fríggjadagur 10. juni 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67
Sosialurin
Óli Jacobsen
Peter Christian Fredrik Jacobsen,
kallaður Pedda við Stein, var føddur
18. juni 1852.
Foreldrini vóru:
Jacob Hansen, ættaður av Kák,
( 24. desember 1815- 3. juni 1853) og
Karen Sybille Danielsdatter, f. 17.
mars 1816.
Pedda varð 24. oktober 1875
giftur við Onnu Rasmusdatter Jo
hannesen, fødd 7. juli 1855.
Foreldur hennara vóru Rasmus
Johannesen, jekari, (f. 11. juni 1820 í
Kirkjubø, deyður 22. oktober 1867)
og Anna Maria Rasmusdatter (f. 13.
September 1814 á Kirkju) .
Tey búðu uppi á Reyni, og tá ið
børnini skuldu doypast vildi Anna
hava at “Reyn” varð skoytt upp í
Jacobsen. Tað bleiv so til, at børnini
vórðu doypt Jacobsen Rein.
Anna og Pedda búðu fyrst í
Knútsstovu, men bygdu so hús úti í
Bø, millum Bøgøtu og Tróndargøtu,
har tey eisini høvdu handil í eina
tíð.
Pedda við Stein var arbeiðsmað
ur, traðarmaður og útróðrarmaður,
soleiðis sum havnarmenn breyð
føddu seg tá í tíðini. Hann var eisini
handilsmaður í nøkur ár. Hann legði
inn stóra trøð millum Varðagøtu
og Dalavegin, og tey seinastu árini
búðu tey upp á trøðni. Trøðin varð
í fimmtiárunum stykkjað út til
byggigrundir, og vegurin á trøðni
fekk navnið Pedda við Steinsgøta.
Pedda arbeiddi nógv sum grót
høggari saman við argjamonn
unum. Hann var við, tá ið Amt
manshúsini vórðu bygd. Smiðurin
á Argjum, Niels L. Arge, stóð fyri
grótarbeiðinum. Pedda arbeiddi
eisini saman við soni smiðin, Jákup
Andrias Arge (Jampan). Hann var
millum annað við at laða gróthúsini
í Rættará, sum Jampan bygdi sær
til sethús.
Konan Anna hevði saman við
mammu síni stóran áhuga fyri
sosialum og samfelagsligum viður
skiftum. Hon vav og undirvísti í
veving. Eisini hevði hon handil í
Tróndargøtu, og saman við tveim
um synum rak hon sluppirnar
Research og Harmoni. Hetta sigur
einsamalt, at hon var ein megnar
kvinna. Kanska kann hon kallast
Føroya fyrsti kvinnuligu reiðari.
Søgan aftanfyri hetta virksemi
er, at sonurin Marius tók skipara
prógv hjá Jens í Dali í 1901. Á heysti
1901 keypir hann sluppina Research
úr Lerwich og førir hana, til hann í
oktober mánað 1906 selir sluppina
til Christian Petersen, Kristian á
Steig, skipara, í Sandavági. Research
gekk burtur í einum ódnarveðrið
undir krígnum millum Ísland og
Føroyar.
Tað eina árið, Marius hevði
Research, vóru bara ógiftir menn
við honum. Um várið, tá ið teir
fiskaðu undir Føroyum, komu teir
inn á Havnina hvørt leygarkvøld.
Tað var skjótt, at sluppin ikki fekk
annað navn enn “fríggjaraskipið”.
Marius
átti
eisini
sluppina
Harmonie saman við beiggjanum
Niels. Harmonie var bygd í Frede
rikshavn og varð seinni seld til
Müller. Hetta skip var í nógv ár
heimahoyrandi í Sørvági, æt Roynd
in og N. Niclassen var eigari.
Bæði virkin fráhaldsfólk
Í 1899 var eitt avhaldskvinnufelag
stovnað í Havn. Ein av stovnarun
um var Anna.
Pedda var ein av teimum mongu
megnar havnarmonnum, sum í síni
tíð var limur í Avhaldsfelagnum,
stovnað 20. oktober 1878. Hann
var eisini ein av teimum fyrstu lim
unum og limaði seg inn 1. desember
sama ár.
Ein kendur limur var Andrass
Samuelsen, og hann skrivaði hesi
minningarorð um Pedda, tá ið hann
doyði í 1931:
Med Vemod læste jeg i Dimma
lætting, at min gode gamle Ven
P.C.F. Jacobsen er afgaaet ved
Døden.
P.C.F. Jacobsen lærte jeg at
kende for ca. 49 Aar siden i Thors
havns Afholdsforening sammen
med Mænd som Djone Isaksen,
Ole Mortensen og Chr. J. M. Christ
iansen m.fl.
De nævnte var alle, saa for
skellige de var, gode Mænd og
gode Afholdsmænd. Thorshavns
Afholdsforening og Afholdssagens
Venner skylder dem Tak. Alle var de
interesserede og frisindede Mænd.
P.C.F. Jacobsen staar ikki tilbage for
nogen af dem.
De var Venner og Bysbørn, dygt
ige i deres Virksomheder på hver sit
Felt, og meget interesserede for alle
gavnlige Opgaver.
P.C.F Jacobsen var ikke den
mindst intereserede. Han var en
helstøbt Personlighed, trofast og
retlinet. Han havde sine meninger,
og han forsvarede dem bravt, og han
kunde sige sin Mening rent ud. Han
stak intet under Stolen. Saaledes
kendte jeg ham, og saaledes satte
jeg Pris paa ham. Naar jeg i de
senere Aar efter at være flyttet fra
Thorshavn lejlighedsvis traf P.C.F.
Jacobsen fik vi en hyggelig samtale
sammen, ikke alene om “gamle
Dage”, men ogsaa om Dagens
brændende Spørgsmaal. Og jeg
følte mig altid glad efter en saadan
Samtale. Nu er ogsaa han borte.
Han har imidlertid trods de sener
Aars Sygelighed ført en virksom
Tilværelse. Han var Trømand og
forstod at passe sin Trø, saa den var
som den skulde være. Hans Billede
hænger med Ære i Thorshavn
Afholdsforenings Lokale sammen
med andre gode Mænds, og hans
øvrige Virksomhed er ikke gaaet
sporløst hen. Hans Minde vil ogsaa
blive bevaret af mange Venner, og
jeg glæder mig over, at kunne sætte
mig selv iblandt disse.
Børnini
Anna og Pedda áttu átta børn. Tvey
tey yngstu verða umrødd í hesum
partinum.
Emil, f. 20.05.1893
Hann var útbúgvin fjarritari og
arbeiddi alt sítt lív á Telegrafstøðini
í Havn, sum Store Nordiske Tele
grafselskab rak. Kona hansara
Lina f. Mortensen var av Tvøroyri.
Tey búðu í Varðagøtu á trøðni hjá
Pedda. Tey fingu trý børn, Arni,
Thorvald og Kirstin, sum øll bú
settist í Danmark. Tá ið Mil gavst
á telegrafstøðini fluttu Lina og
hann til Danmarkar at búgva. Mil
var á sínum ungu árum dúgligur
fimleikari í Havnar Fimleikarfelag,
og hann spældi eisini fótbólt.
Marie, f. 04.05.1896
Mia var yngst av børnunum.
Sum ung arbeiddi hon á Tjaldurs
Apotek í Nólsoyarstovu í Gongini.
Hon giftist við dananum Laurits
Hansen, sum var postkontrolørur
á posthúsinum í Havn. Tey búði
í húsinum hjá postverkinum í
Skansabrekku. Eftir kríggið fluttu
tey til Padborg, har Laurits varð til
nevndur postmeistari. Tey seinastu
árini búði Mia í Kolding. Mia og
Laurits fingu tríggjar døtur. Anne
Elisa, Jonna og Kirsten . Anne Elisa
fekk sær eins og pápin útbúgving
innan postverkið. Hon arbeiddi í
nógv ár í Odense og flutti síðani
til Kolding. Jonna giftist við
skotanum James Scott, sum hevði
verið hermaður í Føroyum undir
øllum heimsbardaganum. Hon býr
í Stirling í Skotlandi. Kirsten er gift
í Danmark og býr í Sønderborg.
Keldur: Marius Rein, Kári Petersen
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Pedda við Stein: Maðurin
aftan fyri gøtunavnið
Pedda við Steinsgøta er eitt kent gøtunavn í Havn. Men hvør var
Pedda við Stein? Hetta skal verða lýst í hesi grein
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
frá hinum børnunum hjá
Onnu og Pedda
PEDDA VIÐ STEIN
F. 18-6 1852 D. 4-6 1931
OG
KONA HANSARA
ANNA
F. 7.7. 1855 D. 22.4.1932
VIRKIÐ ENDAÐ
HVÍLDIN KOMIN
Anna og Pedda við Stein
Anna t.v. saman við
mammu síni Maria.
Pedda saman við øðrum
megnarmonnum í Havnar
Avhaldsfelag:
Fremra rað f.v. Jacob Michael
Michelsen, Djóni i Geil, H.N.
Jacobsen, bókbindarin og
C.C. Danielsen, postmeistari
og sparikassastjóri.
Aftanfyri: Chr. J. M. Christiansen,
Ole Mortensen, Jacob Olsen, á
Lava, Pedda við Stein, Thomas
Juul Michelsen, August og Poul
K. Mouritsen, í Barnastovu.
Myndin er í seinasta lagi frá 1912,
tí hetta ár doyði Djóni i Geil.