Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge – Tey fara at kenna meg, soleiðis segði Jóan Símun, tá Sosialurin í desembur mánaði í 2010 var og vitjaði hann, tá hann gekk framvið nøkur av teimum ídnastu Newcastle viðhaldsfólkinum, sum ikki kendu hann aftur. Hóast tað varð sagt við einum smíli, so býr ein sannleiki aftanfyri útsøgnina, tí Jóan Símun er málrættaður og hevur ikki í sinni at geva upp hóast mótgongd seinastu tíðina í Newcastle. Newcastle er stórt og spennandi Tað er ein fegin Jóan Símun Edmundsson, ið hevur longt sátt­ málan við stórfelagið í Norður­ onglandi, Newcastle. – Eg eri glaður fyri at hava longt sáttmálan. Newcastle er eitt stórt og spennandi felag. Bara tað at sleppa at halda fram í eitt ár er gott, sigur Jóan Símun. Tá hann skrivaði undir við felagið í fjør, stóð báðum pørtum í boði at leingja sáttmálan við einum ári. Tí møguleikum hava partarnir valt at taka av. Vil spæla 1.liðs fótbólt – Vit byrja at venja fyrst í juli, so tá fari eg aftur til Newcastle. Planin er at sleppa at spæla 1. liðs fótbólt hetta kappingarárið og tað inniber helst at eg skal útleigast, men nú fáa vit líka síggja hvat venjarin sigur undir uppstartinum, sigur Jóan Símun í telefonini av Toftum. Jóan Símun varð eitt skifti sein­ asta kappingarár útleigaður til Gates­head, sum spælur í fimtbestu deildini í Onglandi. Teir vóru tríggir úr Newcastle, ið blivu útleigaðir sam­stundis. Hinir báðir hildu fram eftir einum mánaði í felagnum, meðan Jóan Símun fór aftur til Newcastle. Nú er so líkt til, at hann aftur skal útleigast, men vónandi til eitt hægri støðið enn fimtbestu deildina. Mótgongd í seinastuni Fyrstu tíðina gekk væl hjá Jóan Símuni í Newcastle og hann var fastur maður á eykaliðnum. Men síð­ani venjaraskiftið í felagnum hevur ikki hepnast eins væl. Hann hevur sitið uttanfyri til fleiri dystir. – Eg havi flutt meg langt sum fótbóltsspælara síðani eg kom til Newcastle, men seinasta hálva árið havi eg ikki flutt meg nóg nógv, sigur Jóan Símun og leggur afturat: – Nú eri eg bara uppsettur upp á at flyta meg víðari sum fót­ bólts­pælari tá eg fari aftur til Newcastle« Órutinera gul kort Jóan Símun mátti sita uttanfyri, tá Føroyar vunnu á Estlandi týs­ kvøldið á Svangaskarði, tí hann hevði leikbann. – Tað sjálvandi stuttligt at síggja liðið vinna, men tað er ikki tað sama sum tá tú sjálvur ert á vøllinum, sigur Jóan Símun. Hann fekk sítt seinna gula kort móti Slovenia og mátti tí sita uttanfyri. – Tað er sjálvandi keðiligt at sita uttanfyri og tá eg hyggi aftur á bæði gulu kortini, so dugi eg eisini at síggja, at eg kundi komið uttan um tey. So við eitt sindur meiri royndum, so hevði eg nokk ikki fing­ið hasi bæði gulu kortini, sigur skjótt 20-ára gamli framherjin. Heldur formin við líka Í løtuni hevur Jóan Símun summar­ feriu og hevur í eina viku tiki sær av løttum, men so lætt sleppur hann ikki restina av feriuni. – Eg havi fingið eina skrá frá Newcastle, ið eg skal fylgja meðan eg eri heima. Tað fari eg sjálvsagt at fylgja og møguliga gera eitt sindur eyka eisini, sigur framherjin, sum skal aftur til Newcastle fyrst í juli. trondur@sosialurin.fo – Eg eri glaður fyri at hava longt sáttmálan. Newcastle er eitt stórt og spennandi felag Mynd: Álvur Haraldsen Tað var í februar 2010, at Jóan Sìmun Edmundsson á fyrsta sinni skifti til Newcastle. Hjálpar­venjarin hjá Newcastle, skotin Colin Calderwood, var í Gundadali til minniliga U-21 lands­dystin, tá Føroyar vunnu 1-0 á Russlandi við máli frá Jóan Símuni longu í fyrsta minutti. Tað endaði við eini royndar­ venjing og stutt eftir var ljóshærdi toftamaðurin New­ castle leikari. – Tað er ógvuliga positivt, at felagið hjá Jóan Símun Edmundsson, B68, hevur víst slíkan vælvilja at lata leikaran sleppa at royna hetta ævintýrið, segði Jákup í Stórustovu, leikara­ umboðsmaður, tá hann tosaði við portalin 5. feburar, eftir at sáttmálin var undirskrivaður. Jóan Símun spældi við bæði U-18 og eykaliðnum hjá New­ castle fyrstu tíðina. Fyri einum ári síðani vóru trý føroysk U-landslið á vitjan í Newcastle og spældu millum annað móti Jóan Símuni og liðnum hjá honum. Stutt eftir var kunngjørt, at Jóan Símun eisini komandi kappingarár skuldi spæla við Newcastle. Tað gekk væl bæði hjá felag­ num og hjá Jóan Símuni sjálvum, men brádliga var venjarin, Chris Hughton, koyrdur til hús. Í hans­ ara stað kom Alan Pardew og í januar mánaði í ár varð Jóan Símun útleigaður til Gateshead í fimtbestu deildini í Onglandi. Har spældi hann í ein góðan mánaða og skifti so aftur til Newcastle, men eitt venjaraskifti á eykaliðnum gjørdi, at Jóan Símun ikki slapp eins nógv upp í part, sum hann fyrr hevði gjørt. Tað endaði tó við, at Jóan Símun og Newcastle taka eitt ár saman afturat. Jóan Símun heldur fram í Newcastle Fótbóltur Ungi toftamaðurin við ljósa hárinum heldur fram í Premier League felagnum í eitt ár afturat. Jóan Símun Edmundsson hevur tikið seg nógv fram, men er vónbrotin av framgongdini seinasta hálva árið, so nú er hann tendraður at berjast við teir stóru um fyrstaliðsfótbólt Jóan Símun og Newcastle higartil Eg havi flutt meg langt sum fótbóltsspælara síðani eg kom til Newcastle