Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 19 - 29. januar 2004 Nr. 19 - 29. januar 2004 3 Saman við frálíku tónaleikarum sínum, fara faðir og dóttir at hava konsert í ítrótt- arhøllini í Trongis- vági leygarkvøldið KONSERT Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú fáa suðuroyingar eisini høvi til at hoyra tey bæði, faðir og dóttir, Jens og Kristel Lisberg, á palli. Hesa seinastu tíðina munnu tað vera fá, ið hava megnað at lokka so nógv fólk á konsert sum Jens og Kristel. Og eftir at hava spælt fyri at kalla fullum húsum ymsastaðni norðanfyri, fara tey nú á pall í heimbygdini, Tvøroyri. Leygarkvøldið verður konsert í ítróttarhøllini í Trongisvági, har Kristel og Jens fara at spæla saman við sínum frálíku tónleika- bólki, ið telur nakrar av okkara allarfrægastu tón- leikarum. Nevnast kunnu Ólavur Øster, Arnbjørn Sivertsen, Rógvi á Rógvu, Edvard Nyholm Debes,Jákup Zachariasen og Magni Johannesen. Kór syngja Barbara og Harriet. Á plakatunum stendur, at konsertin verður klokkan 21. Men av tí, at flogbóltur skal vera í høllini um dagin, er konsertin útsett til klokkan 22. Við á konsertini verður eisini Marner, beiggi Jens, sum eisini er gamalur í garði í føroyskum tónleika- høpi og hann fer at spæla nakrar sangir saman við teimum. Bæði Jens og Marner eru kendir í tónleikahøpi og í nógv ár ferðaðust teir runt alt landið við tónleika- bólkinum Sputnik. Men hesa seinastu tíðina hevur somuleiðis Kristel, dóttir Jens, eisini rættiliga fingið luft undir veingirnar. Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at Jens stendur aftur á palli í heimbygdini og hetta er fyrstu ferð yvir- høvur, at suðuroyingar fáa høvi til at hoyra tey bæði Jens og Kristel, á palli saman. Á konsertini verður fjøl- broyttur tónleikur, bæði country, rokkur, fólkatón- leikur og gospel. Tey bæði arbeiða eisini við eini fløgu, sum kemur út í næstum og konsertirnar eru eisini eitt lið í fyri- reikinginum til tað. Atgongumerkini kosta 150 krónur og tey eru at fáa við Bakkhús í Hvalba, á Statoil og í Tangabúðini á Tvøroyri og á Statoil og á Shellstøðini í Vági. Nú verður hugaligari hjá teimum, sum ikki eru so øgiliga køn at lesa nótar og spæla urgu ella klaver at spæla og syngja. Koralbókin til sálma- bókina er nú komin í lættari útgávu SÁLMALØG Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Grunnurin Føroya Kirkju- mál hevur givið út »Sálma- løg Føroya Kirkju í lættari útgávu«. Talan er um 109 løg, sum sjálvandi kunnu spælast til nógv fleiri sálmar, tí sama lag verður nýtt til fleiri sálmar. Bjarni Bæk, próvstur, sigur, at endamálið við hesi útgávu er, at fólk, sum ikki eru so køn at spæla urgu ella klaver, eisini skulu fáa gleði av sálmaløgunum. – Her er hugsað bæði um kirkjurnar, skúlarnar og ikki minst musikkskúlar- nar, sigur Bjarni Bækø Tað er Jens Mortan Mortensen í Hvalba, sum hevur lagt løgini til rættis. Hann greiðir í formælinum frá, at tað nótabókin – koralbókin, »Sálmaløg til Føroya kirkju« kom út 2000, var tað fyrstu ferð, at føroysk og útlendsk løg til allar sálmarnar í sálma- bókini eru savnað í einari bók. – »Sálmaløg Føroya kirkju í lættari útgávu« er úrval av hesum sálmum umskrivaðir til tríggjar røddir, sigur hann. Nakrir av sálmunum eru fluttir í ein tónastiga við færri forteknum. Eingin sálmur hevur fleiri enn trý fortekn. T. v. s. at tú ongan- tíð skalt nýta fleiri enn tríggjar fingrar, tá tú spælir sálmaløgini á klaver ella urgu. Bjarni Bæk sigur, at úr- valið er gjørt í samráð við nakrar prestar, og at sálm- arnir eru valdir út soleiðis, at sálmar eru til allar kirkjuligar tænastu, so sum dóp, vígslu, jarðarferð og høgtíðirnar. Lættari sálmaløg Jens og Kristel útsett ein tíma Konsertin við Jens og Kristel í ítróttar- høllini í Trongisvági leygarkvøldið byrjar klokkan 22.00 og ikki, sum áður lýst, klokkan 21.00. Fyrireikararnir Jens og Kristel syngja fyri suðuroyingum Jens og Kristel í Miðjuni, saman við tónleikabólkinum, ið telur nakrar av okkara fremstu tónleikarum. Teir eru frá vinstru: Edvard Nyholm Debes, Arnbjørn Sivertsen, Rógvi á Rógvu, Jákup Zachariasen, Kristel og Jens Lisberg, Ólavur Øster og Magnus Johannesen. Kór syngja Barbara á Tjaldrafløtti og Harriet Dømi um sálmaløg við trimum røddum. »Nú vakni øll úr svøvni glað« í G-duri við einum fortekni og »Nærri mín Gud til tín« í F-duri eisini við einum fortekni Nú verður gjørt liðugt Byggimálið í Vallalíð verður nú avgreitt, og um ársskiftið verður væntandi flutt inn BYGGIMÁL Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Arbeiðið upp á heimið fyri minnisveik í Vallalíð í Havn er farið í gongd, og nú verður arbeitt til, liðugt er, sigur borgarstjórin. Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, sigur, at nú farið er í gongd, er tað eftir tí seinna byggiloyvinum, sum givið varð, og nú verð- ur miðað eftir, at búfólkini kunnu flyta inn um árs- skiftið. Málið er drigið óneyðugt út, og øll tann viðgerð, hetta hevur fingið, hevur seinkað byggingini og dýrkað hana við umleið einari millión,sigur borgar- stjórin. Hann dylur ikki fyri, at hann heldur alt hetta málið hava fingið eina óneyðuga og órímiliga tvørliga við- gerð. Málið hevur verið tils o nógvar hoyringar sum einki annað slíkt mál í landinum yvirhøvur. Og tá saman um kemur, hevur býráðið havt rætt í øllum sínum meting- um, sigur borgarstjórin. Seinast hevur býráðið fing- ið viðhald frá Oljumála- ráðnum. So nú verður ikki vent aftur. Jan Christansen sigur, at av 176 byggimálum, sum Tórshavnar Kommuna hevði í fjør, eru10 kærd. Og í øllum førunum hevur kommunan fingið viðhald í, at rætt er farið fram eftir teimum fyriskrivaðu regl- unum. Nú verður bygt, til liðugt er í Vallalíð. Búfólkini fara væntandi at flyta inn um árssiftið IRF broytir innsavningina Í samband við um- legging og effektivis- ering av rakstrinum hevur IRF umskipað innsavningarøkini, sum nú gerast fýra heldur enn fimm RUSKINNSAVNAN Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Innsavningarøkini há IRFG verða umløgd, og fólk eru søgd úr starvi í samband við effektiviser- ing av rakstrinum hjá IRF. IRF sigur í tíðindaskrivi, at innsavnigin norðanfyri er umskipað frá fýra til trý øki. Suðuroyggin verður framhaldandi eitt øki. Øki trý verður broytt soleiðsi, at Fuglafjørður og Kambsdalur verða løgd aftur at Norðoyggjum. Restin av Suðureysturoy verður eitt øki, og Norður- eysturoy, Norðstreymoy, Vágar og Sandoy umframt Hest, Koltur og Mykines verða eitt øki. Broytingin ger eisini, at innsaningin av hvíta posan- um verður broytt soleiðsi, at hann nú verður tikin áttandu hvørja viku heldur enn fimtu hvørja, sum fyrr var. Men so kunnu húskini lata tveir posar hvørja ferð, sigur IRF. Mong hava saknað álmanakkan frá IRF, sum ikki er komin í ár. Onkur hevur hldið, at hann eisini er spardur burtur. Men so er ikki. Álma- nakkin er seinkaður or- sakað av umleggingunum, sigur IRF. Hetta fyri at fáa tær nýggju innsavningar- skipaninar lýstar í honum. IRF fer nú at umskipa innsavningina við eitt nú at býta lhana út á færri øki C M Y K 3 2