fríggjadagur 10. juni 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 10. juni 2011
12
VIKUSKIFTI
Tað er gult og blátt, fýrakantað og stórt sum fimm fótbólts
vøllir. Tað ljóðar kanska ikki so serligt, men hvørt ár vitja
4,5 milliónir vøruhúsið Gekås í Svøríki. Við teimum tølunum
noyðast bæði Tivoli, Vasasavnið og Legoland at lúta
Gult og blátt
keypsparadís
Shopping
Inna Tørnroos
Inna@sosialurin.fo
Handilin Gekås í Ullared er størsti
handil í øllum Norðanlondum við
sínum 25 000 fermetrum og er kendur
fyri langu bíðirøðirnar uttanfyri
dyrnar.
Vit á Sosialinum vitjaðu handilin
ein regntungan dag í mai. Meðan
vit parkeraðu klokkan 06:55, sóu vit,
hvussu mongdir av fólki gingu yvir
ímóti inngongdini við stórum inn
keypsvognum. Klokkan 07:00 letur
vøruhúsið upp, og hesuferð sluppu vit
frá at standa í bíðirøð. Longsta bíði
røðin nakrantíð er 1,4 kilometrar, og
tá tók tað tríggjar og ein hálvan tíma
at koma til inngongdina.
Kvinnur keypa mest
Inni í vøruhúsinum fær ein eitt kort
fyri at lættari finna runt til tær ymisku
deildirnar. Tey, ið hava verið og keypt
áður, eru skjót at deila innkeypsvognin
upp við vørukurvum. Vit, sum eru har
fyrstu ferð royna sum best at finna
út av, hvar vit skulu byrja okkara
skattajakt. Tí tað er sjálvandi
prísirnir, sum gera at so
nógv keypa í Gekås.
Tað er bíligt –
sera bíligt – og
nógv fylla sær
bilin við vørum,
sum eru helm
ingin bíligari
enn í vanligu
handlunum.
Miðal »shopp
arin« er ein 43 ára
gomul kvinna,
sum keypir fyri
3.600 svenskar
krónur.
At tað eru
vit kvinnur, ið
keypa mest, sæst
týðuligt
tann
dagin, vit eru
á vitjan. Nógv
flest kvinnur eru, og størsta deildin er
kvinnuklæði.
Mitt í handlinum er ein kafé, har tað
er bíligt at keypa sær kaffi og okkurt
afturvið. Um hungurin setur inn, má
innkeypsvognurin parkerast, og tí er
týdningarmikið, at man skrivar numm
arið á vogninum upp, so at man ikki
missur hann vekk millum allar hinar
túsundatals vognarnir.
Nógv nýta eisini parkeringsplássið
at hyggja eina eyka ferð eftir tí, man
hevur lagt niður í vognin, og kanska
royna eitt plagg, eftirsum bíðirøðin til
prøvirúmið er so long.
Sjónvarpssending
Gekås í Ullared er so kent í Svøríki at
handilin hevur fingið eina egna sjón
varpssending. Har verður fylgt við
starvsfólki og viðskiftisfólki.
Ein familja var serliga stuttlig at
fylgja. Tey ferðast til Ullared hvørt
summar í tvær vikur, og tá gera tey
so at siga onki annað enn at keypa.
Tey búgva á tjaldingarplássinum, sum
hoyrir til vøruhúsið og keypa inn til
alt árið.
Men hvussu ber tað til
at Gekås er so bíligt?
Svarið uppá tann spurningin eru stórar
mongdir – tí at so nógv verður selt, ber
til at keypa stórar mongdir inn, og tá
eru keypsprísirnir lægri.
Tølini á heimasíðuni tala sítt
týðuliga mál – hvørja viku verður
vøruhúsið tømt fyri vøru heilar tríggjar
ferðir, hvønn dag verða 25.000 gulir
plastposar seldir, 4.500 fólk sleppa inn í
vøruhúsið í senn, og hvørt viðskiftafólk
savnar sær vøru saman fyri 15 krónur
um minuttin.
Vit á Sosialinum keyptu sjálvandi
eisini eitt sindur, men tær 3.600 krón
urnar sum miðalkundin keypur fyri,
komu vit ikki upp á. Eftir trimum
tímum vóru bein og høvd móð, og tá
var bara at fara til ein av teimum 62
kassunum og gjalda fyri innihaldið í
vogninum.
Nógvir bussar
Gekås í Ullared er eitt hugtakandi
stað. Tað er ófatuligt at so nógv fólk
og so nógvur peningur rullar í einari
lítlari bygd mitt í Suðursvøríki. Fólk
koma allastaðni frá fyri at keypa bíligt
sjampo, slikk, leikur, kovboybuksir,
frystiposar og Ahlgrens bilar.
Vit siga farvæl til tað blágula húsið
og fara út til bussin, sum verður fyltur
við gulum posum. Mettalið av bussum,
sum hava vitjað handilin samstundis,
er 81 bussar. Hendan dagin, vit eru, eru
tað ikki meira enn nakrir og tredivu.
Miðalkundin er kvinna - 43 ár - og hon keypir fyri 3.600 svenskar krónur
Tipp: Ullared liggur ikki meiri enn nakrar tímar í bili frá Keypmannahavn
Gulu plastikkposarnir eru
eyðkennið hjá Gekås. 25.000
verða seldir um dagin