Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67 12 Sosialurin Nú Havnar Sjúkrakassi verð­ur niðurlagdur, skal hús­ið gerast til eitt trivn­ að­ar­hús fyri ung og eldri í Havn. Tað halda tær báðar Ingrið Henriksen og Sol­ veig Isfeldt, sum eru limir í umboðsráðnum hjá Sjúkra­kassanum. - Hetta skal verða eitt trivnað­ar­hús til tann stóra skara av fólki, sum ikki fæst við ítrótt og ann­ að, sum longu hava góðar um­s­tøður í Havn. - Sostatt kann tað sein­ as­ta, vit í um­boðs­ráð­num gera, verða eitt gott tiltak, sum verður nógvum fólki at g­agni, sum hava goldið hús­ið, siga tær báðar. Virksemi, sum tey hug­sa um, kann verða í húsinum, er - Høli til Havnar Pen­ sjón­ista­felag - Handilshøli til Heima­ virki - Framsýningar og sølu­búð fyri ymiskt handa­ligt arbeiði og annars halda tey, at hús­ ið kann rýma ymsum verk­støð­um til handverk, hond­arbeiði, træsmíð, mynd­list og aðra list og til at taka video upp í, ella ymiskt annað, sum hug­ flog­ið nú røkkur til. Um tær fáa undirtøku fyri sínum vilja fæst at vita í næstum, tá ið um­ boðs­ráðið skal aka støðu Áki Bertholdsen Hóast tað nú er meiri enn eitt ár síðani, at gomlu sjúkra­ kass­ar­nir vórðu avtiknir og vit fingu tað almennu Heilsu­trygdina, er ongin sem­ja enn um, hvat ognirnar hjá Havnar Skúkrakassa skulu brúkast til. Serliga er ósemja um, hvat tað stóra húsið hjá sjúkra­ kassa­num mitt í býnum skal brúk­ast til. Heilsumálaráðið og Megin­felagið fyri føroysku sjúkra­kassarnir hava sam­ ráðst væl og leingi um, hvat skal gerast við ognirnar hjá sjúkr­a­kassunum. Semja er um, at ognirnar skulu í ein sjúkrakassagrunn, sum skal stuðla heilsu­fremj­ an­di tiltøkum, sum koma øll­ um til góðar. Men av øllum sjúkra­ kassu­num, sum vóru, er tað bara Havnar Sjúkrakassi, sum ikki hevur avgreitt síni viðurskifti, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Heilsu­ mála­ráðnum. Men tað hevur uttan iva sína orsøk og hon er, at ósemja er innanhýsis í sjúkra­kassa­num um, hvat hús­ið skal brúkast til. Poul Geert Hansen sigur, at nevndin hevur skyldu til at tryggja, at sum mest fæst burt­ur úr húsinum til frama fyri sjúkrakassagrunnin. Í hesum sambandi kann verða talan um at selja húsið ella at leiga tað. - Tað er ikki so avgerandi um húsið verður selt og pen­ing­urin verður settur á bók, ella um virðið stendur í fastari ogn. Hinvegin samtykti um­ boðs­ráð­ið um ársskiftið, at selja Tórshavnar Kommunu hús­ið fyri ein rímiligan til eitt trivnaðarhús, bæði eldri og yngri. Men hendir tað, at húsið verður selt fyri minni enn mark­nað­ar­prís, er eitt endur­ gjalds­krav væntandi úr Heilsumálaráðnum upp tað, sum er ímillum søluprísin og marknaðarprísin og tað kann skjótt fara at snúgva seg um milliónir, tí húsið er virðis­mett til átta milliónir, men Heðin Mortensen, borgar­stjóri í Havn, heldur ein hóskandi prísur er tvær millió­nir, tí tey eru í so vána­ lig­um standi. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen - Tað eru havnarfólk, sum hava goldið fyri húsið hjá Havn­ar Sjúkrakassa og tí skal húsið nú latast havnar­ fólki aftur, nú sjúkrakassin er avtikin. Tað halda limir í um­boðs­ ráðnum í Havnar Sjúkra­ kassa. Í næstu framtíð skal av­ gerð takast um lagnuna hjá húsinum hjá Havnar Sjúkra­ kassa og sum tað sæst her á síðu­num, er ikki semja um, hvussu málið skal avgreiðast. Men fyri teir báðar um­ boðs­ráðs­limirnar, Ingrið Henrik­sen og Solveig Isfeldt, er ongin ivi. Tær staðfesta, at beint fyri jól í fjør samtykti um­ boðs­ráðið at selja Tórshavnar Kommunu húsið fyri ein rími­ligan penga. Men síðani tá er onki hent og tær báðar halda, at tað eru hóttanir um endur­gjalds­ krav, sum er umrøtt í øðrum grei­n­um her á síðunum, sum hava elvt til, at summi hava hug at slaka við teirri av­ leið­ing, at stígur er komin í mál­ið. Rímiligt Men í teirra hugaheimi er ong­in ivi um, at hendan av­ gerð­in skal staðfestast. - Havnarfólk skulu hava hús­ið aftur, sum tey hava gold­i­ð fyri. Tey staðfesta, at tey, sum eru vald í nevnd og umboðsráð hjá Havnar Sjúkra­kassa, hava eitt einasta end­a­mál og tað er at røkja áhuga­málini hjá limunum í Havnar Sjúkrakassa og ong­ um øðrum. - Tað eru borgararnir í Havn, sum alt teirra vaksna lív hava goldið í felagskassan og tí er ikki meiri enn rími­ ligt, at húsið fellur aftur til tey, sum hava goldið. Tey eru eisini sannførd um, at tekur Heilsumálaráðið ræð­ið á ognunum hjá Sjúkra­ kassa­num, er tað ognartøka og tað er ólógligt, sama hvør sem­ja er gjørd. - Tað er so ongin semja gjørd við umboðsráðið, sum er evsta vald, leggja tær aftur­at. Tí vilja tær báðar hava eina løgfrøðiliga meting av støðu­ni, áðrenn endalig av­ gerð verður tikin. Tær hava longu tosað við løgfrøðingar sum halda, at tað er sera ivasamt, um heim­ild er fyri at taka ræðið á ognunum hjá Havnar Sjúkra­kassa, tí so er talan um ognar­tøku. Hevur ræðið Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, er ikki samd­ur í, at talan er um ognar­tøku. - Vit hava gjørt semju við Megin­felagið Fyri Føroyskir Sjúkra­kassar um, at fæið hjá øllum sjúkrakassunum skal í ein sjúkrakassagrunn, sum verður ein sjálvstøðugur Trivnaðarhús til ung og eldri Hótta við kravi upp á milliónir í endurgjaldi SJÚKRAKASSIN Ósemja um húsið hjá Havnar Sjúkrakassa kann enda við, at nevndin og umboðsráðið í Havnar Sjúkrakassa fáa eitt endurgjaldskrav upp á fleiri milliónir Havnarfólk skulu hava húsið aftur SJÚKRAKASSIN Húsið hjá Havnar Sjúkrakassa skal koma havnarfólki til góða, siga limur í umboðsráðnum, nú avgerðin skal takast um lagnuna hjá hesum stóra húsi mitt í Havn