Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 67 · 10. juni 2011 14 VIKUSKIFTI 7. partur Albert Isfeld post@sosialurin.fo Týsdagin 22. juni Á veg suður til Boynton Beach Hann hevur, kann man við góðari sam­ vitsku siga, tjent sína herskyldu, hann hevur verið bæði í Korea- og Vietnam­ krígnum. Jona hevur arbeitt sum sjúkrasystir og tannteknikkari og hevur eisini eitt skifti verið í canadiska militerinum og er nú eisini »retired«. Eftir ein langan koyritúr eru vit endiliga í Boynton Beach – eitt stórt øki, sum upprunaliga var mýrulendi, men sum er turrlagt við at grava partar av mýruni upp og leggja tað í bunkar so at smá vøtn ella hyljar verða millum bunk­arnar. Hesir blíva so slættaðir og síðan verða hús bygt á hesar turru slættar. Øll vøtnini ella hyljarnir eru saman­ bundnir undir vatninum, eg eru eisini í sambandi við havið, so alt er eitt samanhangandi system av vøtnum, og tað kann henda, at alligatorar finna inn í hesi smáu vøtnini millum húsini, og kunnu tá verða lívshættisligir. Ongin finn­ur uppá at svimja í hesum vøtnum, og børn­ini fáa at vita, at tey skulu halda seg burtur frá vøtnumum, júst sum hjá okkum, vit minnast øll nikin og sjó­ trøllini. Boynton Beach er stovnaður av Major Nathan S. Boynton úr Michigan og byrjaði fyrsta byggingin her við bygging av hotellum í 1895 og er fólka­ talið í dag 65.000 menniskjur. Býurin sýnist ikki at vera ein veru­ ligur býur í urbanum høpi, men meira eitt stórt bygt øki, sum normenn vildu kalla eitt »tettsted« við nógvum nýggj­um íbúðarbyggingum atskild við stór­um vegum og sølumiðstøðum og stórhandlum og stórum virkis­ bygningum við fríari vinnu. Út móti strondini, í lagunum, síggjast tey stóru húsini hjá teimum ríku við stórum yactum liggjandi við bryggju, ofta beint uttanfyri dyrnar. Móti havinum, har golfstreymurin rennur framvið á veg til Føroyar, eru endaleysar strendur har tey »vanligu fólkini og familiurnar, – the average amerikan« stuttleika sær á strondini. Mikudagin 23. juni Key West Vit byrja dagin við at fyrireika okk­um til at fara til Key West, sum er sunn­asti parturin av USA. Hetta er ein saman­ blanding av tangum og oyggjun av korallum, sum er livandi vera, ið er sera viðkvom og tolir illa mannaskapt virksemi, og sum stinga seg út í havi frá suðurendanum av Florida einar 180 km, og samanlagt er hetta øki av tangum og oyggjum yvir 200 km til longdar, ella umleið tað dupulta av Føroyum. Og eru samanknýttar við Florida við 42 brúgvum – vit taldu 40 og tann longsta er umleið 11 km. Túrurin út til Key West er eitt náttúru­upplivilsi av teimum stóru, tað er sum at koyra omaná sjónum og vit koyra framvið mangrove skógum, sum liva av saltvatni – aðrar plantur doyggja av salti. At samanbinda Key West við fast­ landið er eitt verkfrøðisligt undurverk – vit síggja hvussu brúgvar eru kon­ strueraðar gjøgnum tíðirnar og standa hesar gomlu við síðuna av teim vit koyra á. Onkrar eru múraðar við róm­ verskum bogum, onkrar eru út betong og aðrar eru stálkonstruktiónir – Sonn verkfrøðilig listaverk, og framvið brúgv­unum eru elsteyrar, sum standa í sjó­num. Vit undraðust eitt sindur á, hví so nógv orka er brúkt til at samanbinda hesar oyggjar og tangar – helst er onkur hernaðarligur týdningur uppí hesi verkætlan og ikki bara turisma. Partar av økinum hevur náttúru­ áhuga, og eru varðveitt til hetta enda­ mál, og aðrir partar eru til undir­sjóðar­ endamál. Hósdagin 24. juni Shopping og casino Niðri í Boynton Beach eru vit farin til handils og eru her fleiri Mall's ella handilssentur, og eru allskyns vørur til keyps, og sum í Føroyum eru at kalla allar vørur framleiddar í Kina, Taiwan ella Korea. Vit vóru á 2 malls og fingu keypi­ skriðan væl og virðuliga úr kropp­ inum. Við sekstíðina fór vit á casino Cocanut Creek, sum indianaraættin Seminole eigur. Tað er soleiðis, at í indianara­reservatum eiga indianararnir casino­irnar. Spælihugurin hevði nú gjørt um seg hjá onkrum av okkum. Sum altíð her, eru avstandirnir langir og tað sum var beint herniðri, vísti seg at verða um 20 minuttir koyrsil burtur, væl at merkja eftir motorvegi. Casinoin var á tremur við øllum slag av spælimaskinum, og var eisini spælt poker í øðrum hølum. Larmurin í hølinum var øgiligur frá spælimaskinum, sjónvarpsskýggjum, tónleiki úr hátalarum og frá fólki. Ein kakafoni av ljóði og fólki sum elska at spæla – Jona og Katrin eru í ess­inum, báar vunnu 120 dollar og 150 dollar. Áslaug, Herdis og undirritaði fóru í barrina at fáa okkum okkurt at leska okkum við. Aftaná at Jona og Katrin vóru liðug at spæla á teim ein­ armaðu spælimaskinunum, fóru vit útum at fáa okkum ein bita á lítlari mat­stovu, sum lá í beinleiðis sambandi við Casinoina. Við okkara síðuborð sótu tveir, sum vit vóru vís í mátti vera vaskiektaðir gangstarar og vit hildu, at tann eldri, sum hevði eina tjúkka gangstaradialekt við veruligari brotsmannajargon, var bossurin, og hin nakað yngri fýrurin, sum var sera hálur á at líta, helst mundi The land of the free Florida Vit koyra til Boynton Beach, har vit skulu búgva hjá Jonu og Donald Miller, Jona er mostir Katrin, konu mína, og er gift við Donald ella Don, sum hann verður kallaður og er fyrrverandi US marine hermaður og er nú »retired« aftaná 30 ár í tænastuni Amerikatúrur 7. til 30. juni 2010 Gøtumynd í Key West