Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 67 · 10. juni 2011 10 VIKUSKIFTI til arbeiðis Tá Jórun Larsen Mørkøre læt bakaríið byggja í Klingrugarði á Borðoyarvík, hildu mong hana vera í ørviti. Sama hildu fólk um Jógvan við Keldu, táverandi borgarstjóra, sum slóðaði fyri, at lendið varð grivið út. Í dag – ikki so mong ár seinni – hevur tú neyvan verið í Klaksvík, um tú ikki eisini hevur verið inni á Bakarínum hjá Jóruni. Bakaríið í Klingrugarði læt upp í 2004, og í dag hevur Jórun 40 fólk í starvi. Einasti bygningur, sum tá var á leiðini, har bakaríið er í dag, var dekk-og bilaverkstaðurin hjá John. Í dag kunnu vit siga, at handils- og vinnuøkið á Borðoyarvík so avgjørt er eitt av hjørtunum í Klaksvíkini. Lærdi hjá Eileri Bakarakarrieran hjá Jóruni byrjaði hin 24. juli í 1989, tá hon fór í læru sum bakari hjá Eileri Samuelsen, sum hevði bakarí í Klaksvík. Her lærdi hon í fýra ár. Eftir læruna arbeiddi hon í eina tíð hjá Eileri, men fór síðan at hjálpa verfaðiri sínum, Helga Mørkøre, sum hevði bakarí hini megin vegin, har Leikalund er. Helgi hevði bakríið í øðrum ættarliði, og seinni yvirtók sonur hansara, Kurt Mørkøre, bakaríið hjá pápanum, sum nú var í triðja ættarliði. Í staðin fyri at halda fram í fakinum, hon hevði lært, fór Jórun eftir at hava hjálpt verfaðiri sínum í eina tíð, í holt við handilin, Beauty Shop, har hon serliga seldi undirklæði. Handilin var á meiri enn einum staði, og eitt skifti var Beauty Shop uppi á í frisørsalongini hjá mammu Jórun, Sólrun. Nøkur ár seinni – ella í hin 16. august í 1999 – yvirtók Jórun bakaríið hjá Helga, sum sonur hansara, Kurt, tá hevði rikið í nøkur ár. Áðrenn vit fara víðari við Jórun, kunnu vit leggja aftrat, at hon er gift Kim Mørkøre, sum er útbúgvin snikkari. Kim er soleiðis sonur Helga og beiggi til kendu fótbóltsbrøðurnar, Kurt og Allan Mørkøre. Mjøl í blóðinum Viðhvørt verður sagt um fiskimann, sum hevur verið nógv ár á sjónum, at hann er føddur við saltvatni í blóðinum. Fara vit aftur gjøgnum familjuna hjá Jóruni kunnu vit siga, at har er eisini mjøl í blóðinum. Hon sigur, at langabbi hennara, Sofus Larsen, og abbabeiggi hennara, Helgo Finn Larsen, vóru báðir bakarar – og eisini fekk abbi hennara mjøl á fingrarnar, tó at hann ikki var bakari, men hjálpti til á bakarínum. – Í ættini hjá manni mínum eru sum nevnt eisini fleiri bakarar, og so gjørdist eg eisini bakari, sigur hon brosandi. Tað skerst ikki burtur, at tað hevur gingið skjótt fram eftir hjá Jóruni, síðan tey yvirtóku bakaríið hjá Kurt. – Eg vil siga, at fyritøkan er vaksin úr 10 fólkum, sum vit vóru, upp í umleið 40 fólk, sum vit eru í dag. Í dag eru vit eini 10 fólk í sjálvari framleiðsluni. Aftrat mær eru tríggir bakarar, ein kondittari, tvær arbeiðskvinnur og tríggir lærlingar. Jórun sigur, at sjálv bakar hon ikki um næturnar, men um dagin er hon við alla staðni, har á stendur í framleiðsluni. – Eg taki hond í, har tørvur er. Tað kann vera at gera deiggj, køkur, botnar – ella, hvat tað nú kann vera. Megin partin av tíðini arbeiði eg aftan fyri »kulissurnar«, men eg vísi meg eisini úti í handlinum av og á. Hon sigur, at gerandisdagar møtir fyrsti bakarin klokkan 02 – og hin seinni klokkan 03. Men í vikuskiftinum møta gjarna tveir bakarar til arbeiðis longu á midnátt. Tá nýggja Bakaríið hjá Jóruni byrjaði í Klingrugarði í 2004, høvdu tey ikki handil í bygninginum. Handilin kom eini tvey ár seinni. – Í nøkur ár høvdu vit tó tvær sølubúðir, eina úti í Klaksvíkini, har gamla bakaríið var – og eina í Nólsoyar Pálgøtu, har vit í 2003 keyptu bakaríið hjá Símuni Akursmørk. Vit lótu bakaríið aftur, men róku handilin víðari, sigur hon. Meiri enn mjøl Men fyri Jóruna Larsen Mørkøre er alt lívið ikki bara mjøl. Í fleiri ár hevur hon verið likamliga virkin, bæði á venjingarstøðini Yndi Fitness í Klaksvík, og hon rennur eisini nógv. – Mær dámar sera væl styrkivenjingar, og mær dámar ógvuliga væl at renna, bæði saman við limum í felagnum, sum vit hava, saman við mínari svigarinnu – og eisini einsamøll. Eg venji einar 12-15 tímar um vikuna, og eg luttaki eisini í tiltøkum og kappingum. Í løtuni renna vit hvønn mikudag á Svangaskarði, og nú um dagarnar vóru vit eisini á Tórsbreyt í Havn. Tað er deiligt og hugnaligt soleiðis at vera saman við øðrum, og tú koplar ordiliga úr dagliga resinum slíkar løtur, sigur kvinnan aftanfyri vælumtóktað Bakaríið hjá Jóruni í Klaksvík. lagt til rættis: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Lívið er meiri enn mjøl Hóast hon hevur 40 fólk undir sínum veingjabreiði í fyritøku síni í Klaksvík, gevur Jórun Larsen Mørkøre sær kortini stundir til at vera likamliga virkin. – Mær dámar sera væl styrkivenjingar, og mær dámar ógvuliga væl at renna, sigur kvinnan aftanfyri vælumtóktað Bakaríið hjá Jóruni í Klaksvík Myndir: Dávur Winther – Tað er deiligt og hugnaligt at vera saman við øðrum, og tú koplar ordiliga úr dagliga resinum, tá tú íðkar styrkivenjing ella rennur, sigur Jórun Larsen Fakta Navn: Jórun Larsen Mørkøre Starv: Handilseigari Besta við starvinum: Nøgd viðskiftafólk Ringasta við starvinum: Eg trívist bara... Staður: Klingrugarður 6, Klaksvík