fríggjadagur 10. juni 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67
22
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Tað eru tveir málslúkar, ið bresta
saman á eystanstevnu við Løkin
leygardagin. Annar er liðskipari og
undangongumaður hjá NSÍ, meðan
hin á øðrum sinni hevur skorað
í einum landsliðssigri. Talan er
um Christian Høgna Jacobsen úr
NSÍ og Arnbjørn Hansen úr EB/
Streymi.
– Tað er ógjørligt at siga hvør
av teimum hevur meiri at siga
fyri sítt lið. Christian Høgni er
einstaklingurin
burtur
úr
hjá
NSÍ og hann hevur næstan altíð
ein fót við í spælinum, tá NSÍ
skorar. Um tú hyggur eftir EB/
Streymi, so fingu teir nøkur ring
úrslit fyrr í kappingini tá eitt nú
Arnbjørn Hansen og Daniel Udsen
vóru skaddir. So skjótt teir komu
aftur, so byrjaði at ganga betri
hjá EB/Streymi, sigur Sigfríður
Clementsen.
Christian Høgni hevur í ár
skorað sjey mál í 830 minuttum. Tað
merkir, at hann skorar eitt mál fyri
hvørjar 118,5 minuttir hann hevur
spælt í ár.
– Tað sum er við Christian Høgna
er, at hann skorar ikki bara mál,
men leggur eisini upp til fleiri, og
er týðandi partur av uppspælinum.
NSÍ hevur ikki nakran, ið kann
fylla plássið eftir honum skuldi
hann blivið eitt nú skaddur, sigur
Sigfríður Clementsen um NSÍ lið
skiparan.
Arnbjørn Hansen hevur skotið
tvey mál færri enn Christian Høgni,
men hann hevur gjørt tað upp á 505
minuttir. Tað merkir, at hann skorar
eitt mál fyri hvørjar 101 minuttir
hann spælir. Tað er eitt vet betri
enn Christian Høgni.
– Arnbjørn Hansen er nokk
meira ein beinleiðis áleypari og
hevur ikki altíð eins stóran leiklut
í uppspælinum. Hann er tó sera
týdningarmikil
fyri
EB/Streym
og hann er saman við Christian
Høgna tann, ið skal avgera dystin
á eystanstevnu, sigur Sigfríður
Clementsen.
Hvør hevur størri týdning
Men hvør hevur so størri týdning
fyri sítt lið, Christian Høgni ella
Arnbjørn?
– Tað er torført at taka dagar mill
um teir báðar. Teir hava eins stóran
týdning fyri liðið hjá sær, men eg vil
siga, at EB/Streymur hevur lættari
við at finna eina haldgóða loysn
fyri Arnbjørn, enn NSÍ hevur við
at finna eina haldgóða loysn fyri
Christian
Høgna.
EB/Streymur
hevur
fleiri
møguleikar,
sigur
Sigfríður Clementsen.
EB/Streymur hevur 19 stig á
triðjaplássi, meðan NSÍ hevur 18
stig á fjórða plássi. B36 hevur 24 á
fremsta plássi.
– Tað er umráðandi fyri bæði
liðini at vinna leygardagin, men eg
haldi at EB/Streymur betri kann
liva við einum tapi enn NSÍ. EB/
Streymur hevur eitt sera sterkt
lið og plagar at spæla seg upp so
hvørt sum tíðin gongur og liðið
kann vinna uttan at spæla væl, tí
teir hava fleiri einstaklingar. NSÍ
er hinvegin meiri tengt at liðav
rikinum og eru ikki eins sterkir á
papírinum sum EB/Streymur. Tí
meti eg at tað stendur meiri upp á
spæl fyri NSÍ enn fyri EB/Streym í
oddastríðnum, sigur Sigfríður.
Tá liðini spældu í steypakapp
ingini vann EB/Streymur greitt. 3-0
við Løkin, meðan landskappingar
dysturin við Margáir endaði við 2-2
javnleiki.
– Hetta er ein dystur har báðir
partar á einum góðum degi kunnu
vinna, men hinvegin so vilja báðir
partar gjarna hava samband við
B36 og tí ikki vilja tapa. Tí er ein
javnleikur eitt rættuliga upplagt
úrsligt av dystinum, sigur Sigfríður
Clementsen.
Atli Danielsen ein
fongur fyri B36
Tað ljóðaði í vikuni, at B36 arbeiða
við at fáa Atla Danielsen til felagið.
Hann spældi seinna hálvleik móti
Slovenia og allan dystin móti
Estlandi. Serliga í seinna dystinum
spældi hann ein branddyst.
– Um B36 fær fatur á Atla
Danielsen, so byrjar tað av álvara
at síggja gott út hjá B36. Breiddin
tykist hava verið størsti trupul
leikin, men Atli kann spæla á fleiri
plássum og tað gevur venjarunum
fleiri møguleikar at flyta leikarar
runt, sigur Sigfríður Clementsen.
Símun Eliasen og Rùni Nolsøe
skulu á fyrsta sinni standa á odda
fyri besta liðnum hjá ÍF, tá B36
kemur á vitjan leygardagin. Men
Sigfríður er ikki sannførdur um,
at tann sokallaða venjaraeffektin
fær at gera so stóran mun hjá
fuglfirðingum.
– ÍF manglar ein framherja og
tað framrættaða spælið hevur
ikki eydnast nóg væl í ár. Tað er
torført hjá einum venjara at ganda
ein framherja fram ella gott álops
spæl, upp á eina viku ella tvær.
Men teir kunnu arbeiða við eitt nú
deyðbóltum og fáa skipað liðið rætt
í verjupartinum, tí kann venjara
effektin blíva minni upp á stuttsigt,
men størri upp á langtsigt, sigur
Sigfríður.
Hann dugir ikki at síggja B36
tapa dystin, bæði tí ÍF hevur trupult
við at skorað og tí at B36 koyrur so
væl sum teir gera í løtuni.
HB trýstir – KÍ favorittar
FM vinnarnir frá í fjør eru pískaðir
til at vinna í Gundadali móti B68.
– Tað er ongin ivi um at HB skal
vinna hendan dystin og tað trýstið
kann gera at fjáltur kemur á teir.
Hinvegin sær út til at Andrew av
Fløtum, Vagnur M. Mortensen og
Rógvi Poulsen eru á veg aftur, so
tað talar fyri at HB kann reisa seg,
sigur Sigfríður Clementsen.
Í Klaksvík er 07 Vestur á vitjan
við nýggja venjarinum, Jóhan
Nielsen, á odda.
– Tað sum hevur rigga hjá 07
Vestur er tað framrættaða spælið,
tí trúgvi eg meiri upp á, at Jóhan
Nielsen kann lyfta 07 Vestur, enn
hvat støðan er í ÍF. Ein venjari kann
upp á stutta tíð fáa verjuspælið at
rigga heldur enn spælið fram eftir
vøllinum. Men vit koma ikki uttan
um, at KÍ eru favorittar til hendan
dystin.
Fimti og seinasti dysturin er í
Gøtu, har B71 er á vitjan.
– Víkingur er greiðasti favoritt
urin hetta vikuskiftið, men taka teir
ikki uppgávuna í álvara, so er skjótt
at tað gongur gali. Sandoyingar
hava verið í støðuni fyrr og fyri
teir hevur tað einki at siga um teir
hava tapt stórt dystin fyri, sigur
Sigfríður Clementsen at enda.
Málslúkar hittast
á eystanstevnu
Fótbóltur Tapur NSÍ eystanstevnudystin móti EB/Streymi, samstundis sum hini oddaliðini fáa fult, so er vandi
fyri at vespurnar dragna úr oddastríðnum, sigur Sigfríður Clementsen. Hann metir somuleiðis, at HB er trýst at
vinna, umframt at Atli Danielsen hevði verið ein fongur hjá B36, sum hann væntar fær minst eitt stig í Fugalfirði
Christian Høgni Jacobsen er frískur eftir landsliðssteðg
Arnbjørn T. Hansen skoraði fyri Føroyar týskvøldið,
men mátti av vøllinum við skaða
Mynd: Álvur Haraldsen
Hvør vinnur?
– Arnbjørn hevur akkurát skotið mál á landsliðnum, men tað merkir
eisini, at hann er væl troyttari enn Christian Høgni, sum ikki hevur spælt.
Arnbjørn mátti jú skiftast út við krampa aftaná ein tíma móti Estlandi, so
eg vænti at Chriastian Høgni verður omaná av teimum báðum persónligt,
sigur Sigfríður Clementsen.
Vodafone
Leygardagin 11/6: 2011
HB - B68
15:00
Dagfinn Forná
ÍF - B36
15:00
Rúni Gaardbo
NSÍ - EB/Str.
17:30
Petur Reinert
KÍ - 07 Vestur 18:30
Eiler Rasmussen
Mánadagin 13/6: 2011
Víkingur - B71 15:00
Rói Jacobsen
Steypakapping (seinnu hálvfinalur)
Týsdagin 14/6: 2011
EB/Str. (0) - (0) B68
Eiler Rasmussen
07 Vestur (0) - (1) ÍF
Dagfinn Forná