fríggjadagur 10. juni 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67
18
Sosialurin
Kjak
Hugleiðingar
úr Ápostla
søguni
Annar partur
Størsta veiðigøla nakrantíð?
Bjarni Djurholm,
løgtingsmaður
www.djurholm.fo
Hvør vinnur olympiaduna
á sumri 2011, makrelgongan
ella Føroya Fólk?
Um skamma stund er fiski
vinnupolitikkurin
hjá
makrelsamgonguni veruleiki.
Í fyrsta umfari verða 20 tús
und tons av makreli latin til
olympiskan fiskiskap. Nógv
skip liggja til reiðar skjótast
at fáa tonsini innanborða,
meðan
onnur
framvegis
gera klárt at vera við í seinna
olympiska umfarinum við
endan av juli.
Við mettu veiðiorkuni fara
tað bert at ganga fáir dagar at
fáa fyrstu 20túsund tonsini
av ogn Føroya Fólks undir
lúkurnar. Spurningurin er so,
hvar verður allur makrelurin
landaður?
Í Kollafirði kunnu tey í
mesta lagi arbeiða 1100 tons
undan um døgnið, har nóta
bátarnir
frammanundan
landa, so ilt er at síggja
hvussu ogn alra okkara kem
ur til høldar fyri besta prísin
til flestar arbeiðstímar. Eitt
alternativið er sjálvsagt, at
stórur partur endar sum mjøl
í Fuglafirði ella samsvarandi
í Íslandi?
Annar møguleiki í hesum
olympiska leiki er, at nøkur
risaskip, helst ogn hjá út
lendingum, fara at liggja
á feltinum og taka móti
skundveiðini. Úrslitið verður
ikki nógv øðrvísi enn í fyrra
møguleikanum, nevniliga lág
ur prísur, avmarkað arbeiði
á landi og so vinningurin til
útlendingar.
Søplað burtur
Støðan kann tí gerast púra
burturvið, har makrelsam
gongan gevur 42úsund tons
av ogn Føroya Fólks upp
fyri skutil við tí úrsliti, at
kærkomna makrelískoytið
til búskapin verður søplað
burtur fyri lakasta prísin,
vánaligastu góðskuna og við
minst møguligum arbeiðs
tímum á landi, har samfelags
missurin lættliga kann fara
at vera í 100 millióna klass
anum. Hvør fær ábyrgdina
av tí?
Samstundis eru eingi atlit
tikin til teir skipabólkar, sum
púra óforskylt av makrel
málinum hava mist veiðu
rættindi í norskum, grøn
lendskum og ES-sjógvi. Skip,
sum í 2011 dokumenterað
hava mist 10-tals mio kr. Hes
um er eingin áhugi fyri.
Hovsa-politikkur
Nýggi hovsa-umfordeilings
politikkurin
við
politiskt
ásettum gjaldi fyri makrelin
er nú veruleiki.
Viðgerðin av markelmál
inum seinastu tíðina fær
øll skilafólk at ivast í evn
unum hjá politisku skipan
ini at skapa tryggar karm
ar. Óvissan um framtíðar
umstøðurnar hjá fiskivinnuni
hevur ongantíð verið størri
enn júst nú.
Spurningurin verður tí,
hvør vann olympiaduna í
Føroyum 2011, makrelsam
gongan ella Føroya Fólk.
Spennandi at vita, tá árið fer
at halla.
Richard Danielsen
Seinast sóu vit, hvussu
Lukas sigur frá, um at Jesus
fór upp gjøgnum luftina, og
lærisveinarnir mistu hann
burtur i einum skýggi, og
at soleiðis verður tað eisini,
tá ið hann kemur aftur
fyri okkara viðkomandi,
sum trúgva, vit verða rykt
burtur í skýggjum at møta
honum í luftini. Hetta
tykist ótrúligt, og onkur
flennir at slíkari talu, men
soleiðis verður tað veruliga,
líka so satt sum hetta var,
at lærisveinarnir sóu hann
fara, líka satt er tað, at vit
fara, tað er lyftið, sum orðið
gevur okkum, og lyftini í
Bíbliuni eru mong, sum eru
gingin út, og øll fara vissu
liga at ganga út. Ert tú til
reiðar til hesa hending?
Tá ið vit fara víðari í 1
kap. í Ápostlasøguni, síggja
vit, at teir ellivu ápostl
arnir
savnast
í
einum
sali í Jerúsalem saman
við nøkrum kvinnum og
brøðrum Jesusar til bøn.
Síðani síggja vit, at har er
ein flokkur uppá 120. Hesar
bønarløtur eru varðveittar
til dagin í dag millum guds
børn, men vit mugu tíverri
ásanna, at tað er tey fáu,
sum møta upp til hesi
bønarmøti, sum tó hava so
stóran týdning í lívi hins
trúgvandi. Um øll trúgv
andi vístu størri áhuga fyri
hesum møtum, mundu vit
ikki tá sæð stórri andaligan
ávøkst millum okkara. Tað
var í hvussu so tá, tá ið
fyrsta samkoman virkaði,
tá løgdust fólk í hópatali
til samkomuna, sum vit
síggja, tá ið vit lesa Ápostla
søguna.
1. kap. endar við, at
ápostlarnir velja ein mann
fyri
Judas,
sum
sveik
Harran. Hann eitur Matti
as og vinnur á einum
øðrum Jósefi í lutakasti.
Mattias varð so roknaður
saman við hinum ellivu
ápostlunum og varð eitt
vitni um uppreisn Harrans
Jesuar.
Síðani lesa vit í 2. Kapitli,
at Heilagi Andin kom yvir
tey trúgvandi, hetta hevði
Jesus lovað, meðan hann
gekk her millum teirra,
nú gekk tað út. Tað gekk
soleiðis fyri seg, at tungur,
eins og av eldi sóust, og tær
settust á hvørt eitt teirra.
Og tey fyltust av Heilaga
Andanum og fóru at tala
onnur tungumál, alt eftir
sum Andin gav teimum at
siga. Har var ein flokkur
av
blandaðum
tjóðum
savnaður saman, og tey
fingu nú boðskapin at
hoyra hvør á sínum máli.
Tey vóru sjálvandi ovfarin,
men so vóru tað beinan
vegin nøkur sum spottaðu,
og tað førdi til, at Pætur fór
at tala sína fyrstu talu, sum
vit hava niðurskrivaða, og
teir ellivu stóðu saman við
honum.
Pætur fer í Gamla Testa
menti til Jóel profet og fer
at tala um síðstu dagar, vit
síggja, at longu tá kallar
hann tíðina síðstu tíðir
(hygg eisini 1. Kor.10,11)
hvussu
nær
endanum
munnu vit tá vera, sum liva
í dag 2000 ár seinni. Hann
heldur so fram at tala og fer
til Dávid og vísir á at tað,
sum har er skrivað, kann
ikki vera um Dávid sjálvan,
men at tað er um Kristus.
Henda talan førir til, at
mong taka ímóti orðinum
og verða doypt, og 3000
leggjast avtrat samkomuni
henda dagin.
Framhald.
Bjargafuglurin og makrelurin
Erik Mortensen
Kaldbak
Tað
hava
verið
nógvar
broytingar í líkindunum á
landgrunnunum
gjøgnum
langa tíð. Gróðurin hevur
altíð verið ymiskur, og hava
tað verið góð og ring fuglaár.
Men nú ber av.
Fyri nøkrum árum síð
an, hoyrdu vit hugtakið,
makrelur her við Føroyar.
Hesin makrelur hevur púra
stongt fyri føðini hjá lomviga,
álku, lunda, ritu og ternu.
Nú eru vit í juni mánað, og
havið alt er lívleyst. Nú vanta
nógvir árgangar av fugli,
og kann hetta ikki halda
fram. Við hetta lag minkar
stovnurin burtur í onki. Tí
hann verður eldri sum tíðin
líður, og tað doyr burturav
alla tíðina.
At hugsa sær øll fugla
bjørgini oyðin mitt í fugla
tíðini. Støðan er sera ring í
Mykinesi, Skúvoy, Sandoy
og Saksun, Nólsoy, ja øllum
Føroyum. Kanska onkra løtu
er ein bati, men tær eru fáar.
Hetta haldi eg ikki, at vit
hava upplivað fyrr.
Tann fyrsti fuglurin man
verða ternan sum hvørvur.
Hon er illa fyri, aftaná nógv
ring ár. Eg síggi nakrar sita
og kúra í Kaldbaksbotni,
og sama má verða um alt
landið.
At makrelurin hevur tikið
ræðið á landgrunnunum, má
verða tí okkurt gott er at fáa.
Gróðurin hevur verið framúr
í nøkur ár. Men hetta fær
bjargafuglurin ikki ágóðan
av. Hann er útistongdur frá
hesum yvirfylta matkova,
sum hann hevur livað av
í mong túsund ár. Kanska
kann hann so dánt lívbjarga
sær sjálvum. Men at hugsa
um egg og pisur er ómøguligt,
við teimum livilíkindum sum
eru.
Vit
Føroyingar
mugu
hava ein framíhjárætt at
verja fuglin, sum hevur átt í
Føroyum frá fyrndartíð. Vit
mugu verja sjófuglin, sum
eigur at verða búfuglur í Før
oyum.
Skal fuglurin hava rása
rúm, mugu hava rætt til at
fiska nógv meira av makrel
inum. Tað hevur sanniliga
skund. Við hetta lag kunnu
vit siga farvæl við lomviga,
lunda, álku, ritu, ternu, og
annan fugl, sum eg ikki nevni
her.
Vit standa á einum kross
vegi til ta nýggju tíðina. Hes
ar avbjóðingar mugu vit taka
nú.