fríggjadagur 10. juni 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67
Sosialurin
Vitan, vinna og vøkstur ganga hond í hond
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna í mentamálum
Fróðskaparsetur
Føroya,
okkara fremsti útbúgvingar-
og granskingarmiðdepil, setir
kós inn í framtíðina
Fróðskaparsetrið skipaði
fyrr í vikuni fyri ráðstevnu
í læraraskúlahøllini við heit
inum “Menning av Fróð
skaparsetri Føroya”, ið var
ætlað øllum ting- og lands
stýrisfólkum. Á ráðstevnuni
vóru nógvar áhugaverdar
framløgur og fyrilestrar um
útbúgvingar- og granskingar
virksemi. Kunnað varð eisini
um bygnaðarbroytingar, út
byggingarmøguleikar, nýggj
an samleika, setan av nýggj
um rektara v.m.
Nógv kundu hugsað sær,
at menningin av Setrinum
gekk uppaftur skjótari, eis
ini eg. Men vit eiga at fegn
ast um, at Setrið seinnu
árini
hevur
fingið
væl
hægri játtan og nógv fleiri
lesandi. Ikki minst fegnast
um, at Løgtingið í vikuni
gekk umbøn um eykajáttan
á møti, sum tryggjar, at tað
ber til hjá fleiri at byrja sína
útbúgving í Føroyum, eisini
í ár.
Men sum Herálvur Joen
sen,
formaður
í
seturs
stýrinum segði á ráðstevnuni,
so tekur tað tíð at vaksa.
Tað gerst ikki í einum ella
“overnight”.
Visjónir og nýggjar
útbúgvingar
Framløgurnar á ráðstevnuni
góva okkum eina greiða
ábending um, at vit hava ein
visioneran stovn í stórari
menning, og at setrið eru
við í samstarvi um nógvar
spennandi og viðkomandi
granskingarerkætlanir, bæði
innanlendis og uttanlands.
Setrið fær hollan stuðul
frá nógvum stovnum og
skipanum eitt nú Havstovuni,
Søvnum Landsins, sjúkra
húsverkinum,
Gransking
argrunninum,
Fiskaaling,
Heilsufrøðiligu Starvsstov
uni, Vinnuframagrunninum,
Fiskivinnuroyndum o.ø. Har
umframt hevur Fróðskapar
setrið gott samstarv við nógv
universitet í øðrum londum.
Beint nú verða nýggjar
útbúgvingar
fyrireikaðar
innan
matvøruverkfrøði,
sea-food management og
fjølmiðlafrøði. Fróðskapar
setrið leggur eisini stóran
dent á táttin um lívlanga
læring. Og á ráðstevnuni
greiddu fleiri av deildunum
frá møguleikunum fyri eftir
útbúgving,
uppstigan
av
útbúgvingum, møguleika fyri
partíðar- og stakgreinalestri
o.a.
Endamálið er at
taka inn lesandi
á hvørjum ári
Í 2010 tóku vit lesandi inn
á øllum megindeildum á
Setrinum, og í ár taka vit
lesandi inn á 4 av 5 megin
deildum. Tað er heilt nýtt,
at tað ber til at byrja lestur á
hvørjum ári á Setrinum.
Endamálið við tí rikna
politikkinum seinastu árini
er, at okkara hægsti vitanar
stovnur fer at taka inn lesandi
á øllum deildum á hvørjum
ári í framtíðini, og at útboðið
av útbúgvingum verður al
samt meiri fjølbroytt – og
ikki minst, at vit megna at
fylgja við í granskingini.
Tað er ein megingtreyt,
at øll hægri útbúgving er
granskingargrundað.
Fjarlestur, samlestur
og joint degree
Vit hava fyrireikað, hvussu
farast kann undir at skipa
fjarlestur. Tí heimurin ligg
ur opin fyri okkum. Møgu
leikarnir eru óendaligir, um
Fróðskaparsetrið
verður
høvuðsinngongdin til eina
holla útbúgving hjá einum
vaksandi skara av okkara
ungdómi, til eina útbúgving,
sum kann verða sett saman
av lestri bæði her heima og
uttanlands, joint degree.
Vit eiga ikki at læsa okk
um í sjónarmiðnum, at øll
skulu fáa sær útbúgving
í
Føroyum.
Tvørturímóti
skulu vit lata upp fyri, at so
nógv sum møguligt ynskja
at fáa sær eina útbúgving,
annaðhvørt tað so er her
heima, uttanlands ella bæði.
Vit skulu gera tað møguligt
at byrja at lesa í egnum
landi, tí kanningar vísa, at
tess
seinni
ungdómurin
fer av landinum – eitt nú í
lestrarørindum – tess størri
eru sannlíkindini fyri, at tey
hava hug at venda aftur.
Vit eru kappingarfør
Tað er í verki prógvað, at vit
meiri enn so eru kappingarfør,
bæði
innan
havfrøði,
náttúrufrøði, málfrøði og
aðra gransking. Júst tí skulu
vit hugsa vinnulív, búskap og
marknaðarføring, eins væl
og um kreativar førleikar,
mál og fremmandamál, tá vit
seta okkum fyri at fjøltátta
útbúgvingar-
og
gransk
ingarskipanir.
Maritimar útbúgvingar
á enn hægri støði
Vit eru í einari serstøðu, tá
um maritimar útbúgvingar
ræður. Hesar útbúgvingar
hava gott umdømi, og vit eru
fakliga væl fyri á hesum øki.
Tann fyrimunin skulu vit tora
at byggja víðari á, og at lyfta
sjóvinnuútbúgvingarnar upp
á hægri støði. Arbeitt verður
við hesum í løtuni, í neyvum
samstarvi við øll, sum varða
av útbúgvingunum.
Eg haldi, at vit eisini
skuldu sett okkum fyri at
bjóða maritimar útbúgvingar
á enskum máli. Tað kundi
drigið onnur til okkara at
nema sær útbúgvingar.
Vitan, vinna og
vøkstur ganga
hond í hond
Tað er umráðandi, at tilknýtið
millum vinnulívið og Fróð
skaparsetrið verður styrkt.
Tað er mín vón og mítt ynski,
at vinnulívið í Føroyum í
framtíðini fær virknari lut
í menningini av teimum
hægru útbúgvingunum, og at
vinnulívið kennir ognarskap
í hægri lestri og gransking og
er við til at stinga út í kortið,
hvønn veg vit sum samfelag
eiga at fara.
Føroyskur
ungdómur
sleppur í alsamt størri mun at
lesa ókeypis á lærustovnum
ymsa staðni í Evropa. Tað er
ikki tí, at hesi lond ynskja at
gera júst okkum føroyingum
eina tænastu. Tað er av teirri
einføldu orsøk, at lestrarøki
eisini altíð eru vakstrarøki.
Og har, sum tað er eitt
sterkt og fjølbroytt lestrar
umhvørvi,
har
er
eisini
vøkstur og trivnaður.
Í hesum døgum byrjar
eitt nýtt tíðarskeið á Fróð
skaparsetrinum: við nýggjum
bygnaði, nýggjum samleika
og við nýggjum rektara.
Eg vil ynskja Setrinum,
øllum setursfólkum, seturs
vinum,
leiðslu,
lærarum
og lesandi blíðan byr, og
hjartaliga tillukku til Sigurð
í Jákupsstovu við starvinum
sum
nýggjur
rektari
á
Fróðaskaparsetri Føroya.
Heimsins besta skipan má fáast at virka
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Strendur
Í nógv ár hava vit hoyrt, at
Føroyar hava heimsins bestu
fiskivinnuskipan. Politikarar
hava ferðast úti í stóru verð
og greitt frá hesi skipanini,
tí onnur máttu eisini fáa at
vita, hvussu fantastiska væl
hon virkaði. Skipanin var alt
ov góð til bara at vera kend í
Føroyum.
Men hvussu góð er skip
anin? Flakavirkini eru farin
á húsagang, skipini bera seg
ikki, fiskastovnarnir eru nið
urfiskaðir
og
keypararnir
vilja ikki hava føroyskan fisk,
tí hann er ikki veiddur burð
ardygt. Er tað heimsins besta
skipan?
Nógv er gott
Tað er einki at taka seg aftur
í, at okkara skipan við fiski
døgum hevur nógvar dygdir.
Serliga tað at fiskur ikki verð
ur tveittur aftur í havið, er ein
styrki. Men einki er so gott, at
tað ikki kann gerast betur, og
sjálvandi skulu vit halda fram
við at menna skipanina.
Ov nógvur ungfiskur
Ein trupulleiki, sum víst hev
ur verið á ferð eftir ferð (ikki
minst av vinnuni sjálvari), er
at ov nógvur ungfiskur verður
veiddur. Breið semja tykist
vera um, at hetta eiga vit at
gera nakað við, men verri er
at finna semju um, hvat skal
gerast.
Løgtingsmaðurin Tórbjørn
Jacobsen legði eitt uppskot
fyri tingið í mars, um at banna
allari húka- og trolveiðu inn
an fyri tríggjar fjórðingar úr
grundlinjunum.
Um
enda
málið við uppskotinum segði
hann, at tað var fyri at verja
ungfiskin.
Trupulleiki fyri miðøkið
Á einum fundi, sum eg sjálv
ur var við á, millum Sam
bandsflokkin, Javnaðarflokk
in og Tjóðveldi, varð hildið, at
tað var alt ov víðgongt at seta
markið tríggir fjóðringar úr
grundlinjunum. Serliga fyri
útróðurin í miðøkinum kundi
hetta gerast ein trupulleiki, tí
her eru grundlinjurnar, bæði
eystanfyri og vestanfyri, rætti
liga langt úr landi. Johan Dahl,
landsstýrismaður, lovaði tí at
fáa teknað aðrar linjur í kortið,
sum fylgdu landinum betur.
Hetta varð gjørt, og upp
skot varð lagt fyri tingið um
at friða innanfyri tríggjar
fjóðringar úr landi. Seinni er
hetta broytt til hálvan annan
fjórðing.
Má raka onkran
Eg skilji væl teir útróðrar
menninar, sum stúra fyri
avleiðingunum av uppskot
inum. Hinvegin, so ber ikki
til at gera eitt uppskot um
at friða ungfiskin, uttan at
tað rakar onkran. Um vit ikki
kunnu semjast um eitt forboð
ímóti at fiska innanfyri ein og
ein hálvan fjórðing úr landi,
so fáa vit í roynd og veru einki
gjørt. Tað merkir, at vit vilja
halda fram at fiska ungfisk
og hetta kemur fyrr ella
seinni aftur um brekku, og tá
rakar tað millum annað somu
útróðrarmenninar.
Havstovan má vísa prógv
Ein atfinning, sum hevur verið
móti uppskotinum, er spurn
ingurin um hvar ungfiskur er
at fáa. Onkur útróðrarmaður
hevur víst á, at tann smæsti
fiskurin er ikki heilt inni við
land.
Her er sjálvandi umráðandi,
at vit fáa rættar upplýsingar,
tí skulu øki friðast, so er tað
avgerandi neyðugt, at talan er
um tey røttu økini. Her haldi
eg, at Havstovan má prógva, at
teirra pástandur er rættur.
Nógvur politikkur
Sjálvandi
kemur
nógvur
politikkur uppí eitt mál av
hesum slagnum, og mong nýta
høvið at markera seg. Men eg
haldi ikki, at nakar innast
inni heldur, at tað er rætt at
fiska ungfisk. Samtíðis má eg
staðfesta, at nevndu uppskot
eru tey einastu, sum eru løgd
fyri tingið í hesi tingsetuni,
sum hava havt til endamáls at
verja ungfiskin.
Tað er altíð lættari at vísa
á, hvussu tingini ikki skulu
gerast, heldur enn at koma
við ítøkiligum uppskotum um
loysnir. Einki at gera er í hvussu
so er ikki nøkur loysn, og tí taki
eg undir við uppskotinum hjá
landsstýrismanninum. So fáa
vit at síggja, hvussu uppskotið
sær út, tá tað kemur aftur úr
vinnunevndini.