Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67 Sosialurin Hóast húsið hjá Havnar Sjúkra­kassa er virðismett til átta milliónir, heldur Heðin Mortensen, borg­ ar­stjóri í Havn, at tvær millió­nir er ein meiri hósk­andi prísur. - Vit hava fingið eina byggi­køna meting av húsi­num og tað er í vána­ lig­um standi, so tað skal nógv­ur peningur brúkast upp á tað, bæði innan og uttan, sigur hann. - Tað er í øllum førum ikki meiri enn tvær millión­ir vert, leggur hann afturat. - Tað hevði verið eitt fantastiskt hús hjá kommu­nu­ni at átt, tí tað ligg­ur so ómetaliga væl fyri mitt í býnum, sigur hann. Hann sigur, at hug­skot­ ið hevur verið frammi um, at Tórshavnar Kommuna skal ogna sær húsið til eitt trivn­að­arhús. Fær kommunan húsið, kundi hann hugsa sær, at tveir kommunu læknar verða í niðastu hædd í eina tíð fram, men at rest­ in av húsinum verður brúkt til eitt trivnaðarhús. - Vit halda, at tað er ikki annað enn rímiligt, býur­in fekk húsið aftur, sum borgararnir hava gold­ið fyri, leggur hann aftur­at. Men sum tað skilst, at verð­ur húsið selt, er tað eitt krav, at tað verður selt hægs­t­bjóðandi. Og har verður kom­ mu­na­n ikki við, skilst á hon­um. Hendir tað, verður úrs­ lit­ið helst, at okkurt snilt handils­fólk ognar sær hús­ið til onkur endamál. - Hvør hevur so vunn­ ið, spyr hann. Spurn­ing­ ur­in er um húsið ikki var fræga­ri farið sum eitt al­ manna­gagnligt hús mitt í Havn­ini. - Tá mátti tað ver­ið virðiligari at havn­ar­borg­ ar­ar fingu húsið aftur, legg­ur hann afturat. Heðin Mortensen, sum eisini er limur í um­ boðs­ráðnum fyri Havnar Sjúkra­kassa, reisir eisini spur­n­ing­in, sum verðru reist í aðrari grein her á síðu­ni og tað er: Hvør eig­ ur húsið. - Tað er ein spurningur, eg kundi hugsa sær mær at fingið greiði á, sigur borgarstjórin. Og sum tað sæst í øðr­ um greinum her á síðuni, er hann ikki einsamallur um tað sjónarmiðið. Áki Bertholdsen - Vónandi verður málið av­ greitt fyrsta dagin. Tað sigur Óli Reinert, næst­fo­r­maður í Havnar Sjúkra­kassa. Hann staðfestir, at hó­ast tað er langt síðani, at sjúkra­ kass­ar­nir vórðu av­tiknir og Heilsu­trygd varð stovnað, hev­ur tað ikki enn eydnast at koma ásamt um ognirnar hjá Havnar Sjúkrakassa, men nú vónar hann, at tað kann av­greiðast. Sum tað stendur aðra­ stað­ni her á síðunum, er ein spurningur, um húsið skal seljast Tórshavnar Kommu­ nu fyri minni enn mark­nað­ ar­prís við teirri avleiðing, at nevnd og umboðsráð kun­nu verða stevnd eftir endur­gjal­ di. - Tað, sum Umboðsráðið skal taka støðu til, er, um vit eru til reiðar at taka tann vágan á okkum at selja fyri undirprís, har vandin er, at vit afturfyri fáa eitt per­són­ ligt endurgjaldskrav upp á fleiri milliónir, sigur Óli Rein­ert. - Trupulleikin er, at hús­ið er virðismett til átta millió­ nir, men so nógv er Tórs­ havn­ar Kommuna ikki sinn­ að at keypa tey fyri. Hin møguleikin er so at selja til tann, sum bjóðar mest, ella at lata húsið fylgja við inn í Sjúkrakassagrunnin. - Páhaldið úr Heilsu­mála­ ráð­num er, at vit hava skyldu til at fáa sum mest burtur úr ognu­num, tí húsið er almenn ogn og tað kunnu vit ikki loyva okkum at selja fyri undir­prís. Vit hava fingið at vita, at selja vit tað kortini fyri undirprís, kann endur­ gjalds­krav verða reist ímóti teimum í nevndini og um­ boðs­ráð­num, sum hava tikið tað avgerðina. Semja Næstformaðurin í Havnar Sjúkra­kassa er greiður yvir, at eitt sjónarmið er, at talan er um ogn hjá Havnar Sjúkra­ kassa og at ongin kann taka ræð­ið á teimum, tí tað er ogna­r­tøka og tað er ólógligt. - Men síðani er ein avtala gjørd ímillum Meginfelag Før­oys­ka Sjúkrakassa og Heilsu­trygd um, at fæið hjá øll­um sjúkrakassunum í landi­num skal í ein sjúkra­ kassa­grunn, sum skal stuð­la al­man­na­gagnligum heilsu­til­ tøkum. - Hetta er ein avtala, sum nevndin í Havnar Sjúkra­ kassa hevur verið við til at gera og sum nevndin hevur tik­ið undir við. Men hann staðfestir, at tað eru limir í um­boðs­ ráðnum, sum ikki eru samd­ ir í hesum, men sum held­ ur vilja lata Tórshavnar Kommu­nu húsið fyri minni enn marknaðarprís og kans­ ka við ávísum treytum um, hvat húsið skal brúkast til. - Tað er hetta, sum støða skal takast til í næstu fram­ tíð, sigur Óli Reinert. 2 milliónir Vóna at avgerðin fellur fyrsta dagin grunn­ur, óheftur at lands­ kassa­num. - Fæið hjá sjúkra­kassu­ num er ogn hjá øllum før­ oy­ing­um, tí øll hava verið tving­að at vera í einum sjúkrakassa og tí verður ein grunn­ur stovnaður, sum skal brúk­ast til almannagagnlig enda­mál. - Harafturat stendur tað í lógini fyri Sjúkrakassan, at verða sjúkrakassarnir av­tikn­ir, er tað lands­stýris­ maður­in, ger av, hvussu ognir­nar brúkast. - Tí kunnu sjúkrakassarnir ikki sjálvir ráða yvir ogn­un­ um, tá ið teir verða av­tiknir. Men av tí, at sjónarmiðini vóru ymisk, hevði tað utt­ an iva henda við einum rættar­máli. Nettupp tí vórðu sam­ráð­ingar tiknar upp við Meginfelag føroysku Sjúkrakassa fyri at sleppa undan rættarmáli og har er ein semja gjørd. - Men málið skal so eisini leggjast fyri Løgtingið, sum so tekur endaligu avgerðina og uppskot verður lagt fyri Løgtingið, so skjótt, Havnar Sjúkrakassi hevur tikið eina avgerð, sigur Poul Geert Hansen. aki@sosialurin.fo Aftur til Havnarfólk Tað er ikki meiri enn rímiligt, at borgararnir í Havn fáa húsið aftur, sum teir sjálvir hava goldið siga tær báðar, Ingrið Henriksen, vm og Solveig Isfeldt, sum báðar eru limir í umboðsráðnum í Havnar Sjúkrakassa. Men tað er ikki vist, at tær fáa sín vilja