fríggjadagur 10. juni 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juni 2011 - Nr. 67
15
NOTA
Sosialurin
Lærupláss / Grannskoðan
— Heimsins besta útbúgving?
Vit kunnu ikki lova tær, at tú fært heimsins bestu útbúgving, tí hvussu skulu tær ymsu
útbúgvingarnar raðfestast?
Men ert tú áhugaður í samfelagsviðurskiftum/búskapi, og kundi tú hugsað tær at arbeitt í tí
privata vinnulívinum, kunnu vit bjóða tær eina verkliga og åstødiliga útbúgving, sum tú ikki fært
betri á hesum øki.
Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar. Men tað er fyrst og fremst gjøgnum samarbeiði, at vit
hava skapt eitt sterkt lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum leikarum afturat, og vit sóknast tí eftir
evnaríkum persónum við áræði, ambitiónum og hugi at vera við á einum liði, har nógv er at
gera, og har arbeitt verður í einum góðum og óhátíðarligum umhvervi.
NOTA er eitt grannskoðara- og ráðgevingarfelag, sum varð stovnað í 1968. Umframt
at gera lógarbunda grannskoðan, veita vit ráð á ymsum økjum, t.d. viðvíkjandi roknskapi,
bókhaldi, stovnan av virkjum, sølu/keyp/umskipan av virkjum, skattamálum v.m.
Hevur tú viljan og evnini til at gjøgnumføra eina útbúgving hjá okkum, gevur tað nógvar
meguleikar í framtíðini.
Sjålvt um vit tilætlað gera alt fyri at varðveita okkara góða og óhátíðarliga arbeiðsumhvervi, má
ásannast, at grannskoðan í sjálvum sær er eitt álvarsmál.
Endamálið við grannskoðan er at gera tað arbeiði, ið er neyðugt fyri at átekna upplýsingar frá
einum virki til umheimin. Ein átekning, ið sigur, um upplýsingarnar eru rættvísandi. Í hesum
sambandi er neyðugt at læra, hvussu grannskoðanin skal útinnast, og hvat krevst fyri at gera
eina átekning. Í okkara arbeiði verður tó eisini ofta neyðugt at ráðgeva innan ymisk øki, og hartil
krevst eisini bæði teoretisk og praktisk vitan.
Lóggávan setur stór krøv til fakliga staðið hjá einum grannskoðara, men innanhýsis setir felag
okkara enn størri krav til persénligu eginleikarnar hjá einum grannskoðara. Hann skal m.a. vera
ábyrgdarfullur, álítandi, trúverdur og skilja tydningin av tagnarskylduni. Fakliga staðið verður
uppbygt gjøgnum teoretiska útbúgving og starvsvenjing — sigast má tí beinanvegin, at neyðugt
er, at tú sjålv(ur) tekur eitt stórt tak.
Mál okkara er við fyrstafloks arbeiði at geva kundunum bestu tænastu. Tá arbeiðið eisini skal
gerast so skjótt og effektivt sum til ber, kann arbeiðstíðin ikki altíð vera innanfyri ávísa klokkutíð.
Hetta setur síni krøv til starvsfólkini, og arbeiðið kann tí viðvart vera hart, men eisini spennandi.
Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur students-, HF ella HH prógv í summar, og at tú ert
áhugað(ur) í eini búskaparligari útbúgving. Tú var/er millum tey stinnastu í flokkinum hjá tær og
hevur hug at sameina eina teoretiska útbúgving við eina praktiska útbúgving. Eisini heldur tú tað
vera spennandi at sleppa at virka í vinnulívinum.
Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú í fyrstu syftu kanst lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening.
Vit geva tær møguleika fyri eini búskaparligari útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum, og sum til
fulnar er á sama steði, sum tað besta, ið verður bjóðað aðrastaðni.
Aftaná HD hevur tú fleiri møguleikar. Velur tú at lesa cand. merc. aud. ella líknandi sum
fulltíðarlesandi í t.d. Danmark, Noregi ella aðrastaðni, kunnu vit kanska útvega tær arbeiði í
lestrartíðini. Tú kanst eisini velja at lesa cand. merc. aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú
arbeiðir í Føroyum.
Eftir cand. merc. aud. er møguleiki at gerast statsautoriseraður og løggildur grannskoðari. Hevur
tú vilja, evni og rættan hugburð, stuðla vit tær so nógv sum gjørligt í at fullføra tað, sum tú setur
tær fyri.
Størvini skulu setast eftir summarfritidina (umleið 1. september 2011), men longu í juni mánaði
kunnu vit gera eina setanaravtalu.
Ynskir tú aðrar upplýsingar, kanst tú ringja til okkara og seta teg í samband við Ole Guldborg
Nielsen ella Hans Laksá.
Skrivlig umsókn við prógvum og eðrum upplýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
17. juni 2011.
Hoyviksvegur 5 - Postboks 30 - FO-110 Tórshavn : tel. 351700 - nota¬a.fo
Skrå fyri mentanardagarnar á Eiði 13. juni til 18. juni 2011
Månadagur 13. juni
(2. hvitusunnudagur)
. 15.00 — 17.00 Korndalsgarður hevur opið hús.
Framsýning.
Látrið er opið fyri vitjandi.
Kl. 17.00 — 20.00
Kl. 19.00
. 16.00 — 20.00 Kl. 19.00 — 20.15
verður at hitta Sigrun og síggja
hvussu hon arbeiðir.
Látrið er opið fyri vitjandi.
Kreativt ungdómsmeti í Karmel.
Hvat kostar gleði? Fyrilestur við
Fríggjadagur 17. juni
. 15.00 — 17.00 Korndalsgarður hevur opið hús.
Framsýning.
Látrið er opið fyri vitjandi.
Kular Røtur. Familjukonsert í
. 17.00 — 20.00
. 19.00 — 20.30
. 17.00 — 18.00
. 19.00
Tysdagur 14. juni
. 14.00 — 16.00
. 15.00 — 17.00
. 17.00 — 19.00
. 17.00 — 20.00
Mikudagur 15. juni
. 14.00 — 16.00
. 15.00 — 17.00
. 17.00 — 19.00
Eidis Ljómfelag hevur konsert í Eiðis
kirkju.
Gongutúrur niðan á Slættaratind.
Farið verður av Eiðisskarði.
Framsýningin um manntal í
ommunuskrivstovuni.
orndalsgarður hevur opið hús.
Framsýning.
Atelierið hjá Sigrun er opið. Høvi
verður at hitta Sigrun og síggja
hvussu hon arbeiðir.
Látrið er opið fyri vitjandi.
Framsýningin um manntal í
ommunuskrivstovuni.
orndalsgarður hevur opið hús.
Framsýning.
Atelierið hjá Sigrun er opið. Høvi
Kl. 20.30
Hósdagur 16. juni
.14.00 — 16.00
. 15.00 — 17.00
. 17.00 — 19.00
. 17.00 — 20.00
. 19.00
Ann Dahl Hansen, presti, í midhøll
skúlans.
Eiðisstova skipar fyri fólkafundi í
Múlavík. Rødari er Rasmus Joensen.
Um veðrið ikki er til vildar, verður
fundurin í ítróttahellini.
Framsýningin um manntal í
kommunuskrivstovuni.
Korndalsgarður hevur opið hús.
Framsýning.
Atelierið hjá Sigrun er opið. Høvi
verður at hitta Sigrun og síggja
hvussu hon arbeiðir.
Látrið er opið fyri vitjandi.
Eiðis kirkja. Konsert við Fuglafjarðar
sangkóri.
. 20.30 — 22.00
. 21.30
0.00 — 11.30
2.00 — 13.00
2.00 — 15.00
3.00 — 16.00
. 16.00 — 20.00
. 21.00
ítróttahellini. Ókeypis atgongd.
Aftankvirra í Eiðis kirkju. Kl. 21.30
spæla musikkskúlalærarar.
Ungdómshúsið Grindin skipar fyri
ungdómstiltaki í Bunnisgjógv.
Leygardagur 18. juni
Mizpa. Morgunmatur og sangleta á
Brekkuvegi. Øll eru vælkomin.
Framsýningin um manntal í
kommunuskrivstovuni.
Brandstødin uppi á Grind. Slekkiliðið
sýnir fram og roynir slokkiútgerð.
Karmel og Eiðisstova skipa fyri
loppumarknaði á Foravegnum.
Látrið er opið fyri vitjandi.
Syngið við í EB-húsinum. Eiðis
Bóltfelag og EB/Streymur skipa fyri.