sum mótmæla listabókini hjá Mikael Wivel
Listafólkini
finnast millum
annað at teim
um seks regl
unum á síðu
326, sum umrøður listastríðið.
Mikael Wivel skrivar soleiðis í
bókini:
"(...) Færøernes Grafiske Værksted, en institution,
der ledes af den danske litograf Jan Andersson.
Den blev etableret i 1999 og var tidligere
knyttet til kunstmuseet i Torshavn, men har
nu fået sine egne, lyse lokaler i et pakhus på
havnen. Værkstedet har siden sin start været
en aktiv medspiller i det færøske kunstliv - og
dét både på godt og ondt. Det har således været
med til at øge interessen for den grafiske kunst
på Færøerne og også arbejdet på et så højt
kvalificeret niveau, at det har tiltrukket gode
kunstnere udefra, eksempelvis danskerne Per
Kirkeby og Erik Heide.
Men samtidig har det desværre også taget parti
for en lille, magtfuld klike af færøske kunstnere
som siden 2004 har isoleret sig i en form for
splendid fornærmelse, uden at dette dog har
hindret dem i at arbejde støt og nedbrydende
på de indre linjer for at skade dem, de opfatter
som deres modpart. Der har været tale om en
billedstrid, som i ren uforsonlighed kun lader
sig sammenligne med den man finder i visse
islandske sagaer. Njals Saga, eksempelvis, hvor
de gode dør og de onde ler."
Tað er rithøvundurin
og listfrøðingurin
Mikael Wivel, sum hevur
skrivað bókina. Tað, sum
ein høvundur hevur lagt
navn til, stendur fyri
hansara egnu rokning
að ber nærmast ikki til at fata stóra bókaverkið, við
heitinum “Sekel Færøsk kunst i 100 år” og búmerkinum
hjá Listasavninum á permuni, sum annað enn eina
almenna listasøgu, heldur Kinna Poulsen