mikudagur 15. juni 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
8
Sosialurin
Tekstur: Snorri Brend
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyri tann unga Majors Liu
hevur uppihaldið her á landi
verið at meta sum ein stór
uppliving.
– Eg havi búð hjá eini góð
ari familju, og eri soleiðis
komin at kenna tykkara
samfelag, og eisini hvussu
tað er liva í eini føroyskari
familju, sigur hann á góðum
føroyskum máli.
Ein partur av upplegginum
hjá AFS er júst hetta, at hesi
fremmandu skulu læra seg
tað lokala málið, og ikki
minst læra eina aðra mentan
enn teirra egnu at kenna.
Og tað sigur Majors seg av
sonnum hava gjørt:
– Tað er stórur munur
at búgva í einum landi sum
Eysturríki, og so flyta higar
til Føroyar at búgva í eitt
ár – eitt land sum er so full
komuliga øðrvísi enn mítt
heimland, slær hann fast.
– Men tað hevur verið sera
áhugavert, ikki minst tí, at
vit í Eysturríki búgva í eini
íbúð, men her havi eg búð í
einum sethúsum.
Upprunaliga søkti hann
til Danmarkar, men fekk
seinni í boði at koma til
Føroyar. Og hetta tók hann
so av, hóast hann einki vistu
um landið – hann var jú ikki
føddur, tann minniliga dagin
í 1990, tá Føroyar vunnu á
eysturríkska landsliðnum í
fótbólti.
– Man búnast eisini nógv
eftir einum slíkum ári. Men
kanska finnur man ikki
ordiliga útav tí, fyrrenn ein
kemur aftur til Eysturríkis.
Vertsfamiljur
Tað eru kanska tey sum
ikki rættiliga vita, hvat ein
vertsfamilja er - og tí heldur
ikki tora at taka við hesum
tilboðnum ella avbjóðingini.
Men tey sum hava verið
við í AFS - og ikki minst
tey sum hava havt ein
útlendskan AFS'ara búgvandi
- duga at siga eina aðra søgu:
Eina søgu um, at tey sjálvi
á henda hátt kunnu hitta
eina fremmanda mentan,
uttan at ein neyðturviliga
skal ferðast jørðina runt.
Tann útlendski skiftis
næmingurin gerst í roynd
og veru partur av familjuni,
og fær sínar dagligu skyldur,
vinir og ítriv, eins og hann
gongur í skúla saman við
javnaldrum sínum.
AFS skapar eisini tann
veruleikan, at ein er partur
av eini familju sum hevur
eyguni
vend
ímóti
um
heiminum og við áhuga
at læra meiri um onnur
fólkasløg.
Hetta kann gerast veru
leikin hjá eini føroyskari
familju. Hetta hava nógvar
aðrar
føroyskar
familjur
gjørt undanfarin ár, og hetta
vóna tey í AFS Føroyar aftur
fer at gerast veruleiki hetta
komandi árið.
Vanliga koma einir tríggir
slíkir næmingar til Føroyar,
onkutíð fimm, meðan vit
senda einar 12 slíkar til
onnur lond um árið, onkutíð
upp í 20.
snorri@sosialurin.fo
Hitta fremmanda
mentan heima
við hús
AFS Í hesum døgum er nógv virksemi í føroysku deildini av AFS,
hvør endamál er at senda og móttaka útskiftisnæmingar. Higar eru
nevniliga komnir AFS'arar sum eru á skiftisuppihaldi í Danmark. Hesi
hava so verið saman við teimum føroysku skiftisnæmingum hesar
seinastu dagarnar. – Hetta hevur verið eitt sera gott ár, siga trý teirra
sum hava verið her hetta seinasta árið – Majors Liu úr Eysturríki, og
tær báðar Loreta Ladu úr Italia og Maaria Pihlajamäki úr Finlandi.
Við AFS til onnur lond
AFS Føroyar er eitt økisfelag hjá AFS Interkultur, ið
samskipar arbeiðið hjá AFS í Føroyum. AFS Føroyar
arbeiðir við at senda føroyskar næmingar avstað til
onnur lond hvørt summar og taka ímóti næmingunum,
ið koma til Føroya at búgva.
Felagsskapurin AFS er ikki knýttur at nakrari trúgv,
politiskari sannføring ella samfelagsligum bólki.
Høvuðsendamálið hjá AFS er, at øll menniskju skulu
hava møguleika at uppliva og skilja aðrar mentanir og
harvið virka fyri einum heimi við minni trupulleikum
vegna skeivar fatanir av øðrum fólki, mentanum og
siðum.
Meiri fæst at vita um AFS Føroyar við at ringja til
Lilju Holm-Mortensen, tlf. 282991 ella við at vitja á
Facebook-síðu teirra.
Álvheygg vil hitta
dreingirnar aftur
Snorri Brend
Hundraðtals dreingir úr
øllum býnum komu tá
saman til eina góða løtu,
har ið skrivarin í KFUM,
Jóhannes
Álvheygg
við sínum blíða og fyri
komandi máta tók ímóti
teimum.
Fast var at byrja við
sanginum "Jesus besta
navni er", og lítil ivi
man vera um, at nógvir
havnadreingir í einum
ávísum
aldri
munnu
duga henda sangin enn,
sjálvt 40 ár seinni.
Ein fastur táttur í
hesum kvøldum var ein
góður filmur - svart/
hvítur sjálvandi - men
tað bilti ikki so nógv, tá
filmar sum "Flyvende
Øje" og "Palle alene i
verden" vórðu vísti.
Nógv er broytt síðani
hesa glæsiligu tíðina hjá
havnardreingjum. Í 1975
fór Jóhannes Álvheygg,
ella bara Álvheygg sum
hann varð nevndur á
mannamunni, í starv
sum skrivari hjá Bláa
krossi, og tey seinnu
árini hevur hann búð í
Danmark.
Nú er hann komin
aftur til Føroyar at vitja,
og hóast hann er farin
væl upp um tey 80 árini
– hann er í roynd og ver
vorðin 87 ára gamal -
bilar tí blíða sinninum
einki.
Í hesum føri kundi
hann hugsað sær at hitt
nakrar av dreingjunum
aftur
frá
tíðini
tá
dreingjamøtini
vórðu
hildin - og gjarna aðrar
við.
Hetta verður møgu
leiki til nú hóskvøldið
klokkan 19:30 - í KFUM,
sjálvandi.
snorri@sosialurin.fo
Tað vóru tær tíðir, tá nógvir
av dreingjunum í Havn settu
hvørjum øðrum stevnu í KFUM.
Hetta eina kvøldið um vikuna
var tað teirra kvøld, tí tá var
Dreingjamøti á skránni.
HEIMURIN SAVNAST
Tað er ikki á hvørjum degi, at bæði føroyskir og danskir AFS'arar hittast. Hesa vikuna hava fleiri av skiftisnæmingunum
í Danmark vitjað her, fyri at seta seg eitt sindur inn í okkara viðurskifti eisini. Tey trý - Majors Liu úr Eysturríki,
og tær báðar Loreta Ladu úr Italia og Maaria Pihlajamäki úr Finlandi – síggjast mitt í myndini
Mynd: Álvur Haraldsen
UNGUR Í SINNINUM
Hóast Jóhannes Álvheygg er farin um tye 87
árini, hevur hann framvegis sítt ljósa sinni. Nú
ynskir hann at minnast aftur á gamlar dagar, tá
"allir" dreingir í Havn gingu á Dreingjamøti
Mynd: Jens Kristian Vang