mikudagur 15. juni 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
Sosialurin
Barna
missiónin
Skandinaviska Barna
missiónin varð stovnað
av Sigvard Wallenberg,
har ein í fyrstu syftu
hugsaði um at arbeiða
á Filipsoyggjunum. Ar
beiðið er síðani víðkað
til eisini at umfata
Ukraina, Zambia og
Moldova.
Í
Føroyum
finst
eisini
ein
deild
av
Skandinavisku Barna
missiónini, hvørs leið
ari er Ella Niclasen, tlf.
213407. Hildið verður í
Evensens Pakkhúsi.
Í Moldova stuðlar
Barnamissiónin pastor
Vitalie,
sum
hevur
ábyrgd av lítlari sam
komu, og at geva fleiri
børnum
bæði
mat,
innivist og umsorgan.
Greinarøð
um Moldova
Ætlanin er at skriva
fleiri greinar um Mol
dova.
Talan
verður
um
eina greinarøð í fleiri
pørtum:
6. juni: Um 14 ára
gamla Maarin sum
hevur
ábyrgd
av
4
systkjum sínum
8. juni: Um kvinnur
og menn sum pakka
klæðir til Ukraina og
Moldova
Í dag: Um Eyðgerð og
hennara drúgva arbeiði
hjá Barnamissiónini
Næstu ferð: Um pas
tor Vitalie í Moldova
sum brennir fyri lands
monnum sínum
Um
Karolinu
og
hennara arbeiði í Barna
missiónini
Um familjuna hjá
Lyudmylu sum ikki eigur
til dagsins uppihald
Og
at
enda
um,
hvussu arbeiðið í Føroy
um verður skipað undir
leiðslu av Ellu Niclasen
og hjálparfólkum henn
ara.
Orð: Snorri Brend
Myndir: Snorri Brend/
Jens Kristian Vang
– Eg eri púra sannførd um, at
okkara arbeiði ger mun úti í
heimi, sigur hon.
Síðani 1988 hevur hon lut
tikið í arbeiðinum hjá Barna
missiónini, og árið eftir fekk
hon eisini høvið at vitja eitt
av samstarvslondum teirra,
Filipsoyggjarnar.
Fyri hana varð henda
vitjanin við til at lata eyguni
upp fyri neyðini úti í heimi,
og hvussu kærkomin hjálpin
uttanífrá er.
Í høvuðsstaðnum, Manilla
er eitt nógv umrøtt fjall, ella
rættari sagt ein ovurstórur
ruskdungi, her nógv menniskju
og familjur royna at skapa sín
gerandisdag so ella so.
Millum tey mongu sum
búgva har, er ein hópur av
børnum. Og hesi fekk Barna-
missiónin eina neyð fyri. Nú
slapp hon sjálv at vitja hetta
staðið, her serliga ein einstøk
uppliving brendi seg fast í
minnið.
– Vit komu til eini hús – ja,
eg veit faktist ikki, um orðið
"hús" kann brúkast í hesum
sambandi. Hetta var meiri
at kalla ein vánalig kroysa,
her sum tað búðu 9 fólk. Tað
var so mikið trongligt inni í
húsinum, at tey máttu skift
ast um at sova.
– Hetta vóru umstøður,
sum vit illa duga at ímynda
okkum her í Føroyum, greiðir
Eyðgerð frá.
Nú brúkar hon ein part av
frítíð síni í Evensens Pakk
húsi úti á Reyni í Havn, har
hon er við í pakkingini av
klæðum.
Eitt hóskvøld í farna
mánaði vóru tað tó børnini
í grannalandinum hjá Ukrai
na, Moldova, sum stóð ovast
á listanum.
Hon hevði sjálv framman
undan bundið klæði uppá eina
dukku, sum eitt av børnunum
í hesum landinum skuldi fáa,
nú umboð fyri Sosialin kortini
skuldu hagar.
Møtast aftur
Flestu
lesararnir
munnu
minnast ógvusligu kjarnorku
vanlukkuna í Tjernobyl fyri
25 árum síðani.
Sum ein part av arbeið
inum at hjálpa nøkrum
av børnunum í hart rakta
økinum, varð skipað so fyri
at tey kundu sleppa ein túr
til Føroyar at vitja og søkja
sær heilsubót undir okkara
umstøðum.
Fyrstu
ferð
børn
úr
Tjernobyl-økinum vóru her
var í 1996, og síðani hava tey
verið fýra ferðir aftrat.
– Tað var ótrúligt at møta
teimum her í Føroyum, og
aftur, tá eg sjálv slapp til
Ukraina.
– Fleiri teirra eru vorðin
so stór, at vit nú hava skrivað
saman, greiðir hon íðin frá.
Hjartað mítt er
hjá børnunum
HJÁLPARARBEIÐI – Eg bleiv sera gripin av tí, sum Sigvard Wallenberg greiddi
frá. Hóast 23 ár eru liðin síðani tá, dugi eg at síggja, at tørvurin á hjálpini er
ikki vorðin minni, sigur Eyðgerð Dahl úr Havn. Hon hevur síðani verið virkin í
arbeiðinum hjá Skandinavisku Barnamissiónini, og hevur haraftrat vitjað tvey av
samstarvslondum teirra, Filipsoyggjarnar í 1989 og síðani tvær ferðir í Ukraina.
Eftir at Eyðgerð Dahl kom
við í arbeiðið hjá Skandi
navisku Barnamissiónini
fekk hon hug at læra seg
russiskt.
Hon ætlaði at fáa onkur
onnur fólk at gera tað
sama sum hon, men tað
gekk verri. Hon meldaði
seg kortini til.
– Ein dagin eg sat og
las, kom fastir mín á gátt,
og spurdi, hvat eg gjørdi.
Hon segði tá við meg: "Alt
so, Eyðgerð, hvat skalt tú
brúka alt hetta russiska
til?" Beint tá, visti eg tað
ikki, men eg svaraði, at
tað skuldi nokk blíva til
okkurt.
Nøkur ár seinni komu
so børnini úr Tjernobyl
til Føroyar at vitja eitt
summarið. Á jólum hetta
árið ynskti Eyðgerð at
senda teimum eitt jólakort
á teirra egna máli.
Meðan hon sat og skriv
aði hesi jólakortini, kom
áðurnevnda fastirin aftur
á gátt.
– Tá spurdi hon hvat eg
nú gjørdi. Og tá fekk eg so
sagt henni, at nú fekk eg
altso brúkt tað russiska
málið sum eg hevði lært,
sigur hon við einum brosi.
– Síðani børnini úr
Tjernobyl vóru her, hev
ur mítt hjarta ligið í
Ukraina.
snorri@sosialurin.fo
Hví læra seg russiskt?
DUKKUR
Bæði Marjóna Djurhuus og Eyðgerð Dahl (høgrumegin)
eru ídnar at binda dukkuklæði. Tær tríggjar dukkurnar á
myndini skapa nú gleði hjá tveimum gentum í Moldova
GLEÐI
Tá ein lítið og einki eigur at spæla við, kemur ein dukka úr Føroyum sera
væl við hjá lítlu Sabinu, sum býr í moldoviska býnum, Cornesti