mikudagur 15. juni 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað eru nú fýra ár síðani
Anna Maria og Oddmar Færø
keyptu tað, sum tey hildu
vóru teirra dreymahús. Fitt
hús við stórum grundøki og
– hildu tey – allar møguleikar
at víðka um húsarúmdina.
Stóri urtagarðurin við
áarløki og trøum vóru við til
at seta prísin á húsunum upp
á 3,6 milliónir krónur.
Men tá tey skuldu søkja
um byggiloyvi fingu tey at
vita, at økið var skógarfriðað,
og har mátti einki broytast
ella byggjast upp í.
Tey gjørdu so av at stevna
sakføraranum, ið hevði staðið
fyri søluni, tí tey høvdu einki
fingið at vita um, at tala var
um skógarfriðað øki.
– Tað mest harmiliga var,
at vit fóru til ein sakførara,
sum bara súltaði málið og á
tann hátt spiltu vit tvey ár
burtur til onga nyttu, sigur
Oddmar Færø.
Ikki fyrr enn tey fóru til
Christian Andreasen kom
gongd á málið, ið var fyri í
Føroya Rætti fyri tveimum
mánaðum síðani.
Í gjár kom so dómurin,
men tað var ikki tann lesnað
ur, sum hjúnini Færø høvdu
væntað og vónað.
Upprunaliga kravdu tey,
at keypið gekk aftur, men
tað endaði við, at tey fingu
450.000 í endurgjaldi fyri at
almenningurin kundi brúka
teirra grundstyki og urta
garð, men tað var ikki hetta,
ið tey ynsktu.
Málið súltað
Tað var tann veruleiki, at tey
kendu seg snýtt við tað at tey
ikki fingu at vita, at økið var
skógarfriðað.
– Tað snýr seg jú ikki um
pengarnar, men um tann
veruleika, at vit ikki kunnu
umbyggja húsini. So hóast
tú kanst siga, at vit vunnu
sakarmálið, so gjørdist tað
ikki til tað úrslit, sum vit
høvdu vónað og roknað við,
sigur Oddmar Færø.
Hann heldur, at sakførarar
í stóran mun halda hondina
yvir hvørjum øðrum, og
serliga argur er hann um,
at hann í tvey ár hevði ein
sakførara, sum bert tóktist
áhugaður í at súlta málið.
Eisini
sakførarin
hjá
Oddmar Færø og konuni,
Christian Andreasen, var ov
farin av dóminum. Fundur
skal verða teirra millum
seinnapartin í dag, og tá fæst
helst greiða á, hvat víðari
skal henda í málinum.
– Eg havi ikki rættiliga
tosað
við
Christian
Andreasen eftir dómin, so
eg veit ikki, hvat hann fer at
mæla okkum til at gera, sigur
Oddmar Færø.
Fyribils
stendur
hann
bert spyrjandi um dómin,
sum kemur púra óvart á.
Vit hava roynt at fingið
fatur á Hans Trygva Teirin,
sum umboðar hin partin,
men tað hevur ikki eydnast.
Oddmar ovfarin og vónbrotin
Rættarmál – Eg má siga, at eg eri ógvuliga vónbrotin av dóminum, og partar skilji eg als ikki. Nú má
eg tosa aftur við sakførara mín fyri at finna út av, hvat nú skal henda í málinum, sigur Oddmar Færø
Tað er hendan ognin við Sundsvegin, sum ósemja hevur tikið seg upp um
Mynd: Jens Kristian Vang
Anna Maria og
Oddmar Færø
Leo Poulsen
Tað var sunnumorgunin eftir
bátastevnuna í Vestmanna,
at ein Bayliner 27 fór úr Vest
manna til Havnar tíðliga. Tað
var norðanvert Velbastað, at
báturin knappliga steðgaði,
motorurin setti út og báturin
tók sjógv inn.
Fimm mans vóru í bát
inum, harav tveir teirra
høvdu biðið sær skjúts til
Havnar. Hvørgin teirra var í
bjargingarvesti, meðan hinir
tríggir menninir allir høvdu
bjargingarvest og onkur eis
ini flótidrakt.
Teir tríggir við bjargingar
útgerð komu sær upp á land,
meðan hinir báðir hvurvu og
sóust ongantíð aftur.
Einki er komið alment
fram um, hvat kann vera
hent, men tað er greitt, at
báturin sakk ógvuliga skjótt.
Sum sagt er málið nú latið
Føroya Rætti, men eingin
dagur er enn ásettur til sjó
forhoyr.
leo@sosialurin.fo
Tað var hesin Baylinarin,
ið gekk burtur í Hestfirði
ein sunnumorgun
fyri mánað síðani
Málið um sjóforhoyr latið rættinum
sjóforhoyr Kriminalløgreglan lat í gjár Føroya Rætti
málið um sjóforhoyr í sambandi við hendingina, tá ein
stuttleikabátur sakk í Hestfirði fyri mánað síðani