Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 67 · 10. juni 2011 11 VIKUSKIFTI Tá eg síggi, lesi ella hoyri okkurt, sum eg haldi er lítið, ja, fyri ikki at siga bart út einki vert, so sum Kvin­nu og Mús, uggi eg meg bara við, at eg eri ikki málbólkurin hjá teimum. Eg eri hvørki kvinna ella barn. Og tí skal eg ikki hava nakra meining um tær báðar ella um nakað annað, sum ikki vendir sær til mín, sum ikki er ætlað mær. Eg kann ummæla slíkt innan­tanna, geva tí onga ella eina stjørnu og undrast og so tveita glansblaðið frá mær ella sløkk­ja. So sera einfalt er tað. Skamm­rós er verri enn rís. Hvørj­um málbólki eri eg so í? Orð­ið málbólkur er annars ikki til á offisiellum føroyskum (tað er orðið offisielt heldur ikki, men tað er ov tungt at siga á før­oysk­um, føroyskt, sum av­varð­andi myndugleikar hava góð­kent, ella okkirt sórit nakað har). Tað eitur mót­ takara­bólkur, sigur orðabókin. Og hon lýgur ongantíð. Eg eri í móttakarabólkinum hjá orða­ bókum. Orðið málbólkur hava tey, sum ikki eru í mót­takara­bólki­ num hjá orðabókum, gjørt bein­ leið­is úr donskum, mål­gruppe. Sama ger. Eg eri heldur ikki í móttakaramálbólkinum hjá øllum teimum nógvu, sum siga seg umboða Gud her í hansara skapanarverki, men sum oftast renna ørindi fyri okkurt annað, okkurt verðsligt so sum pengar. Tí fossar allur teirra hallelujafloymur aftur við borði­ num og hvørvur í ævin­leikanum. Eg eri heldur ikki í mót­takara­ málbólkinum hjá politikarum og politikara­wannabes. Tí fer val­ spik­ið afturvið. Tí fari eg ikki á val. Fólkið ræður ikki. Annars var fólk­ið ikki kroniskt misnøgt. Hvørjum móttakaramálbólki eri eg so í? Ikki so nógvum, skal eg viðganga. Mær dámar góðar film­ar. Tá hugsi um filmar, sum eg haldi eri góðir. Ikki filmar, sum hava fingið stempul á films­stevn­ um, og sum tey flestu eru samd um eru góðir, ja, so sera góðir. Her eri eg ikki við. Seinast, eg var í Havnar Bioi, tað var fyrstu ferð í nógv ár annars, sá eg “Brim”, sum var líka vána­ligur sum aðrir íslendskir film­ar, eg havi sæð. Men Kristi himmals­ferðar­ kvøld kom eg av tilvild fram á ein annan norðurlendskan film í NRK, norska filmin “O´Horten” hjá Bent Hamer (sum eisini gjørdi “Salmer fra kjøkkenet”). Tí­verri fekk eg ikki byrjanina av søguni um Odd Horten við, las um hana aftaná. Men tað, sum eg sá og las, sannførdi meg um, at hetta er ein frálíkur filmur. Eg eri í móttakaramálbólkinum hjá slíkum filmum. Bent Hamer hev­ur sæð filmarnar hjá svenska Roy Andersson oftari enn eina ferð, eingin ivi um tað. Eg eri eisi­ni í móttakaramálbólkinum hjá Andersson. Spell, at Klipp hjá Norður­landahúsinum ikki gev­ur okkum teir bestu filmarnar úr Norð­ur­londum. “O´Horten” er ein teirra. Men, sjálvandi, so leingi dansk­ir filmar fáa films­stevnu­ heið­ur, eiga teir fyrsta rætt her í Føroyum. Sama um teir nytta nak­að ella ikki. At bestu filmar í Norður­lond­ um verða gjørdir í Finnlandi, Norra og Svøríki, tað rínur ikki við. Danmark er okkara. Eg eri heldur ikki í mót­takara­ mál­bólki­num hjá álmanakkum, sum kalla ein vetrardag fyrsta summar­dag. Eg eri ikki í mót­takara­mál­ bólki­num, sum hevur ampa av heilsu­støðuni hjá forsetanum í Jemen, tí eg eri heimføðingur. Men soleiðis eigur at vera. Okkurt er fyri øll, meira fyri nøk­ur enn onnur, og nógv meira fyri nógv. Óljóðssendararnir eru ótelja­n­ di, og móttakarar eru on, so leingi ikki verður trýst á off. Og so eru tey, sum eru langt uttan fyri bøgarðarnar hjá náms­frøðini, uttan fyri har, sum peda­gogi­in røkkur. Tey, sum altíð eru off. Móttakari off Umafturafturum høgni djurhuus Show must go on! Gamla Eik-leiðslan funnið nýggj størv Portal.fo Rudda forsíðuna Hvannasundsgrindin tikið sera áhugaverda kós Norðlýsið Tað hevur verið festligt! Oyðslaði 113 milliónir burtur Portal.fo Hava tey biðið um hetta? Bønir úr Niedersachsen kunnu vera orsøk til, at sonevnda e-coli-sjúkan er kyknað, sigur týski landbúnaðarmálaráðharrin Gert Lindemann Dimma Ljóðar sum ein festlig veitsla! Norðurlendsk matrikulfólk savnast í Føroyum Portal.fo Ølstafett? Føroya Bjór renning á Norðoyastevnu Norðlýsið Vónandi eru tað tveir persónar! Ósemja millum Kára og Kára Portal.fo Fantastiskt! Ein republikanari afturat Portal.fo Tuskandi avstað... Eitt flogfar við týska kanslaranum Angelu Merkel noyddist at flúgva í ring uppi yvir Tuskalandi í tveir tímar í nátt. Portal.fo ranga í strúpan Hvussu langt røkkur passið Tá ið mentanarlig tiltøk verða hildin, skulu fólk vísa atgongumerki ella armband fyri at sleppa inn. Soleiðis er eisini til Fjarðafestivalin, sum júst hevur verið hildin. Til slík tiltøk eru eisini serlig pass til fólk, sum arbeiða á festivalinum, og summi fáa atgongd til øll øki á festivalinum. Eitt av passunum á gospelfestivalinum kallast “all area”. Tað fekk okkum at hugsa um, hvussu langt hatta passið mann røkka. Kanska gott at hava í lummanum, tá ið vit fara hiðani. Vónbrotin kona - Maðurin hjá mær er ikki serliga romantiskur. - Hví sigur tú tað? - Tí tá hann kom heim frá arbeiði í gjár, tók eg ímóti honum við einari reyðari rósu í munninum. Hann spurdi meg bara, um eg hevði svølgt vasan. Vandamikil látur Tveir deyvir sótu á barr og hugnaðu sær, tá annar fór at flenna so illa, at hann breyt tveir fingrar... Óttaleysur! Hondbóltur er ein kropsliga krevjandi ítróttargrein. Nærdystirnir eru nógvir og harðir, og hondbóltsspælarar smæðast ikki burtur í kampinum um bóltinum. Tað sæst eisini á hesar myndini, har ein av spælarunum hjá Luksemborg rættiliga offrar seg í einum nærdysti við føroyskan spælara. Prát á pubbini - Tað finnasta bert tvey sløg av konufólki. - Hvørjar eru tær? - Tær, sum blíva súrar av ongum, og tær, sum blíva súrar av øllum.