fríggjadagur 10. juni 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67
Sosialurin
Kjak
Vit mugu ikki gloyma Sandoynna
og hinar útoyggjarnar!
Levi Mørk
valevni til løgtingsvali fyri allar Føroyar
Javnaðarflokkurin
Nú tá ið ein er uppstillaður til
komandi løgtingsval, er tað
sjálvandi ein skylda at hava
greið politisk mál um hvussu
okkara land skal skipast á
øllum økjum.
Tað er eisini umráðandi, at
rætt verður raðfest frá polit
iskari síðu um alt Føroya land.
Føroyar eru jú í dag eitt val
dømi og tí er tað okkara skylda
sum stilla upp til komandi
løgtingsval, at varpa ljós á alt
landið. Eisini tey økini sum
liggja í útjaðaranum av land
inum.
Tað er serliga raðfest-ing
arnar í Sandoynni, sum eg
ætli at koma inn á her. T.e. um
samferðslunetið, vinnulívið,
almennur stovnar og trivnað
urin hjá fólkum í Sandoynni.
Eg kenni fleiri sandoyingar,
sum hava fortalt mær, um teir
trupulleikar sum Sandoyggin
hevur at dragast við í dag.
Tískil vil eg her fara eitt sindur
inn á tað í hesari grein.
Fyri tað fyrsta, eg kenni væl
sjálvur, hvussu tað er, at koma
frá einari útoyggj og at vera við
skerdan lut. Eg havi búð í Vági
í 29 ár og harvið kenni eg til “at
vera og føla seg uttanfyri”, tá
ið politiskar raðfestingar hava
verið framdar.
– Ein av møguligu orsøkin
til at trivnaðurin millum fólk
í Sandoynni er dalandi, er
kanska alt hetta prátið um
ein nýggjan undirsjóvartunnil
til Sandoynna.
Vit vita eisini væl at tíðir
nar eru sera ringar í Føroya
landi í dag. Útlitini eru heldur
ikki tey somu nú fyri einum
undirsjóvartunnil, enn fyri
fáum árum síðani. Men, eg
ynski sjálvsagt ein tunnil til
sandoyingar. Nær hann verður
gjørdur veit eg ikki enn.
Tá ið trupulleikar eru, eitt
nú við ferðasambandi til og frá
Sandoynni og onkur talar at í
miðlunum hesum viðvíkjandi,
ja so vera tey kallað fyri at
vera grenj. Hetta kenni eg
eisini aftur frá tíðini tá ið eg
búði í Vági.
Nýggjasta dømi er, at Teist
in ikki er í sigling í løtuni og
hetta hevur jú stórar fylgjur
fyri trivnaðin og fólkið í Sand
oynni.
Henda farleið, er eisini tann
einasti møguleiki hjá teimum
sum hava arbeiði, ganga í
skúla í miðstaðarøkinum.
Hetta er jú teirra farleið fyri
at koma til og frá oynni. Men
enn ber ikki til hjá teimum, at
koma aftur og fram áðrenn og
aftaná skúlatíð og arbeiðstíð.
Eg hugsi serliga um ung
dómin og onnur sum arbeiða
í Havn og tey noyðist av somu
orsøk, at finna sær búgv í
miðstaðarøkinum. Ì staðin
fyri, at farleiðin var broytt til
teirra fyrimun.
Tey ungu eru oftani uml.
15 til 18 ára aldur sum ganga í
skúla í Havn, har tey leiga og
búgva fyri nógvar pengar sum
foreldur teirra oftani ikki hava
ráð til at borga fyri.
Tað er ein skylda at tey
kunnu koma aftur og fram
til Sandoynna eftir skúlatíð
og arbeiðstíð. Um so tað er
farleiðin til Hestur, sum er
trupulleikin, ja so má ein onn
ur loysn finnast har.
Men farleiðin er ikki nóg
góð sum nú er og tað er ikki
heilt rætt at ungdómurin sum
er ættaður av Sandoynni, skal
tvingast til at búgva í mið
staðarøkinum av somu orsøk.
Men so er spurningurin,
um tey ungu eru búgvin til
at vera í miðstaðarøkinum?
Hin spurningurin er so um
foreldur teirra ikki halda
teimum aftur, við at lata tey
fáa sær útbúgving í Havn av
økonomisku orsøkum ?
Ein heilt annar trupulleiki
er so, har eru ikki nógvir
almennir stovnar, sum eru í
Sandoynni í dag. Ein orsøk er,
at teir eru fluttir aðrastaðni
og eingin nýggjur er komin í
staðin.
Trupulleikin hjá sandoy
ingum stendur við og versnar,
teimum vanta arbeiðspláss,
so sum almennir stovnar o.a.
Teimum er eisini lova ymiskir
stovnar gjøgnum tíðina, eitt
nú ein nýggjan Listaskúla.
Eg sigi ikki, at vit skulu
flyta nakrar stovnar til Sand
oynna ella ikki. Men hvat
við, at hugsa um støðuna hjá
sandoyingum og útjaðaran
yvirhøvur , tá ið stovnar vera
lagdur út frá politiskari síðu.
Vinnulívinum í Sandoynni
vantar eitt nú aliloyvir við
Sandsvág og orsøkina til hesa
politisku raðfesting kenni eg
ikki.
Sum kunnugt, hava sand
oyingar ikki fingið nakran
undirsjóvartunnil
enn
og
fólkið sum har búleikast, eru
vorðin gislar av somu ætlan.
Sjálvandi skulu tey hava
ein undirsjóvartunnil, men tað
skal vera livandi í Sandoynni
inntil so verður.
Eg skal heldur ikki gera
meg klókan uppá hvat er rætt
fyri Sandoynna, viðvíkjandi
kommunusamanlegging, ella
hvat fyri ætlanir tey hava har
suðri.
Men tey skulu vera væl
komin til Tórshavnar komm
unu. Men, fyrst mugu tey sum
har búgva taka eina støðu
um, hvat tey vilja og halda um
komandi
kommunusaman
legging.
Eg haldi, at vit frá polit-
iskari síðu, mugu taka støðuna
í Sandoynni fyri fult og ikki
kallað tey fyri grenj, tá ið okk
urt er áfatt. Tey skulu jú liva
inntil og aftaná ein nýggjan
undirsjóvartunnil.
Støðan hjá nólsoyingum
og skúvoyingum, má loysast
við nýggjum skipum, sum
eru nútíðarhóskandi. Hetta
er eisini í trá við útjaðara
politikkin, sum var samtyktur
í løgtinginum fyri nøkrum
árum síðani. Har prosjektera
var eisini við nýggjaru ferju
til nólsoyingar. Nei vit mugu
ikki gloyma Sandoynna og hin
útjaðaran í Føroyum.
Útlendingamálið er væl
úr hondum greitt
Annika Olsen
Løgtingskvinna
Í útvarpinum í gjárkvøldið
greiddi løgmaður frá ivamálum
í samband við yvirtøkuna av
útlendingaøkinum. At sam
bandsflokkurin og løgmaður
eru í iva um eina yvirtøku,
skilji eg væl, men tað er ikki
rætt, at tað eru so nógv ivamál
í samband við yvirtøkuna, sum
løgmaður vil vera við. Sum
landsstýriskvinna við mál
inum um hendi fram til 6. april
2011, var meiri og minni alt
komið undir land í samband
við yvirtøkuna, tó vantaði
svar frá Schengen, hvat við
víkur
marknaðeftirlitinum.
Hetta var høvuðsorsøkin til,
at yvirtøkan ikki varð løgd
fyri Tingið fyri síðsta fram
løgudag, sum var 1. mars.
Svarið kom seinni í apríl frá
donsku
myndugleikunum
um, at tað juridiskt ikki er
nakað í vegin fyri at yvirtaka
marknaðeftirlitið og fram
haldandi vera ein partur av
Schengensamstarvinum. Nú
varðar løgmaður sjálvur av
yvirtøkulógini, og er tað løg
maður, sum formliga skal
fremja
yvirtøkuna
vegna
landsstýrið og leggja lógina
fyri Tingið. Tá tað nú fram
haldandi verður sagt, at so
nógv ivamál eru í samband við
yvirtøkuna, so eru hetta allar
helst reinar undanførslur hjá
minnilutasamgonguni. Vit sóu
hetta í ólukkumáta í samband
við yvirtøkuna av sakførara
starvsemi, ein yvirtøka har alt
lóggávuarbeiði, kunngerðir og
eftirlit var komið uppá pláss,
tá vóru tað bara onkrar aðrar
undanførslur frá umboðum hjá
minnilutalandsstýrinum fyri
ikki at fremja yvirtøkuna. Um
so er, at man í landsstýrinum
er komin eftir, at onkur viður
skifti skulu greinast nærri, so
er 1½ ár til at fáa hetta greitt,
tí útlendingaøkið verður fyrst
formliga yvirtikið 1. jan. 2013.
Sambært
innlendismála
ráðnum
er
fyrisitingarligi
kostnaðurin av yvirtøkuni 5
mió. Hetta er íroknað tær 2,2
mió., sum útlendingastovan
hevur at ráða yvir í dag, og
sostatt skulu 2,8 mió. finnast
á fíggjarlógini fyri 2013. Tað
verða neyvan hesar 2,8 mió.,
sum koma at føra okkum í
búskaparligt óføri, havandi
í huga m.a., at landsstýrið
bar eina Saltsiloverkætlan í
Tingið, sum varð samtykt á
miðjari nátt uttan at vita, hvat
endaligi rakstrarkostnaðurin
verður av verkætlanini, og
hvør skal hava ábyrgd av
hesum rakstri í framtíðini.
Hinvegin
kann
yvirtøkan
av útlendingamálinum vera
við til at styrkja um inntøku
møguleikarnar hjá Føroyum
í samband við eitt nú tey 4
frælsini.
Eg fegnist um, at sjálvstýris
flokkarnir, Tjóðveldi, Fram
sókn, Miðflokkurin, Sjálvstýris
flokkurin og Fólkaflokkurin
hava tikið stig til at yvirtaka
málsøkið útlendingamál og
marknaðeftirlit. Talan er allar
helst um nokk best fyrireikaðu
yvirtøku nakrantíð. Undir full
veldislandsstýrinum arbeiddi
táverandi løgmálaráðharrin,
Høgni Hoydal, við yvirtøk
uni og stórt og drúgt útgrein
ingararbeiði varð gjørt tá. Ùt
lendingastova er síðani sett á
stovn, sum nú í longri tíð hevur
verið
hoyringsmyndugleiki
á økinum og harvið hevur
upparbeitt eina vitan og kunn
leika til økið. Leingi væntaða
útlendingakunngerðin
varð
sett í gildi í 2010. Felags yvir
lýsing er undirskrivað, har
man hevur endað politisku
tingingarnar millum stjórnir
nar báðar. Hetta er eitt krav
sambært yvirtøkulógini.
Harumframt er integra
sjónsálit skrivað, sum skal
vera grundarlag undir einum
komandi integrasjónspolitikki
í Føroyum, har m.a. kunnleikin
hjá útlendingum til føroyska
málið og føroysk samfelagslig
viðurskifti skulu styrkjast.
Leggjast skal afturat, at
óansæð, um yvirtøkan verður
framd ella ikki, er tað neyð
ugt, at vit taka okkum av
teimum 883 útlendingunum,
sum eru í Føroyum í dag, og
geva teimum tey bestu máls
ligu, mentanarligu og sam
felagsligu amboðini, sum eru
neyðug fyri, at hesi kunnu
virka í tí føroyska samfelag
num. Hetta verða vit undir
øllum umstøðum noydd at
leggja upp fyri í teimum kom
andi fíggjarlógunum. Ì inte
grasjónsálitinum er kostn
aðurin av tiltøkum í samband
við integrasjón ásettur til
áleið 7,2 mió. Hetta er íroknað
málskeið, tulkatænastu, mál
undirvísing, eykaundirvísing
í fólkaskúlanum til børn við
øðrum etniskum uppruna,
undirvísingartilfar,
sam
skipanarfunktiónir v.m.
Til seinast men ikki minst
fer yvirtøkan at bøta um ta
manglandi rættartrygd, mang
ir útlendingar í Føroyum hava
liðið undir í mong ár. Umsóknir
hava ferðast millum danskar
og føroyskar myndugleikar, og
ongin hevur viljað tikið ábyrgd
av teimum mannalagnum, sum
mangan eru komnar í klemmu
av hesum fyrisitingarliga og
bureaukratiska
ruðuleika,
ið hevur valdað. Tískil er
tað uppá hægstu tíð, at vit í
Føroyum taka fulla ábyrgd og
fáa fullan avgerðarmyndug
leika á økinum, og at tað
verða føroyingar og ikki danir,
sum koma at avgera, hvussu
okkara útlendingaøkið verður
fyrisitið.