Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67 Sosialurin Dalsvegur 1 | 530 Fuglafjørður | fhk@skulin.fo | Tel. +298 444900 | Fax 444901 | www.fhk.fo Um skúlan: Á Føroya Handilsskúla ganga um 750 næmingar. 560 eru knýttir at miðnámi, sum umfatar FHS og HH, 90 eru knýttir at kvøld- og fjarskúla, og 100 eri knýttir at hægru útbúgvingunum á skúlunum. Samanlagt starvast um 100 fólk á Føroya Handilsskúla. FHS - staklærugreinar í Tórshavn · Enskt C – 140 tímar hósdag 18.00–19.30 · Kunningarsamskiftistøkni C – 140 tímar mikudag 20.00–22.15 · Marknaðarførsla C – 140 tímar mánadag 18.00–19.30 · Samfelagslæra/fiskivinna C – 210 tímar týsdag 18.00–21.00 · Støddfrøði C – 175 tímar mánadag 18.00–20.15 · Støddfrøði D – 140 tímar mánadag 18.00–20.15 · Virkisbúskapur C – 140 tímar mikudag 20.00–19.45 HH - staklærugreinar í Tórshavn · Støddfrøði B – 175 tímar hósdag 18.00–20.15 · Virkisbúskapur B – 140 tímar mikudag 18.00–20.15 · Vinnulívsrættur C – 105 tímar mánadag 18.00–19.30 FHS og HH - fjarlestur á Kambsdali · Føroyskt C – 140 tímar · Samfelagslæra/fiskivinna C – 210 tímar · Marknaðarførsla C – 140 tímar · Virkisbúskapur C – 140 tímar · Støddfrøði C – 175 tímar · Týskt C – 140 tímar · íverksetan C – 140 tímar · Støddfrøði B – 175 tímar Umsóknarfreist er 12. aug. 2011 Innskrivingargjald fyri FHS og HH staklærugreinar er 300 kr. Kostnaður fyri fjarlestur er 1500 kr. fyri hvørja lærugrein á 140 tímar, 1800 kr. fyri hvørja lærugrein á 175 tímar og 2100 kr. fyri hvørja lærugrein á 210 tímar. Próvtøkur verða í mai/juni 2012. Umsóknarblað er á heimasíðum skúlans, www.fh.fo og www.fhk.fo. Marknagilsvegur 77 | Postsmoga 177 | 110 Tórshavn | Tel. +298 317177 | Fax 313374 | www.fh.fo TÍN ÚTBÚGVING – TÍN FRAMTÍÐ FHS OG HH Leiðari til Stuðulsfólkaskipanina fyri børn og atknýttar stovnar • Vilt tú standa á odda at skipa umsorgan og menning fyri børn, sum bera brek? • Hevur tú áhuga í leiðslu, starvsfólkarøkt, førleikamenning og at menna nýggjar skipanir? • Megnar tú at stýra einari skipan við omanfyri 100 starvsfólkum kring landið og einari játtan omanfyri 25 milliónir? So er tað tær, vit leita eftir at leiða Stuðulsfólkaskipanina fyri børn og atknýttar stovnar. Førleikakrøv • Viðkomandi útbúgving, helst frá hægri lærustovni, t.d. námsfrøðiliga ella sosialfakliga útbúgving við viðkomandi eftirútbúgving ella líknandi útbúgvingarstøði • Hollan fíggjarligan førleika • Góðan leiðsluførleika- og royndir • Góð evni at samskifta í skrift og talu • Evni at menna nýggjar skipanir • Gott innlit í samfelagsviðurskifti • Kunnleika til almenna fyrisiting • KT-førleika á høgum brúkarastigi Vit kunnu bjóða tær • Stórar avbjóðingar og áhaldandi krøv um menning av skipanini • Eitt sjálvstøðugt starv • Royndar og framúr dugnaligar starvsfelagar við ymsum serførleikum • Part í leiðslubólkinum hjá Børn & Ung • Stóra ávirkan á menningina av tilboðum til nakrar av okkara veikastu borgarum Ábyrgdarøkið fevnir um Stuðulsfólkaskipanina fyri børn, dagstovnin Reiðrið og dageind við heildartilboði fyri børn við serligum tørvi. Tú kemur at verða í miðdeplinum at savna og samansjóða eitt starvslið, ið bæði fakliga og landafrøðiliga fevnir sera breitt. Afturat leiðaranum eru í fyrisitingini tríggir fakligir leiðarar, sum meta um tørv, seta fyriskipanir í verk og leiða stuðulstoymi og stuðulsstovur. Hjá børnunum eru samskiparar og stuðlar at røkja eina røð av røktar- og sernámsfrøðiligum tilboðum kring alt landið, alt samdøgrið hvønn dag í árinum. Løn- og setanartreytir Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Berit Unn Petersen, virkandi leiðara fyri Børn & Ung, telefon 36 00 00. Skrivlig umsókn saman við prógvi o.ø. skal sendast til: Nærverkið Argjavegur 26 Postsmoga 3037, 110 Tórshavn Viðmerkjast: Leiðari til SFB. ella til teldupostadressu: naerverk@naerverk.fo Umsóknarfreist: 27. juni 2011 kl. 12.00 Lesið meira á heimasíðu okkara: www.naerverk.fo / leys størv Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum. Starvslýsing Børn & Ung