fríggjadagur 10. juni 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67
14
Sosialurin
Badmintonsamband Føroya gevur tær nú aftur møguleika fyri at royna teg á badmintonvøllinum.
Tann 27. juni - 1. juli, verður skipað fyri badmintonskúla fyri børnum frá 7 ár til 14 ár. Vit fara at spæla
innandura og uttandura, kappast og hugna okkum. Badmintonskúlin verður í høllini á Hálsi í Havn.
Børn 7-10 ár venja hvønn dag frá kl. 8.30-11.30
Børn 11-14 ár venja hvønn dag frá kl. 12.00-15.00.
SKRÀ
(pr.
lið)
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
1.
tími
Venja
Stafett
Venja
Uttandura
spæl
Kapping
2.
tími
Uttandura
spæl
Venja
Uttandura
spæl
Venja
Kapping
Stuttur
støðgur
Frukt
v.m.
Frukt
v.m.
Frukt
v.m.
Frukt
v.m.
3.
tími
Venja
Venja
Venja
Venja
Kapping
og
Hugnaløta
Hetta skal tú hava við tær: Innandura og uttandura skógvar, ítróttarklæði og ein ketchara.
Hetta hava vit: Badmintonbóltar, 4 venjarar, frukt og drykkjuvørur, mat til kappingardagin v.m.
Tilmelding á teldupost: havnarbadmintonfelag@gmail.com (upplýs navn, føðingardag, t-post, tlf. nr. og
vand/nýbyrjari). Kostnaður kr. 400,- Seinasta freist at melda til er 24. juni.
Sí annars um tiltakið á www.bsf.fo og HBF á Facebook. Síggjast!
Badmintonsamband Føroya
Badmintonskúlin
2011
fyri
øll
børn
í
Føroyum
Leo Poulsen
Tað hevur verið uppi og
vent fleiri ferðir, og í gjár
gjørdist tað so veruleiki.
Niels Mortensen og Høgni
Zachariasen seldu Klokkuna,
og tað vóru Nomi og Niels L.
Arge, sum keyptu.
Tað var Hans Krogsgaard,
sum í sínari tíð stovnaði
Klokkuna. Seinni gjørdist
handilin ein partur av 3’ara
num, sum var ein saman
renning av trimum handlum,
eins og navnið ber boð um.
Tá 3’arin gjørdist til Expert,
flutti Klokkan í egin hølir, og
tá Hans Krogsgaard gavst,
keyptu Hans Mortensen og
Høgni Zachariassen hand
ilin.
Tað hevur sum nevnt
leingi ligið í luftini, at teir
fóru at sleppa sær av aftur
við Klokkuna, tí hon fall
líkasum
uttanfyri
kon
septið hjá Expert, og í gjár
undirskrivaðu teir báðir so
sølusáttmálan, sum letur
ognarrætting yvir til Nomi
og Niels L. Arge.
– Vit hava framman undan
tveir handlar í Miðlon, Nomi
Smykkur og Proil Optik, og
tá vit so fingu møguleikan
at keypa Klokkuna, tóku vit
av, sigur Nomi Arge.
Handilin liggur í egnum
hølum í SMS, og Nomi Arge
sær stórar møguleikar í
keypinum.
– Hetta er spennandi at
fara í holt við. Tað koma
nógv fólk í SMS, munandi
fleiri enn í Miðlon, so vits
ígga stórar møguleikar í
andlinum, sigur Nomi Arge.
Byrja 1. juli
Ætlanin er í fyrstu syftu at
varðveita vøruúrvalið, og so
fer tíðin at vísa, um broyt
ingar verða gjørdar.
– Hetta er ikki nakað
ókent fyri okkum. Eg havi
verið í bransjuni í eini 15 ár,
so tað skuldi einki komið
óvart á, heldur Nomi Arge.
Hon dugir ikki enn at siga,
hvussu verður við starvsfólki
í Klokkuni, men fyribils fylga
øll starvsfólkini við.
– Vit yvirtaka ikki handilin
fyrr enn 1. juli, so vit hava
nakrar vikur at seta okkum
nærri inn í viðurskiftini,
sigur Nomi Arge.
Sum vanligt er, tá handlar
av slíkum slag verða gjørdir,
vil eingin upplýsa keypsprís.
– Nei, tað fara vit at halda
okkara millum, sigur Nomi
Arge, sum saman við mann
inum unsirskrivaði keyps
sáttmála um Klokkuna í
gjár.
Nomi og Niels keypt Klokkuna
Seinnapartin í gjár skrivaðu Nomi og Niels L. Arge undir keypssáttmála um
Klokkuna í SMS, sum Niels Mortensen og Høgni Zachariassen seldu
Nýggju eigararnir av Klokkuni, Niels L. og Nomi Arge, saman
við øðrum av seljarunum, Høgna Zachariassen