Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 67 · 10. juni 2011 15 VIKUSKIFTI vera ein hitmaður, sum tann eldri hevði til- at -aka, tá ið onkur kappingarneyti skuldi gerast kaldur – soleiðis hugsaðu vit, og hugleiddu viðari um hesar herviligu mafiosar, og gjørdu hvat vit kundu, fyri ikki at hyggja ov nógv at teimum, at ikki øðin skuldi spinna í tei,r so teir av berum ovursinni skuldu gera okk­um ilt. Fríggadagin 25. juni Shopping Fríggjadagurin var avsettur til shopp­ ing, og nú vóru konufólkini um at bresta av keypshuga, og vóru flekkut í and­lit­inum av spenningi til at skulla hølva øll gólvini í keypsskálum ella martum, sum tað eitur her. Katrin, Jona, Áslaug og Herdis hugn­ aðu sær í ørgrynnu av klædnavørum at keypa til familjuna og eg, sum eri meira egoistiskur, hugdi eftir, um eg kundi finna amerikanskan tónleik at hava við heim, og eg fann nakrar bluesplátur og okkurt hissini av amerikanskum poppi. Sigast kann, at úrvælið og mongdin av vørum var meinlík tí, tú sært í líkn­ andi keypsskálum um okkara leiðir, alt hetta hava vit globaliseringini at takka. Um hetta er gott veit eg ikki, men tað er ikki so spennandi at keypa í útlondum longur, tí vørurnar eru at kalla tær somu allastaðni – tú skalt veru­liga leita, um tú dettur um okkurt serligt at keypa. Leygardagur 26. juni Ein túr í Alantis Country Club Klubburin, sum eitur Atlantis Country Club, er eitt stað vælhavandi fólk fre­ kventera, og sæst tað eisini á klientell­ inum nú vit sessast við borðið. Nakað, sum vit ikki síggja í Føroyum, men sum er nokkso vanligt her í Florida, er at síggja serliga gamlar konur, sum tú ikki kann meta um hvussu gamlar tær eru, tí tær hava fingið helst óteljandi andlitslyftningar og hava allar aðrar hárfarvur enn grátt. Nakrar av hesum sita við grannaborðið og saman við teimum sita menninir, sum síggja heilt vanliga gamlir út, men nakað smartari í klæðum enn okkara gomlu menn, teir eru jú vælhavandi og hava ráð til góð og snøgg klæðir í gamalsaldrinum. Sunnudagur 27. juni Ein túr til strondina í Boynton Beach Sum áður sagt, so er so langt eyga røkk­ ur sandstrond út móti havinum, og tí fyri okkum so lívgevandi golfstreymi, sum her er einar 30 til 35 stig heitur, meðan hann, tá hann kemur til Føroyar er um 8-10 stig. Nógv fólk er við strond­ ina í dag, hitin er um 36-38 stig. Hetta er jú juni mánaði, so sesongin er ikki rættiliga byrjað enn, so her er ikki nær so nógv fólk sum í juli og august, tá hitin her verður um 40-45 stig. Alla staðni er reint og nossligt, og vatnið er klárt, og framvið strondini eru torn hjá lívbjargarum, sum altíð eru til reiðar at bjarga fólki úr vanda. Uppiá vegnum, sum liggur aftanfyri sandin, liggja sølubúðir og smáar kafeir og annað, at gleða børn og vaksin í teirra túri til strondina. Vit síggja, at fleiri av hesum er stongd, vegna tær ringu tíðirnar, sum síggja út til at hava rámað Amerika helst meira enn Europa. Játtaða landið Amerika Hvat er nú okkara uppliving av Amerika, landið hinumegin Atlantshav? Hetta landið, sum hevur tikið ímóti talleysum fólki úr Europu, hevur upp­ tikið ta mentanina, sum Europa hevur fingið úr miðeystri, Grikkalandi og Roma, og hevur tikið til fosturs allar teir mentanar­streymar, sum vit her í tí gamla konti­nentinum hava vart sum reyðagull – hetta landið, sum hevur komið tí gamla heiminum til hjálpar, tá hann hevur snáva í sjálvoyðileggjandi kríggi? Tað er ikki fyri at forsmáa tað ser­ ligu amerikansku mentanina, sum er ment gjøgnum tíðirnar, og sum er borin yvir um »dammin« aftur til gamla Europa, har hon hevur havt og hevur stóran týdn­ing, at eg føldi meg komnan til Europa handan hav. Hetta landið hevur fostra nógv stórmenni, ið hava ríkað heimin innan list, bókmentir, vísind og ikki minst filmslist og hevur við uppfinningum og menning av øllum handa slag av brúkslutum lætt um okkara dagliga dag og gjørt hann ríkari við alt meiri innihaldi og lukku, og ikki minst hava vit tikið tann amerikanska musikkin til okkum – hann er kanska tann mest týðandi ávirkanin USA hevur ment heimin við. – Og vit eiga ikki at gloyma Marshallhjálpina, sum fekk Europa uppá fót, eftir seinna heimsbardaga – eisini vit her í Føroyum fingu okkara part. Tað er ikki lætt at geva eina fullgóða mynd av hesum blíða landi og fólkinum her býr, uttan á ein ella annan hátt at koma at gera hesum stóra landi órætt – hetta landið, sum er so fult av ansøgnum og mentanarligum diverteti, men eg fari at enda við nøkrum hittinorðum, sum útlendingar siga um Amerika: Winston Churchill: You can always count on Americans to do the right thing – after they've tried everything else. Brigitte Bardot: I know very few Americans, though I like the way they think. They think big. John Le Carre: Americans believe that if you know something, you should do something about it. Við hesum hittinorðum endi eg hesa ferða­frásøgn úr »The land of the free«. Íbúðir í Florida Ríkmannshús í Florida