Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67 20 Sosialurin Starvslýsing Verkætlanarfólk - at fyrireika eina endurvenjingar- tænastu undir Nærverkinum Søkt verður eftir einum fólki til tíðaravmarkað starv at byrja beinanvegin og árið út til at fyrireika eina endurvenjingartænastu undir Nærverkinum. Endurvenjingarætlanin umfatar alt landið. Hon skal taka atlit til, at endurvenjingin skal vera galdandi fyri allar málbólkar í Nærverkinum, og at endurvenjingin verður skipað tvørtur um fakmørk í tøttum samspæli við aðrar viðkomandi myndugleikar. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mary J. í Garði, stjóra, tlf. 360000. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Umsókn Umsókn við avriti av prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: Nærverkið Stílað: Mary J. í Garði, stjóri Argjavegur 26, postsmoga 3037 110 Tórshavn ella til maryg@naerverk.fo Umsóknarfreist: sunnudagin 26. juni 2011 Deildarleiðari til Heimatænastuna í Suðuroy Vegna farloyvi verður søkt eftir deildarleiðara til sunnara øki í Suðuroy frá 1. juli 2011 til 30. juni 2012. Um sú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til økisskrivstovuna, tlf. 373907. Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Heimatænastan øki 5 Stílað: Jeanna í Lágabø, økisleiðari Vágsvegur 45, 900 Vágur Umsóknarfreist: 27. juni 2011 Lesið meira á heimasíðu okkara: www.naerverk.fo / leys størv Leyst størv í Nærverkinum Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum. Námsfrøðingar til Gjáa Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum at byrja 01. august 2011. Talan er um 1 starv á 35 tímar um vikuna og 1 starv á 30 tímar um vikuna. Eisini verður søkt eftir 3 námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv. Talan er um: • 1 starv á 35 tímar um vikuna, fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi, frá 01. august 2011 til 01. februar 2012 • 1 starv á á 25 tímar um vikuna, somuleiðis fyri starvsfólkum í barnaburðarfarloyvi, frá 01. august 2011 til 01. apríl 2012 • 1 starv á 20 tímar um vikuna, fyri starvsfólk í farloyvi, frá 01. august 2011 til 30. juni 2012 Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dagbjørt Ó. Hansen, leiðara á telefon 73 00 51. Námsfrøðingar til Frítíðarheimið í Leirvík Søkt verður eftir 6 námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv frá 01. august 2011 til 30. juni 2012. Talan er um: • 2 størv á 22 tímar um vikuna • 3 størv á 20 tímar um vikuna • 1 starv á 8 tímar um vikuna Arbeiðstíðirnar eru seinnapartin á degi Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu E. Olsen, leiðara á telefon 73 00 53. Námsfrøðingur til frítíðaransingina í Skúlaspíranum Søkt verður eftir 1 námsfrøðinig í tíðaravmarkað starv frá 08. august 2011 til 30. juni 2011. Talan er um starv á 19 tímar um vikuna Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hallbjørg Eliasen, leiðara á telefon 73 00 44. Námsfrøðingar til Brúsa Søkt verður eftir 3 námsfrøðingi at byrja 01. august 2011. Talan er um eitt størv á 20 tímar um vikuna. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigvør Gregersen, leiðara á telefon 73 00 41 Lønar- og setanartreytir Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera Eysturkommunu, Postboks 30, 510 Gøta, í hendi í seinasta lagi 15. juni 2011 kl. 12.00. Har eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett ístaðin. Víst verður til heimasíðuna hjá Eysturkommunu: www. eysturkommuna.fo Studni Hoyvíksvegur 72 Postsmoga 3279 FO - 110 Tórshavn tlf. 30 65 65 fax 30 65 66 studni@studni.fo www.studni.fo Ferðastuðulin til lesandi uttanlands Síðsta freist at søkja um ferðastuðulin fyri inniverandi skúlaár er 31. juli 2011. Hetta er galdandi fyri øll tey, ið byrjaðu lesturin á heysti, t.v.s. millum 1. august og 31. desember. Víst verður til heimasíðuna www.studni.fo