hósdagur 29. januar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 19 - 29. januar 2004
Nr. 19 - 29. januar 2004
7
Kí høllin nøktar als
ikki tørvin fyri
ítróttinum í Klaksvík,
sambært formann-
inum í Klaksvíkar
Badmintonfelag
Jákup Anthoniussen.
Hann metir, at minst
500 ítróttarfólk í
býnum ikki hava
nøktandi venjingar-
umstøður. Tí er
felagið farið í holt við
at arbeiða fyri at lata
eina nýggja
ítróttarhøll byggja
ÍTRÓTTARHØLL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
– Støðan er
syndarlig hjá fleiri feløgum
og einstaklingum, sum vilja
venja, tað er púra vist, sigur
formaðurin í Klaksvíkar
Badmintonfelag,
Jákup
Anthoniussen.
Hann sigur, at tað er full-
komuliga ógjørligt hjá fel-
agnum at fáa tímar í KÍ
høllini, og soleiðis sum
hann hevur skilt tað, so er
støðan tann sama hjá Fim-
leikarafelagnum og Mjølni.
– Tað vil siga, at tað eru
minst 500 ítróttarfólk um-
framt onnur, sum ikki hava
nøktandi umstøður at venja
í, sigur Jákup Anthonius-
sen.
Jákup sigur, at felagið
hevur søkt um byggiloyvið
og byggilendið, har tann
nýggja høllin skal standa,
er økið vestan fyri svimji-
høllina, og hon kemur at
standa suður og norður
paralellt við svimjihøllina.
Syndarligar umstøður
Jákup sigur, at tað er ongin
livandi møguleiki hjá Bad-
mintonfelagnum at sleppa
inn í KÍ høllina nakrar tím-
ar um vikuna, so tey máttu
í holt við fimleikarhøllina.
Tað er leiðslan í skúlanum
við Ósánna, sum umsitur
báðar fimleikarhallirnar,
men har var svarið tað
sama.
– Vit fingu at vita, at báð-
ar hallirnar eru fult upp-
tiknar, men at vit kundu
senda eina umsókn inn og
koma upp í køina, sum bíð-
ar eftir plássi, greiðir Jákup
frá.
Tað endaði so við, at fel-
agið bað um at fáa hallirnar
leygardagar. Og tað bar so
til. Men av tí sama mugu
venjingarnar hjá teimum
byrja rættuliga tíðliga leyg-
ardagar, og tá Mjølnir hev-
ur brúk fyri hallunum til
dystir, má Badmintonfelag-
ið víkja.
Jákup metir sum sagt, at
limatalið í Mjølni, fimleik-
arafelagnum og badminton-
felagnum tilsamans liggur
um minst 500 og óivað væl
fleiri enn tað, og hann hel-
dur tað er alt ov galið, at
umstøðurnar eru so vána-
ligar.
– Ein nýggj ítróttarhøll
skuldi langt síðani verið
komin, sigur hann avgjørd-
ur.
Komnir væl áleiðis
Í september í fjør fór Bad-
mintonfelagið av álvara í
gongd við arbeiðið at út-
vega eginpening til eina
nýggja ítróttarhøll. Felagið
sendi brøv út til virki,
stovnar og skip um alt land-
ið og søktu um stuðul til
eginpeningin.
Kostnaðurin av høllini er
mettur at vera um 14 milli-
ónir krónur. Hon kemur at
verða 35 metrar breið og
góðar 50 metrar long og fer
at hava allar hentleikar,
sum ein ítróttarhøll eigur at
hava. Vanliga mannagongd-
in er, at landið stuðlar 30%,
kommunan 30% og so skal
Badmintonfelagið taka tey
40%, sum eru eftir. Tað vil
siga, at lánið hjá felagnum
kemur at verða um 5,6
milliónir krónur. Og tað
metir Jákup, at felagið fer
at megna at arbeiða við.
– Høllin skal leigast út
júst sum KÍ høllin, men tað
er eyðsæð, at tey feløgini,
sum ongastaðni hava at
vera, skulu fáa ógvuligar
góðar sømdir at sleppa inn,
sigur formaðurin í Badmin-
tonfelagnum í Klaksvík.
Hann sigur, at tað er av
alstórum týdningi, at tað
verður arbeitt skjótt við
hesum málinum, og hans-
ara ynski er, at høllin sten-
dur liðug, áðrenn undir-
sjóvartunnilin verður liðug-
ur. Annars er hann bangin
fyri, at tað verður ov seint.
Jákup heldur, at tað kann
hugsast, at alt fer inn í
Eysturoynna, um høllin
ikki er liðug áðrenn tunn-
ilin.
– Við eini nýggjari høll
minkar trýstið á KÍ høllini
munandi, og umstøðurnar
verða dupult so góðar, sigur
Jákup Anthoniussen, sum
trýr uppá, at ein nýggj
ítróttarhøll verður í Klaks-
vík, áðrenn Norðoyatunnil-
in letur upp.
Peningur settur av
Klaksvíkar býráð tekur væl
undir við ætlanunum hjá
Badmintonfelagnum. Borg-
arstjórin, Steinbjørn Jacob-
sen sigur, at 400.000 krón-
ur eru settar av til eina
nýggja ítróttarhøll á fíggj-
arætlanini hjá kommununi.
– Tað er sera átrokandi, at
ein nýggj høll verður bygd í
Klaksvík, sigur borgarstjór-
in. Býráðið hevur givið
Badmintonfelagnum eina
freist til seinast í mai mán-
aði at koma við eini ítøki-
ligari ætlan um eina nýggja
ítróttarhøll.
Klaksvíkar kommuna
og pf Norðoya-
tunnilin hava gjørt
eina endaliga avtalu
um grótið, sum
kemur úr tunlinum
Borðoyarmegin. Sam-
ráðingar eru fram-
vegis um grótið, sum
eftir ætlan skal førast
yvir um Leirvíksfjørð
GRÓTAVTALA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Eitt mál, sum
var á skránni á ársins fyrsta
býráðsfundi, var grótavtal-
an millum kommununa og
Norðoyatunnilin.
Avtalað er, at Klaksvíkar
kommuna kann fáa upp til
300.000 kubikk av grótin-
um, sum kemur upp Borð-
oyarmegin. Grótið fer til
ymsar verkætlanir, sum
liggja fyri framman í býn-
um.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri, er vælnøgdur
við avtaluna, sum hann hel-
dur vera góða.
– Tað kemur at verða ein
millumrokning uppá 2,7
milliónir, sum kommunan
skal rinda, men tað er ikki
so nógv, heldur borgarstjór-
in. Hann sigur, at í avtaluni
er flutningurin av grótinum
til tað stað, har tað skal nýt-
ast eisini er við í avtaluni.
Klaksvíkar kommuna eigur
og hevur gjørt vegin, sum
er út til bátahylin í Borð-
oyavík, og hann fær komm-
unan so kompensatión fyri
frá Norðoyatunlinum, og er
millumrokningin sostatt 2,7
milliónir krónur.
Grót hinumeginfrá
Klaksvíkar kommuna fær
umleið 100.000 kubikk úr
tunlinum
leirvíkarmegin
frá. Steinbjørn sigur, at tað
ikki er endaliga avgjørt
enn, hvussu hetta kemur at
ganga fyri seg. Leirvíkar
kommuna skal eisini brúka
grót, sum kemur úr tunlin-
um, so har eru samráðingar
í gongd. Samráðst verður
somuleiðis um prísáseting-
ina.
Borgarstjórin sigur, at tað
kann tykjast at ljóðar dýrt
at flyta so nógv grót um
fjørðin, men hann heldur, at
tað kann fara viga upp móti
sparingunum á vegakervið
og trygdina, sum verður
við, at alt hetta grótið verð-
ur flutt sjóvegis heldur enn
eftir vegnum og gjøgnum
býin frá Borðoyarvík og
allan vegin norður í Ánirn-
ar til góðshavnina.
Annars væntar Stein-
bjørn Jacobsen ikki, at
kommunan fær nakað av
grótinum Borðoyarmegin
fyrr enn seint í vár ella í
summar, tí tað fyrsta, sum
kemur upp, skal Norðoya-
tunnilin brúka.
– Júst hvussu verður við
tí, veit eg ikki beint nú, men
tað verður so í fyrsta lagi í
apríl, tí teir byrja ikki at
bora fyrr enn tá, sigur borg-
arstjórin í Klaksvík.
Annars frættist, at byrjað
verður at grava og at gera
alt tilreiðar til boringina í
apríl, í hesu vikuni.
500 húsvill ítróttarfólk
Grótavtala komin í hús
Tørvurin á eini nýggjari ítróttarhøll í Klaksvík er ovurhondsstórur, sambært Jákupi Anthoniussen
formanni í Klaksvíkar Badmintonfelag, sum av álvara er farin í gongd við eina verkætlan, sum
umfatar eina nýggja ítróttarhøll í býnum
Klaksvíkar kommuna fær upp til 300.000 kubikk av gróti Borðoyarmegin og 100.000 kubikk
Eysturoyarmegin úr Norðoyatunlinum til verkætlanir hjá kommununi
Savnsmynd
Ósemja um eftirlønarskipan
Javnaðarflokkurin og
Fólkaflokkurin eru
ikki samdir um,
hvussu eftirlønin skal
skipast. Partarnir eru
kortini sannførdir
um, at ein loysn verð-
ur funnin á ósemjuni.
Mikumorgunin hildu
Javnaðarflokkurin,
Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin á
við samráðingunum
um arbeiðsmarknað-
armál
SAMGONGUSAM-
RÁÐINGAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Fyrsta veruliga ósemjan
undir samgongusamráðing-
unum á Gamla Apoteki
millum Javnaðarflokkin,
Sambandsflokkin og Fólka-
flokkin er veruleiki. Síðan
týskvøldið hava teir tríggir
flokkarnar umrøtt arbeiðs-
marknaðarmál.
Ósemja hevur stungið
seg upp millum Javnaðar-
flokkin og Fólkaflokkin um
eftirlønarviðurskiftini.
Javnaðarflokkurin tvíheld-
ur um eina samhaldafasta
eftirlønarskipan,
meðan
Fólkaflokkurin hellir til
eina privata uppsparing.
Sambandsflokkurin er ikki
so avgjørdur í hesum mál-
inum og liggur tí ímillum
partarnar.
Samráðingarpartarnir
fara at nýta stóran part av
mikudegnum til at halda á
við at viðgera arbeiðs-
marknaðarmál.
Arbeiðs-
marknaðarøkið er eymt øk-
ið og tí er als ikki óhugs-
andi, at hugsjónarligu mun-
irnir
millum
Javnaðar-
flokkin
einumegin
og
serliga
Fólkaflokkin
hinumegin
gerast
ein
trupulleiki.
Krav
Javnaðarflokkurin vil ikki
hoyra nakað um eina priv-
ata uppsparing, sum Fólka-
flokkurin mælir til. Um-
boðini fyri Javnaðarflokkin
vilja betra samhaldsføstu
eftirlønarskipanina.
Í løtuni lata arbeiðstakar-
ar og arbeiðsgevarar hvør
sítt hálvt prosent í sam-
haldsføstu eftirlønarskipan-
ina.
Javnaðarflokkurin
ynskir at økja inngjaldið
við einum prosenti, so ar-
beiðstakarar og arbeiðsgev-
arar koma at rinda hálvt
annað prosent í part til
skipanina.
Samhaldsfastið er eitt av
aðalmálum Javnaðarfloks-
ins og sum skilst hevur
flokkurin ongar ætlanir um
at geva seg á hesum øki.
Privat uppsparing
Fólkaflokkurin ynskir hin-
vegin eina privata uppspar-
ing. Arbeiðstakarar og ar-
beiðsgevarar skulu í sam-
ráð áseta ein part av inntøk-
unum til eftirløn. Fólka-
flokkurin mælir til, at part-
arnir á arbeiðsmarknað-
inum sjálvir finna eina
hóskandi skipan fyri sínar
limir.
Endamálið er, at so nógv
sum gjørligt tryggja sína
egnu privatu eftirløn. Fleiri
fakfeløg hava í dag privata
eftirlønarskipan,
sum
Fólkaflokkurin skýtir upp
skal galda fyri allan ar-
beiðsmarknaðin. Eitt dømi
er Føroya Postfelag, har
limirnar rinda 5,5 % og
felagið 7,5 %. Samlaða inn-
gjaldið er sostatt 13 %.
Bjørt útlit
Hóast verandi ósemju um
eftirlønina, hava partarnir
góðar vónir um at finna
eina semju um arbeíðs-
marknaðarmálini. Kemur
arbeiðsmarknaðarøkið
undir land mikudagin, ger-
ast útlitini fyri eini ABC
samgongu alsamt bjartari.
Ríkisrættarliga
støðan,
vinnumál, fiskivinnumál,
fíggjarmál og samferðslu
mál eru øll løgd afturum. Av
málsøkjunum sum fram-
vegis ikki eru viðgjørd
kunnu nevnast skúla-, ment-
anar-, umhvørvis- og orku-
mál. Eftir ella um øll máls-
økini koma undir land, er
býtið av landsstýrissessum
eftir.
Hvussu
telvingin
um
landsstýrissessirnar fer at
spæla av, er ilt at gita um,
men tað er als ikki óhugs-
andi, at býtið av landstýri-
sessum verður størsti knút-
urin undir samráðingum
millum teir tríggjar flokk-
arnar á Gamla Apoteki.
Samráðingarpartarnir
lata framvegis væl at stev-
inum og góðar vónir eru
um eina samgongu millum
Javnaðarflokkin,
Sam-
bandsflokkin og Fólka-
flokkin.
Javnaðarmaðurin, Hans
Pauli Strøm, rættar peiki-
fingurin ímóti Jørgen Nicla-
sen og hinum Fólkafloks-
monnunum. Javnaðar-
flokkurin tvíheldur um sam-
haldsføstu eftirlønar-
skipanina
Mynd: Jens Kristian Vang
Jørgen Niclasen hevur ongar
ætlanir um at standa aftan-
fyri Hans Paula Strøm og
Javnaðarflokkin og peikar
aftur. Fólkaflokkurin skýtir
upp eina privata eftirlønar-
skipan.
Mynd: Jens Kristian Vang
Flokk-
arnir
farnir
hvør
til sín
Samráðingarpartar
nir, Javnaðarflokk-
urin, Sambands-
flokkurin og Fólka-
flokkurin eru
farnir hvør til sín.
Fólkaflokkurin
ynskti ein steðg til
at umrøða eftir-
lønina innanhýsis í
flokkinum
SAMGONGU-
SAMRÁÐINGAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Stutt fyri okkara sein-
astu freist, hevur Fólka-
flokkurin
ynskt
ein
stuttan steðg í samráð-
ingunum.
Javnaðar-
flokkurin, Sambands-
flokkurin og Fólka-
flokkurin hava fram-
vegis ikki funnið eina
semju um eftirlønina.
Teir tríggir flokkarnir
umrøða
nú
málið
innanhýsis í flokkunum.
Enn er ilt at siga,
hvussu stórur knúturin
er og hvussu langt part-
arnir er frá hvørjum
øðrum. Eftirlønarviður-
skiftini hava verið við-
gjørd síðan týskvøldið
og á døgurða mikudagin
er
framvegis
eingin
semja funnin.
Verður semja funnin
um eftirlønina, kemur
Barsilsskipanin
á
skránni seinni miku-
dagin.
C
M
Y
K
7
6