Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67 10 Sosialurin Saman við Bill Justinussen mælti Jørgen Niclasen til, at raðfest varð soleiðis, at pláss eisini var fyri nýggjari Nólsoyarferju. Men ímillum milliarda íløgur komandi árini varð ikki pláss fyri 40 milliónum til nýggju Nólsoyarferjuna Leo Poulsen Fíggjar­nevndarformaðu­rin endaði í einum minniluta, tá fíggjarkarmurin fyri komandi ár skuldi smíðast. Og so úti­ hýsti makrelsamgongan nýggjari Nólsoyarferju kom­ andi fimm árini. – Í uppskotinum hjá Bill Justinussen og mær høvdu vit sett rúm fyri ein­ari Nólsoyarferju. Vit høvdu somu upphædd – 315 milli­ónir um árið – sum makrelsamgongan, men vit høvdu raðfest øðrvísi. Vit vónaðu tó at fáa undirtøku í Løg­tinginum fyri okkara upp­skoti, men tað fingu vit ikki, sigur Jørgen Niclasen. Við at raðfesta nýggja Nóls­oyarferju frammaliga, má rímiligtvís okkurt annað raðfestast lægri. – Fyri tað fyrsta er íløgu­ ætlanin, sum nú er samtykt, ógvuliga niðursjóðað, so tað er lítið spjatt um landið. Vit hava tí valt at dríggja nakað at teimum byggingum, sum eru í gongd og kanska bíða út um hesi fimm árini, og heldur raðfest meira kring landið, millum annað til eina Nólsoyarferju. So talan er bert um eina raðfesting, har vit hava raðfest Nóls­oyar­ ferjuna fram um aðrar íløgur, sigur Jørgen Niclasen. Ein av stóru verkætl­ anunum, sum standa fyri framan, er skúlamiðdepilin í Marknagili. – Vit hava valt at raðfesta soleiðis, at tann verkætlanin skal taka eitt ár longri, enn tað, sum makrelsamgongan samtykti. So tú kanst siga, at vit rað­festu eina Nóls­ oyar­ferju saman við skúla­ mið­deplinum í Marknagili, með­an makrelsamgongan rað­festi skúla­mið­depilin upp á bekostn­ing av einari Nóls­oyar­ferju, sigur Jørgen Nicla­sen. Ætlanin søkt Fíggjarnevndar­formaðurin sigur, at tað hevur sínar fyri­ munir at dríggja Markna­ gilsdepilin. – Tað er serliga á tveimum økjum, vit vinna. Eitt er, at vit fáa rúm fyri øðrum íløg­ um, men tað er eisini við til at tryggja, at tað verða før­ oysk feløg, sum byggja. Skal ein Marknagilsdepil ger­ast við ein slíkan skund, sum kanska onkur vil, so má tað bjóðast út í einari enter­ prisu, har kanska eingin før­ oysk fyritøka sleppur fram­ at at bjóða. Vit hava greið­ar ábendingar um, at verður bjóðað út í smærri enter­ prisum er munandi størri møguleiki fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu bjóða og fáa arbeiðið, sigur Jørgen Nicla­sen. Fyrr í vár vildi Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnu­ mál­um, kanna møguleikan fyri at flyta 20 av teimum 25 milliónunum, sum kort­ ini ikki vórðu nýttar, frá einum havrannsóknarskipi til nýggja Nólsoyarferju, og tað hevði fíggjar­nevndar­for­ maðurin ikki verið avvísandi yvirfyri. – Har verða í mesta lagi nýttar fimm av teimum 25 milliónunum í ár, so tað hevði avgjørt verið ein møguleiki at flutt tær 20 milliónirnar frá einum havrannsóknarskipi yvir á eina Nólsoyarferju, men tað fekst ikki meiriluti fyri. Men harfyri nýtist hug­ skotið ikki at verði slept, og vit fingu sum nevnt rúm fyri tí í okkara uppskoti, sigur Jørg­en Niclasen. Møguleikin hevur verið um­røddur í Fíggjarnevndini. – Men ein meiriluti í Fíggj­ ar­nevndini hevur als ikki vilja hoyrt talan um at pilka við játtanina til hav­rann­ sóknarskip, og sum sæst á løguætlanini, er tað bara Bill Justinussen og eg, sum vilja hava eina Nólsoyarferju á har, sigur Jørgen Niclasen. Vildi raðfesta Nólsoyarferju Makrelsamgongan kvetti høvdið av Nólsoyarferjuni, heldur Jørgen Niclasen Leo Poulsen Báðir gera vart við seg í hvassorðaðum lesara­ brøvum. Borgarstjórin í Havnar kommunu vil ikki longur finna seg í, at Ternan verður nýtt sum kastibløka millum nólsoyarleiðina og skop­ unarleiðina. »...síðan tá hava nóls­ oyingar runnið gjøg­ num trappur, stigar og leytarar á ymsum skip­ um, sum bara fullfør fólk hava dittað sær at ferðast við. Børn, eldri , fólk við barnavogni og fólk í rullustóli hava havt stórar trupulleikar – vit hava enntá upplivað, at fólk eru hivað umborð við krana! Heilt galið hevur eisini verið við farmi«, skrivar Heðin Mortensen. Og hann heldur fram: »Tórshavnar komm­ una hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at tryggja hesa farleið. Vit hava t.d. gjørt nýggja ferjulegu og fasilitetir. Men vertin leggja SL og vinnumálaráðharrin í, tí lappaloysnin Tern­an verður tikin frá nóls­ oyingum, hvørja­ferð okk­urt er galið aðra­ staðni«. Bjarni Djurholm hev­ur eisini luftað sína mein­ing. »Tað var undir fyrra ABC-landsstýrinum, at nýtt nólsoyarskip varð fyrireikað og skitsu­ uppskot lagt fram til kunningar fyri bygdar­ fólkinum. Nýggja nóls­ oyarferjan kostaði góðar 40 milliónir krónur, og var ætlanin at játta peningin yvir tvey fíggj­ arár«, skrivar Bjarni Djur­holm. Bjarni Djurholm held­ ur, at tað einasta rætta er at byggiætlanin frá 2007 aftur kemur á skrá, so nólsoyingar fáa nýggja tíðarhóskandi ferju, bert ætlað til farleiðina um Nólsoyarfjørðin. »Tað er klárt at fara undir projekteringina. Eitt byggiprojekt, sum eisini man koma væl við hjá føroyskum byggi­ smíði. Skal Nólsoyggin mennast, og bygdafólkið annars støðast, so er høvuðsfortreytin, at nóls­oyingar fáa nýggja ferju til flutning um fjørðin. Tað er burturvið, at nólsoyingar, frá at hava Rituna burturav, nú eru endaðir við ein­ um avloysaraskipi«, sigur fyrrverandi lands­ stýrismaðurin við ábyrgd av Strandferðsluni. Finnast at avgerðini Í hesum døgum, nú slíkur ruðulleiki er á nólsoyarleiðini, hava fleri røddir verið frammi og funnist at skilinum. Mill­ um annað Bjarni Djurholm og Heðin Mortensen