Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 19 - 29. januar 2004 Nr. 19 - 29. januar 2004 5 Vígdis Finnboga- dóttir til Føroya at tosa um javnstøðu Høgt virda Vígdis Finnbogadóttir, sum var forseti Íslands í nógv ár, fer at halda røðu á stórari ráð- stevnu í Norður- landahúsinum um javnstøðu, Men eisini onnur, ið havað skar- að framúr á sínum øki, fara at halda fyrilestrar JAVNSTØÐA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er greitt, at Vígdis Finnbogadóttir, sum var forseti Íslands í nógv ár, kemur aftur til Føroya at vitja. Men hesuferð kemur hon í heilt øðrum ørindum enn tá ið hon var her sum forseti Íslands fyri einum 20 árum síðani. Tá ið hon nú kemur aftur, verður tað fyri at halda fyri- lestur á stórari ráðstevnu í Føroyum um Javnstøðu. Tað er javnstøðunevndin, sum skipar fyri stórari ráð- stevnu í Norðurlandshús- inum í sambandi við, at tað nú eru 10 ár síðani, at javn- støðulógin varð sett í gildi. – Endamálið við ráð- stevnuni er at geva íblástur og vísa á gongdar leiðir fram móti einum rættvís- um, demokratiskum og fjølbroyttum samfelag, sig- ur Annika Wardum Joen- sen, sum er forkvinna í javnstøðunevndini. Hon sigur, at javnstøðu- nevndin hevur lagt stóran dent skráin fyri ráðstevn- una skal vekja áhuga hjá bæði konufólki og mann- fólki – Tað gera vit í eini roynd at gera upp við tað fatan, sum mong hava av, at javn- støðumál er eitt kvinnumál burturav, tí tað er tað ikki, sigur forkvinnan í javn- støðunevndini. Minnast Maritu Petersen Annika Wardum Joensen sigur, at á ráðstevnuni fara tey eisini at minnast Maritu Petersen sála, sum bæði var løgtingskvinna, løgtingsfo- rmaður, landsstýriskvinna og løgmaður. – Hon hevur verið ein fyrimynd í stríðnum fyri javnstøðu og hon var eisini løgmaður, tá ið javnstøðu- lógin varð sett í gildi. Annars er ráðstevnan býtt í fýra partar. Fyrsti partur er aftur- lítandi og viðgerð tíðina undan javnstøðulógini og tey seinastu 10 árini við javnstøðulógini. – Endamálið við hesum er at vísa á, hvussu langt á javnstøðuleið, vit eru komin, síðani lógin kom. Og kanska eisini fáa vit eina ábending um, hvat enn restar í. Annar partur er um arbeiðsmarknaðin. Hesin parturin av ráðstevnuni vísir á nakrar gongdar leiðir fyri, hvussu fyritøkur, ið arbeiða miðvíst fyri javn- støðu, kunnu koma longri fram á leið ímóti javnstøðu. Triði partur er um fram- tíðina, og her er endamálið at vekja áhuga fyri arbeiðn- um fyri javnstøðu og at vísa á gongdar leiðir fram ímóti javnstøðu. Og fjórði partur er um siðvenju. – Endamálið við hesum partinum er at vísa á ymsar forðingar fyri javnstøðu, sum standast av tí hug- burði, vit vanliga hava mót- vegis báðum kynunum. Hava skarað framúr Fyri at vekja so stóran áhuga sum til ber fyri hesi ráðstevnuni, hevur javn- støðunevndin lagt nógv arbeiði í at fáa kend fólk at halda røðu. Høvuðsrøðari verður Vígdis Finnbogadóttir, sum var forseti Íslands í nógv ár. Hon fer at tosa um, hví vit skului hava javnstøðu og, hvussu vit fáa javnstøðu. Ein annar fyrilestrarhald- ari verður Birgir Bjørn Sig- urjónsson, starvsfólkaleið- ari í Reykjavíkar Býráði, sum fer at tosa um ta nýggju lønarskipanina í Reykjavíkar Býráði, har kynini bæði fáa somu løn fyri sama arbeiði. Gitte Larsen, framtíðargranskari fer at tosa um rákið innan javnstøðu tey komandi árini, og um, hvussu eitt gevandi kjak um javnstøðu kann fáast ílag. Henning Dyremose, stjóri stóru, donsku tele- fyritøkuni, TDC, fer at tosa um fjølbroytni á TDC og Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, fer ætlandi at tosa um fyri- munir og møguleikar fyri fjølbroytni í fiskivinnuni. Tað fer eisini onkur at halda fyrilestur um javn- støðu út frá einum kristnum sjónarmiði, men enn er ikki greitt, hvør í tað verður og Durita Holm, sum lesur mannfrøði, fer at røða um siðvenju og javnstøðu og um, hvussu siðvenja kann ávirka okkara fatan av, hvat kvinnur og menn kunnu ella ikki kunnu. Almenn ráðstevna Annika Wardum Joensen sigur, at ráðstevnan er almenn, men at innbjóðing verður send stovnum, kommunum, fyritøkum, politiskum flokkum og fel- øgum og øðrum, sum vara av ella hava tilknýti til javnstøðumál. Tað verður Føroya Tele, sum verður høvuðsstuðul hjá ráðstevnuni, men eisini Atlantic Airways og Hotel Føroyar hava játtað at stuðla. Vígdis Finnbogadóttir verður høvuðsrøðari á stórari ráðstevnu um javnstøðu í Norðurlandahúsinum tann 10. mai, har hon fer at tosa um, hví, vit skulu hava javnstøðu og, hvussu vit fáa javnstøðu – Vit hava lagt stóran dent á, at ráðstevnuna skal vekja áhuga hjá bæði konufólki og mannfólki, sigur Annika Wardum Joensen, forkvinna í javnstøðunevndini Grøn ruskíløt til fólkið Allir havnarborgarar fáa í næstum eitt grønt ruskílat í túnið. Tað skal bert nýtast til pappír og er partur av tí grønu bylgjuni, sum herjar í høvuðsstaðnum RUSK Stefan í Skorini Komandi dagarnir fara menn at bera út tey seinastu av teimum umleið 5250 ruskíløtunum til øll hús- arhald í Tórshavnar Komm- unu. Higartil hevur umleið helvtin av húsarhaldunum í kommununi fingið hetta tiltikna grøna ruskílatið. Tað er Tom Hellisdal, sum eisini hevur ruskinn- savningina um hendi, ið tekur sær av útberingini av ruskíløtunum. Útberingin byrjaði 12. januar, men vegna vánaligu koyrilíkind- ini seinastu dagarnar, verð- ur útberingin av ruskíløt- unum nakað seinkað. Hetta er ein liður í tí nýggju endurnýtsluskipan- ini, sum Tórshavnar Kommuna hevur sett í verk. Bert til pappír Grøna ílatið er bert ætlað til turt pappír og papp, tí anna- rs kann tað ikki endur- nýtast. Hevur pappírið ver- ið í beinleiðis samband við mat ella sápu, kann tað ikki endurnýtast og skal beinast burtur við tí vanliga burtur- kastinum. Hetta er til dømis galdandi fyri margarin- pappír, papptallerkar, sápu- pakar og tílíkt. Kommunan leggur dent á, at tað grøna ílatið skal standa við síðuna av tí vanliga ruskstativinum og skal vera lætt atkomuligt. Um ílatið stendur inni í eini garasju skal tað setast útum, tá tað skal tømast. Tað er eisini umráðandi, at ruskinnsavnararnir ikki hava meira enn tjúgu metr- ar at ganga til ílatið. Ætlanin er, at tað grøna ílatið skal tømast sættu- hvørja viku, og lýst verður í fjølmiðlunum, nær íløtini verða tømd. Tom Hellisdal sigur, at hansara felag hevur keypt ein bil til júst hetta enda- málið. Bilurin kemur tó ikki til landið fyrr enn um einar tríggjar ella fýra mánaðir. Heri Niclasen, stjóri í Ferðaráði Føroya, sigur, at ferðavinnu- stevnan Travel Mart væntandi verður aftur í Føroyum, hóast eitt danskt ferðavinnu- blað sáar iva um tað FERÐAVINNA Stefan í Skorini Í ferðavinnublaðnum Trav- el People, sum heldur til í Keypmannahavn, stendur at lesa í januar-útgávuni, at VestNorden Travel Mart væntandi ikki verður hildin aftur í Føroyum. Frameftir verða tær hildnar í Keyp- mannahavn. Sambært blaðnum er or- søkin hon, at áhugin millum útlendskar ferðavinnustovur til slíkar ferðavinnustevnur í Føroyum ikki er serliga stórur. Keyparaskarin hevur tí verið heldur tunnur. Á heysti í fjør skipaði Ferðaráð Føroya, sum nú hevur formansskapin í VestNorden Tourist Board, fyri ferðavinnustevnuni VestNorden Travel Mart í Havn. Norrøna var hotel- skip hjá gestunum, og sam- bært blaðnum riggaði stevnan væl sum so. Trupu- lleikin var bert tann, at ov fáir potentiellir keyparar vóru við á stevnuni. Ov tíðliga at siga Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, sigur, at tað er alt ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um Vest- Norden Travel Mart, og at tíðindini í blaðnum ikki eru heilt eftirfarandi. – Tað er ov tíðliga at siga. Eg vænti, at stevnan verður aftur í Føroyum í 2007, sigur Heri Niclasen, tá vit spyrja hann um greinina í blaðnum Travel People. VestNorden Travel Mart verður hildið annaðhvørt ár í Íslandi og annaðhvørt ár í Grønlandi og Føroyum. Tað vil siga, at stevnan er í Før- oyum fjórðahvørt ár. Stjórin í Ferðaráðnum ásannar, at tað burdu verið fleiri keyparar til stevnuna, og hann upplýsir, at talið av keyparum er fallið eitt vet seinastu árini. Hetta er nakað, sum ferðavinnan má gera nakað við. Hetta er tó ein gongd, sum eisini hevur verið á nógvum øðrum ferðavinnustevnum. Orsøkin er, at ferðin til Føroya er long, og alt til- takið tekur fleiri dagar. Tí aftra ferðavinnustovur í Evropa seg við at senda umboð til eina stevnu, sum fer fram á einum so fjar- skotnum stað. Heri Niclasen hevur hoyrt leysatíðindi um, at grønlendingar møguliga fara at skipa fyri sínari VestNorden Travel Mart í Keypmannahavn ístaðin- fyri í Grønlandi. Men tað er tó alt ov skjótt at staðfesta, at stevnan ikki verður aftur í Føroyum. Hann hevur tó einki ímóti at royna at hava stevnuna í Keypmanna- havn, men tað skal vinnan sjálv gera av. Nú skulu havnarfólk venja seg við at koyra pappír og papp í tað grøna ruskílatið, sum verður borið út í hvørt hús komandi dagarnar Mynd: Jens Kr. Vang Ivi sáddur um Travel Mart í Føroyum Ormanir eru á veg! TELDUORMAR Jan Rúni Poulsen Fyri stuttum hoyrdi man at ein nýggjur telduormur var komin yvuri í USA. Nú er støðan so kritisk, at amerikumenn hava fingið FBI at arbeiða uppá sak- ina. FBI veit at siga, at teldan smittaði 1200 teldupost, fyri hvørt sekund ið fór, tá ið tað var uppá tað ringasta. Hetta er ein av teimun størsta av sínum slagi. Ein av teimun størstu. FBI greiðir frá, at hetta er ein av teimun heilt stóru telduormun. Síðsti ormur ið FBI var í holt við, SoBig, smittaði bert 17. hvønn t-post, meðan hesin nýggji smittar 12. hvønn. Men, hesin ferðast ikki bert gjøgnum t- postar, men eisini gjøgn- um forrit so sum Kazaa. Hetta er eitt forrit, ið ger tað møguligt fyri fólk at senda fílir til hvønn annan gjøgnum alnetið. Neyðugt at hjálpa til Tá ið støðan var uppá tað ringasta, bleiv 12. hvør teldupostur smittaður, og tá var neyðugt at fáa professionella hjálp, greiðir talsmaðurin hjá FBI, Paul Bresson frá. Bert í New York vóru 1.8 mió. tilburðar av smittu. Sum sagt, so kemur telduormurin sum oftast sum ein t-postur. Sum evni á postinum stendur ,,Important information for you", og heiti á fílinum er ,,MYP- HOTO.ZIP" Heri Niclasen væntar, at VestNorden Travel Mart verður aftur í Føroyum, hóast eitt danskt ferðavinnu- blað sáar iva um tað Savnsmynd C M Y K 5 4